Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. desember 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

olahugni í Viðalundini Kaffi, kakao, pannikøkur og jólamenn í Vidalundini í Havn sunnudagin. Lions skipar fyri Sunnudagin millum klokkan 14 og 16, skipar Lionsfelagið í Havn fyri jólahugna í Viðalundini. Tá fáa fólk høvi til at keypa greinar og føtur av viðabulum, sum kunnu virkast til jólaprýði. Hetta er tilfar, sum SkOgrøkt Landsins hevur sagað burturúr vidabulum, sum ruddaðir eru úr plantasjuni. Høvi verður eisini at keypa peisubrenni og spønir í sekkjum. Hesa løtuni fara eisini jólamenn at vitja. Sagt verður, at okkurt gott hava teir við sær til børnini. Men okkurt verður eisini til tey vaksnu. Kaffi, kakao, pannikøkur og annað gott. Lionsfelagið í Havn skipaði eisini fyri einum tilikum tiltaki í fjør, og tá vitjaðu mong í plantasjuni. Felagið sigur, at í ár er tiltakið skipað í trý sølustød, ) lættari verður hjá fólki at sleppa framat. tor.- Pedagogar skina fyri jólahaldi pedagogflokkur á 1 1 raraelhl 1 lanu n i 1 Læraraskulahø'uint á LE 1 = Í n Tell our í IK 10 JOgVan iCiliing r M4 f t I IKUI Vid ra sjá ró in > Í ri » y T la erður skipað tyri felagss: g TY tja. Atsongumerki sta 20 krónur amenn | gongumerKi KoSIa ZU Kronur Atgongdin i góðari tíð verður avmarkað, og tí ræður um at koma r.- me —%—&& &$]—=—=—…———$>%|% - Hækka skattaprosentið? lkki talan um Nr. 228 — 6. desember 1991 -sigur Sundstein, sum ístaðin hevur boðið kommununum annað ábyrgdarbýti Umboðini fyri Kommunu- felagið fingu ikki annað svar frá landsstýrismann- inum í kommunumálum, Jógvani Sundstein, enn tað, hann segði við Sosi- alin fyri viku síðani til spurningin um eitt væl hægri skattaprosent. Korta- nei. Seta kommunurnar skattaprosentið munandi upp, fer landsstýrið at grípa inn beinanvegin, segði hann. Jógvan K. Mørkøre, for- maður í Kommunufelag- num sigur, at hann á fundinum við landsstýrið bað um at kommunurnar verða fritiknar at rinda fyri almannaútreiðslur og landsvegagjald. Hetta vildi landsstýrið ikki. Jógvan Sundstein segði, at lands- stýrið hevur ikki ráð at lata kommununum tær 70 milliónirnar tað kostar. Næsta útspæl frá Komm- unufelagnum var, at kommunuskattaprosenuð verður hækkað upp í eini 45 prosent. Men tað vildi lands- stýrismaðurin heldur ikki hoyra talan um. Hækkar bert ein kommuna skatta- prosentið munandi, leggur landsstýrið upp í leikin beinanvegin, var svarið. Skelvur í brókunum Jógvan K. Mørkøre sig- ur, at kommunurnar hava sjålvar rætt ul at hækka sítt skattaprosent. Og er hetta fyri at fáa endarnar at røkka saman, er tað eisini skylda hjá kommununum, men nú hevur landstsýrið sítt okkum fyri at gera okkara skyldu. Kommunufelagsformaðu rin sigur seg tó væl skilja, at landsstýrið skelvur í brókunum bert við tankan- um um, at kommunurnar settu skattaprosentið til 45, ti tá hevði landskassin mist fleiri hundrað milliónir krónur. Annað åbyrgdarbyti Kommunufelagsumboði ni fóru sostatt eins tómhend út aftur úr landsstýrinum sum tey fóru innar. Tó fingu tey lyfti um, at landsstýrið arbeiðir við at broyta ábyrgdarbýtið millum land og kommunur soleiðis, at kommunurnar fáa stórri sjálvræði á ávísum gkjum. Á júst hvørkjum økjum, og hvussu hetta fer at merkja í pengum fekst tó ikki greiða á. Jógvan K. Mørkøre sigur tó, at hann hevur varðhugan av, at Jógvan Sundstein ætlar at gera skjótt av við einum uppskoti um nýtt ábyrgd- arbýti. Hann leggur aftrat, at stýrið í Kommunufelag- num hevur eisini sjálvt hugsað um hvgrji øki kommunurnar eiga at um- sila, og hesum hava tey eisini boðað landstsýrinum frå. Inntøkan fall Ein av teim stóru or- søkunum fyri, at fleiri kommunur eru illa fyri í dag er, at skattainntgkan er fallin so nógv. Jógvan K. Mørkøre sigur, at seinastu mongu árini er inntøkan hjá kommununum vaksin fyri hvort ár, og ti kom dátt við, at rákið knappliga vendi. Kommunalu skatta- prosentini vóru lág, men fleiri kommunur hækkaðu skattaprosentið hóast inn- tøkan vaks, tí ynskini um stórar fløgur vóru mong. Kommunufelagsformaðu rin heldur eisini, at stud- ningsmøguleikin frá land- inum hevur stimbrad kommununum í at gera ílógur. Hann visir á, at fleiri stóríløgur hava fingið heilt upp í 75% í lands- stuðli. Tað vil siga, at var iløgan til dømis 10 milli- ónir, skuldi kommunan bert lata 2,5 og síðani fáa 7,5 milliónir frá landinum. -Ja tað var beinleiðis tápuligt, ikki at gera iløgur, heldur Jógvan K. Mørkøre fyri. Nú er bert at bíða Spurdur hvat Komunu felagið nú ger, eftir at hav fingið greið boð úr Tinga nesi, sigur kommunu felagsformaðurin, at nú er bert at bíða eftir útspæl inum frá landstsýrinum um nýtt ábyrgdarbýti. Hvussu hetta fer at síggja út, og nær tað kemur veit hann ikki, men so mikið fingu vit at vita frá landstsýris manninum í kommunu- málum, at nýggja ábyrgd arbýtið verður ikki bert smoygt oman yvir okkum sigur Jógvan K. Mørkøre tór.- Flestu kommunur eru sera illa fyri, og royna ti at sleppa undan nókrum av teium gjóldum, sum áliggur teimum, men hetta hevur landsstýrið ongan hug til. Át seta skattaprosentið munandi upp, verður ikki talan um. Mynd: Kalmar