leygardagur 7. desember 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sum ketta
burtur úr
høvdatrog
ØLL hava åsannad, at al-
menni studulin til fiskivinn-
una er av ti ónda, og at hesin
hevur stóran part av skuldini
fyri, at okkara høvudsvinna
er komin í tað ófgri, sum hon
veruliga er komin út í.
ALLIR teir politisku flokkarnir
eru samdir um, at stuðulin til
fiskivinnuna eigur at minka,
og at partar av honum eiga at
hvørva. Teir partar, sum her
verður hugsað um, eru al-
mennu veðhaldini og bein-
leiðis rakstrarstuðulin og prís-
ískoyti. Vit eiga tó altíð at
varðveita eina góða minstu-
lønarskipan.
FLOKKARNIR eru eisini å ein-
um máli um, at alivinnan, ið
nú telur rættuliga nógv í okk-
ara landsbúskapi, ikki skal
hava almennan stuðul, so-
leiðis at hendan vinnan ikki
kemur út í sama åføri sum
fiskivinnan. Hinvegin er
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
semja helst um, at ov nógv
almenn gjøld liggja á vinnuni,
og at hesi eiga vit at taka
burtur. Verður hetta gjørt, fer
alivinnan ivaleyst at løna seg,
uttan alment iskoyti.
ALT bendir å at øll eru so rør-
andi samd um at bannlysa al-
mennan stuðul til vinnulívið.
Politisku flokkarnir eru samd-
ir. Vinnan sjálv tekur undir og
tað sama gera føroyingar
yvirhøvur. Men mitt í øllum
kemur FAS-skipanin sum
ketta burtur úr høvdatrog. Nú
skal farmavinnan hava al-
mennan stuðul. Tað stutta av
tí langa í hesi skipan er, at
skatturin, sum manningarnar
á føroyskum farmaskipum
gjalda, skal afturrindast
farmaskipafeløgunum. Og
tað er tað sama sum bein-
leiðis almennur stuðul.
VIT vita ógvuliga væl, at
Noreg hevur sína NIS-skipan
(Norsk International Skibsre-
gister) og at Danmark hevur
sína DIS-skipan (Dansk Inter-
national Skibsregister). Hetta
hevur sett Føroyar og før-
oysku farmavinnuna i eina
Utgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: Pí Sosialurin
Prent: Pil Pressan 1981
rættuliga pínuliga stóðu. Ur-
slitið er so tað, at landsstýrið
hevur lagt uppskot fram á
ting, um eina FAS-skipan
(Føroyska Altjóða Skipaskrá-
seting).
FØROYSKA grundgevingin
er, at vit eru noyddir út í hesa
almennu stuðulsskipan, or-
sakað av, at Noreg og Dan-
mark frammanundan hava
slíka skipan. Skulu vit standa
okkum í kappingini, mugu vit
eisini hava altjóða skipaskrá-
seting. Og hesa grundgeving
fata tey flestu og tey kunnu
eisini góðt aka hana. Men løg-
ið tykist tað, nú vit eru so
samd um at niðurtrappa
stuðulin til fiskivinnuna, og at
alivinnan ikki skal gerast ein
stuðulsvinna.
MEN eitt undrar okkum, og
tað er, at eitt land, sum er lim-
ur í EF og eitt annað, id hevur
fríhandilsskipan við EF,
kunnu veita pørtum av vinnu-
lívinum slíkan almennan
stuðul, sum Danmark og
Noreg í hesum førinum gera,
uttan at EF leggur seg út í
hetta.
110 Tórshavn
Talefax: 14720
EIN FAS-skipan kemur okk-
um sera illa vid í løtuni. Hon
kemur veruliga sum ketta
burtur úr høvdatrog. Hetta fer
ikki at gera tað lættari hjá
okkum at bannlýsa allan al-
mennan stuðul til vinnuna.
vj.
Fjúrtandi vendir ting-
um á hevdið
Tað man ikki leypa hvøkk
á tann, sum hevur kunn-
leika til leiðarapennin á
Fjúrtanda, tá gloppað
verður í blaðið og ein sær,
hvat har verður skrivað.
Blaðstjóranum - og
fremsta høvdina tjóðveld-
ismanna - líkt, so vendir
hann tingini á høvdid, tå
tað passar honum. So-
leiðis var eisini í blaðnum
í gjár í teiginum "Sagt og
skrivað". Har ger blað-
stjórin viðmerkingar til
grein í Sosialinum um
umstødurnar hjá eitt nú
útvarpinum. Blaðið
skrivar:
"Sosialurin vil mestsum
brigsla útvarps- og sjón-
varpsfólki, at tey gera ikki
sítt arbeiði nóg væl. Tey
skulu dubba seg. Tað gera
tey frammanundan, halda
vit - og hava uppiborið
tær sømdir, sum krevjast
fyri at kunna gera gott
sjónvarp og gott útvarp".
Er tað nakar, sum er
ekspertur í at venda ting á
høvdid og geva teimum
annað innihald, enn tey í
veruleikanum hava, so er
tað júst blaðstjórin og
politikarin Finnbogi Ísak-
son. Oftani kemur hann
væl frá hesum til tíðir
skemuliga máta at seta
mótstgðufólk í skák mát.
Men aðrar tíðir er tað rein
og sker fadesa og hann
liggur, sum hann hevur
reitt - skerflatur.
Nú vil hann so
fyrigykla lesarunum, at
vit halda, at sjónvarp- og
útvarpsfólk ikki gera sítt
arbeiði gott nokk. Nei mín
góði Finnbogi. Vit hava
afiur og aftur víst á, at
politikararnir og teirra
millum so sanniliga eisini
javnaðarpolitikarar við
landsstýriskvinnuni á
odda eiga at vísa hesum
báðum fjølmiðlum stóran
ans, ti teir hava so stóran
týnding fyri mál og
mentan okkara og fyri
føroyska samfelagið sum
so. Og ti er skriving
Fjúrtanda at sammeta við
"kettu úr høvdatrog”. Tað
er rætt, at vit eisini hava
víst á, at fólkini í bæði
SVF og UF mugu dubba
seg. Men hetta var skrivað
í relatión til ynskini um
at fáa betri umstødur. Og
hvar er meira náttúrligt
enn tað, at tú áleggur tær
sjálvum og stovninum
stórri og meira spennandi
uppgávur, tá hetta hevur
alstóran týdning fyri at fáa
okkara politikarar at fata
tydningin, sum umrøddu
stovnar hava! Hvat er
meira náttúrligt enn at vit,
sum síggja og hoyra
útvarp og sjónvarp eru
atfinningarsom - men
soleiðis at skilja, at tað er
positivur kritikkur. Vit
eiga at eggja fólkunum til
at gera eitt enn betri
arbeiði og í hesum við-
fangi er adressa okkara so
sanniliga eisini til lands-
stýriskvinnuna um at bera
so í bandi, at stovnarnir
fáa nóg góðar umstødur at
arbeiða undir.
So tá Fjúrtandi roynir at
leggja sjógv millum okk-
um og umrøddu stovnar,
so fer tað ikki at eyndast
honum. Vit fara fram-
haldandi at gera okkara
tl, at umrøddu stovnar fáa
tíðarhóskandi umstødur at
virka undir.
Meira av hasum
Útvarpið hevur í eina tíð
havt sera áhugaverdar
frásagnir um støduna í
Týskalandi og í Europa
sum heild. Hetta eru frá-
sagnir, sum føroyski
presturin Olavur Ras-
mussen, sum starvast í
Husum í Týskalandi,
hevur skrivað. Eftir at
hava hoyrt tær flestu av
sera áhugaverdu frá-
sagnum hansara kunnu
vit bert siga: halt á.
Hetta er nakað av ti
besta uttanríkispolitiska
úilfarinum í útvarpinum
fyri tíðina, og nú
føroysku blødini ikki
gera nógv burtur úr júst
hesum slagnum av
tilfari er tað gott, at út-
varpið ger tað. Hetta
egnar hesin fjølmiðil seg
eisini so væl til. Handa
seinasta frásggn hansara
um Týskaland og grann-
ar tess var ógvuliga
áhugaverd - ikki minst
nú, tá tað verður tosað
um framtíð Europa og
leiklutin hjá Týskalandi
í einum sameindum
Europa. Meira av hasum
og tékk til Jógvan fyri
góðan upplestur. Tað
var kanska eitt hugskot,
at tit gjørdu slíkt tilfar
enn meira livandi. Her
hugsa vit um effektir og
prát. Vónandi fara vit at
hoyra meira til ólav í
komandi ári. Føroyingar
hava eisini altíð víst
útlendskum viðurskift-
um stóran áhuga, og tað
er tí gott at hoyra, hvat
ein av okkara egnu sær,
hoyrir og lesur um hesi
viðurskifti.
5