Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. desember 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

VA A Nr. 229 — 7. desember 1991 Síða 11 Harraboð frá Poul Michelsen til Mentamálaneyndina: Eingin fundur fyrr enn EG komi heim Mentamálafundur skuldi vera í gjár um Eysturskúlamálið, men hesin varð avlýstur, tí býráðsformaður er úti og ferðast Hevur nakrantíð verið nakar ivi um hvønn leiklut nevndarnir i Tórshavnar Kommunu hava, so mátti enn ein nevndarformaður sannað, at leiklutur nevnd- arinnar er sera avmarkað- ur. I hesum førinum Heðin Mortensen, sum er formað- ur í Mentamálanevndini, sum skuldi hava fund í gjár um eysturskúlamálið. Fundurin varð tó av ong- um. Heðin Mortensen sigur, at hetta er eitt so mikið stórt mál, at nevndin skal helst vera fullmannað, og tí vil hann bíða til mánadagin, at halda hend- an týdningarmikla fund. Fýra av mentanevndar- limunum eru heima. men hin fimti, Ingi Mohr, er uttanlands. Men hann verður ikki heima fyrr enn um einar tíggju dagar hava vit fingið upplýst av Heilbrigdi, sum hann í løtuni ferðast fyri. Tað er tí ikki honum, mentanevndarformaðurin bíðar eftir, men heldur ødr- um persóni, sum als ikki er limur í nevndini, nevnliga Poul Michelsen. Býráðsformaðurin hevur givið boð um, at Menta- målanevndin skal ongan fund hava um Eystur- skúlan, fyrr enn hann er komin heim, og soleiðis verður tað. Býráðið skal taka avgerð Heðin Mortensen sigur, at eftir at Mentanevndin hevur havt sín fund, verður málið sent í Fíggjarnevd- nina, og hareftir á býráðs- fund. Hesiu verður helst fyrsta dagin. Mentanevndariormadur- in sigur seg onga hóming hava av hvørja niðurstøðu Mentamålanevndin kemur til, og sjálvur vil hann ikki siga, hvat hann sjálvur fer at mæla til. Lagnan hjá Eysturskúlanum verður latin upp í hendurnar á hvørjum einstøkum bý- rådslimi, Hedin Mortensen. sigur tór.- Poul Michelsen hevur givið Mentamålanevnd- ini greið boð: Eingin fundur uttan EG eri við! > Óvissan hevur avirkad bernini -og tí vóna vit eina skjóta avgerð, sigur Stein- grím Niclasen, stjóri á Eysturskúlanum, sum sigur seg ikki rokna við at skúlin verður seldur Steingrím Niclasen skúla- stjóri á Eysturskúlanum vónar, at ein endalig av- gerð um hvussu verður við Eysturskúlanum verður tikin, ongantíð ov skjótt. Sjálvur er hann ikki í iva um hvat best er at gera. Tað er at lata skúlan fáa frið, so hann kann virka .sum hann hevur gjørt. Hann vísir eisini á tær tilrådingar, sum longu eru komnar fram, sum mæla frá at skúlin verður seldur. Steingrím Niclasen sig- ur, at hetta hevur verið ein alt annað enn stuttlig tíð á Eysturskúlanum, sum eis- ini hevur ávirkað næm- ingarnar nógv meira enn flestu fólk ivaleyst geva sær far um. -Næmingarnir spyrja dagliga hvussu verður við skúlanum, og onkur hevur enntá spurt hví eg vil selja skúlan, sigur skúlastjórin sum leggur aftrat, at nevndin, hann einaferð var ein partur av hevur gjørt sítt tilmæli, og tað talar sítt greiða mål. Men hvørki hendan nevndin ella aðrar hava tað avgerðandi orðið, tað hevur politiski myndugleikin, sigur Stein- grím Niclasen. tór.- Hetta hevur verið ein alt annað enn stuttlig tíð á skúlanum, sigur Steingrím Niclasen, skúlastjóri. Ikki selja uttan annað verður bygt Eisini landsskúlafyrisit- ingin hevur sagt sína hugsan um ætlaninar at selja Eysturskúlan. Í eini niðurstøðu, Landsskúlafyrisitingin hevur latið býráðnum, verður millum annað sagt, at fyrisitingin held- ur tað ikki vera ráðiligt at selja nakað undirvísing- arhgli í teimum komm- unalu skúlunum í Havn, uttan at, í hvussu so er, fleiri hóskandi undirvís- ingarhøli enn tey, ið møguliga verða seld, verða bygd aftur so hvort. Haraftrat vísir Lands- skúlafyrisitingin á, at verður ein sjålvstødugur skuli lagdur nidur ella flokkar og umdømismørk verða flutt, åsetur fólka- skúlalógin hvussu farast skal fram. Víst verður millum annað á grein 30 har tað m.a. stendur, at hevur eitt bý- ella bygdarráð av- gjørt at leggja ein skúla niður, skal hetta kunn- gerast í teimum føroysku blødunum. Seta minst 30% av íbúgvunum í avvarandi skålaumdømi, id hava valrætt, åheitan um hetta, skal atkvødu- greidsla verda um nidur- leggingina av skúlanum. Vísir úrslitið av atkvødu- greidsluni ein meiriluta iméti nidurlegging av skúlanum, kann hann ikki nidurleggjast fyrr enn næsta valskeið er úu. Tá skal nýggja býráðið aftur samtykkja niður- leggingina. tór.-