Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. desember 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ferðslu- vanlukkur HESAR seinastu dagarnar eru hendar fleiri vanlukkur í ferðsluni, sum hava kostað mannalív. Harafturat eru fleiri fólk vorðin illa lestað. Tað tykist at vera so, at hesar syrgiligu vanlukkur venda aftur á hvgrjum ári júst tá tað nærkast gleðihátíðini jólum. Nú um dagarnar doyði ein ungur drongur í Klaksvík í einum bilóhappi og bert stutt eftir doyði tilkomin maður í Hvalvík eisini í einum óhappi í ferðsluni. Um somu tíð eru tað fleiri, sum hava fingið smærri snuddir og eisini stórri mein av ferðsluóhapp- um. TAÐ er altíð svárt at skula missa ein av sínum næstu á henda hátt. Aftan á spyr ein hví tað júst skuldi verða ein av eins egnu, sum skuldi ger- ast offur. Men lítið gerst við tað. Farið er farið. Men eftir liva so minnini um hesi góðu fólk, sum hava latið lív á henda so meiningsleysa hátt. Ábyrgdarbiaðstjóri. Jan Møller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov HJÅ teimum, sum mist hava, eru hetta tungir dagar og somuleiðis dagarnir, sum koma. Um gleðihátíðin jólini kunnu skapa nakran ugga er ivasamt, men vónandi verður tað so. Vit vilja á hesum stað vísa okkara djúpu samkenslu við teimum, sum mist hava. HÓAST farið er farið — so er tað kortini gott at dvølja eina løtu við slíka syrgiliga hend- ing og spyrja, hví tað nú hendi, um tað kundi verið fyribyrgt — og hvat hetta kann læra okkum — hvat tey, sum hetta rakar meinast, hugsa og meina. Og júst tí var tað so djarvt og gott, at for- eldrini at tí unga dronginum, sum doyði í ferðsluvanlukk- uni í Klaksvík, stigu fram í sjónvarpinum og greiddu frá. Hetta eiga tey bæði rós og tøkk uppiborið fyri. Á nátúr- ligan og skilagóðan hátt — uttan at hava nakran morali- serandi peikifingur á lofti — sóu vit pápan gera viðmerk- ingar til hesa fyri hann, kon- una og næstringar so syrgi- ligu vanlukku. Apellur teirra — um at vit øll royna at vanda Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Jústínus Eidesgaard Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosiafurin Prent: P4 Pressan 1981 Telefon: okkum í ferðsluni so ella so — ikki minst tá tað snýr seg um ferðina — var so viðkom- andi og erligur, at vónandi eru tað mong, sum hava tikið hann til eftirtektar. Á náttúr- ligan og samstundis inniligan hátt heitti pápin á bæði ung, sum skulu taka koyrikort og hava tikið tað, um at vera á varðhaldi — og áheitan hans- ara var eisini til foreldur um at tosa við børnini um hetta stóra vandamálið. TAÐ finst eingin patentloysn uppá, hvussu vit fyribyrgja slíkum vanlukkum. Ábyrgdin liggur hjá ii einstaka, og tå hugsað verður um, hvussu ymisk vit eru, og hvussu yms- ar umstødurnar kunnu vera, so er greitt, at ferðsluóhapp eru og fara at verða ein partur av gerandisdegi okkara. Men vit hava — um vit royna at hugsa um tað og vanda okk- um í ferðsluni — meguleikan at minka um hesi mongu ó- happ. Vit eiga tí alla tíðina at vera opin fyri góðum ráðum — ella bara at lurta — ikki minst eftir teimum, sum á ein ella annan hátt eru rakt av Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoge 76 110 Tórshavn 14720 Argir 11829 Telefax: eini ferðsluvanlukku. Kanska hetta kann vera medvirkandi til at fyribyrgja vanlukkum. Og tá er longu nógv vunnið. Men enn einaferð: hatta vóru nøkur góð og djørv orð allir føroyingar fingu at hoyra í sjónvarpinum seinasta týs- kveld. Handilstíðindi og sela Út er komið nýtt nummar av blaðnum "Handilstíð- indi". Í oddagrein blaðsins verður nomið við ein fyri okkum føroyingar sera áhugaverdan og týdning- armiklan spurning, nevni- liga marknadarføring og marknadarkanningar. Kann tykjast at hetta evn- ið er gjøgnumtugt aftur og aftur, men sigast má, at hetta er nógv meira týdn- ingarmikið fyri okkum, enn tey flestu geva sær far um. Handilstíðindi skriva m.a.: "Føroyska samfelagið er nú í eini broytingartíð. ið fer at vara út um ald- arskifti, um vit so verða uttan- ella innanfyri EF. Marknadarføring, marknadarkanningar og ein stórri vitan um okkara kundar, verður uppaftur meiri neyðugt. Stórri dentur eigur - frá øllum síðum - at verða lagdur á at kanna, hvar vit eru sterkir, og geva ti søtrri wuiflutningsvirdi, ið veru- ligt virdi hevur.” Nógv hevur verið tosað og skrivað í seinastuni um, at vit mugu til at gera fleiri lidnar verur í Føroy- um. Hetta eru flestu av okkum samd um er ein- asta rætta gongdin. Sjálv- andi skulu vit royna at hava eitt fjølbroytt úrval av verum, alt frá óvið- gjørdum feskum fiski til góðskaðar liðugverur. Men, so rætt sum Hand- ilstidindi skriva, so snýr tað seg fyrst og fremst um vitan um kundar okkara og at kanna, hvar vit eru sterkir. Herfyri hevði Dimmalætting áhugaverd- ar samrødur við føroyskan vinnulivsmann i Hollandi, har hesin nam vid somu spurningar, nevniliga hetta at fáa stórri vitan um kundar okkara. Tað er nevniliga ikki bara at siga tað bráddliga at skula leggja heimaídnaðin um frá at gera hálvlidna veru til meiri góðskaða veru - uttan ein eisini kannar sjálvan marknaðin. Vit hava nógvar fyri- munir við fjarstødu okkara frá meginlandinum. Eitt nú eiga vit heimsins reinasta hav. Men fjarstødan frá meginlandinum ger so, at vit ikki í nóg stóran mun banka á dyrnar hjá komandi kundum okkara fyri at vita, hvat teir vilja hava. Vit eiga tí longu nú at brynja okkum út til at 1934 B 0000 % 60 030 4 2202 fáa betri sambandi við marknaðin á meginlandin- um. Hetta gerst ikki við eini telefonuppringin í tíð og úrtíð. Latið okkum brúka frálíku vinnuskúlar okkara til at røkka m.a. hesum endamáli. Saman við broyttum marknaðar- viðurskiftum, stórri krøv- um til bæði dygd og góðsku og ynskinum um at gera okkara heimliga fiskiidnada meira fjøltátt- aðan og miðjandi meira móti virdisøking av vør- unum - eiga vit at útbúgva tey røttu fólkini, soleiðis at vit - tá vit stíga inn í 20. eld - kunnu siga, at vit hava fingið vent gongdini til frama fyri okkum gll. So Handilstíðindi skulu hava rætt í, at her er nógv at triva i. LEGE UUUCCODODNON Herdaklapp til Føroya Fiskasølu TAD var bædi forvitn- isligt og hugaligt at hoyra útvarpið greiða frá nýggjum ætlanunum hjá Føroya Fiskasølu á okkara góða og gamla saltfiskamarkaði við Miðalhavið. Fiskasølan ætlar nevniliga at seta fóroying at arbeiða í Spania við sølu av fiski. Hetta eru uppá tíðina og vónandi bert byrjanini til eitt meira viðkomandi og "agressivt" og uppsøkj- andi søluvirksemi. So- leidis skal tad vera. Eis- ini tíðindini um at royna nýggjar leiðir innan saltfisk vóru áhugaverð. Sambært teimum skal Fiskasølan nú royna at gera meira burtur úr saltfiskinum tvs. um- framt at selja hann í ballum so eisini at gera smærri pakningar. Nak- að á sama hátt sum danska fyritgkan Dan Cod. Hetta var nakað, sum varð tikið uppá mál, tá undanfarni stjórin á Fiskasøluni var í velmaktini, men hann "kulaði" niður eitthvørt prát um at góðska saltfisk. Spaniólar vildu bara hava saltfiskin uppá tann gamla og van- liga mátan, dermed basta. At tað eru komnar og vónandi koma enn fleiri nýggjar og yngri kreftir framat innan føroyskt vinnuliv verdur, tå avtornar, kanska einasta bjarging- in fyri høvudsvinnu okkara. Tí her eitt herðaklapp til Fiska- søluna, nú hon roynir at bróta upp úr nýggjum.