leygardagur 7. desember 1991síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SÁ RT
Nr. 229
7. desember 1991 .
Lesarabrøv
Til útvarpsstjóran, útvarps-
nevndina ella
politikararnar
Minnist so væl freina á
monnum, tá útvarpið setti
nýggja sendaran í gongd.
Har var til staðar bæði
hagur og lágur, og øll vóru
á einum máli, at tað var í
tekum tíma, at nýggjur og
kraftameiri sendari varð
tikin í nýtslu — kanska
var hann tó í veikara lagi,
soleiðis hildu menn tá. Út-
varpstelefonin gekk heit,
og ringt bleiv í eystur og
vestur, suður og norð, og
allastaðni fegnaðust fólk,
bæði á sjógv og landi.
Men, sum kellingin
segði: Stokkutur hiti var!
Meðan legtingsmenn í
ramasta álvara viðgera
eitt ervitismálið fyri og
annað eftir, hava teir ikki
ráð — ella kanska júst tí
at lata ein rættiliga
fittan part av føroyingum
frætta tidindi heiman, ti
nu skal sparast, og send-
arin, ið somu legtings-
menn segdu vera alt ov
veikan, verður settur nið-
ur á hálvan gekk.
Tann parturin av Fer-
oya fólki, ið eingi tíðindi
fær heiman longur, er
sjálvandi sjómenninir, og
einasta brotsverk, teir
munnu halda seg hava
gjørt, er, at teir hava verið
við til at velja sitandi log-
ting. Rætt er, at teir
hvenn fríggjadag kunnu
lurta eftir teim føroysku
tíðindunum í Danmarks
Radio, men gakk, tað er
ikki betur enn næstbest
heldur, tí síðani tíðindini
vórðu tikin av longbylgj-
uni og flutt á millumbylgj-
una, eru hoyrilíkindini
sera vánalig.
Meðan sendarin gekk
við fullari megi, hoyrdist
hann javnan niður í
Deutsche Bucht, ið er
hverjumegin 54 stig norð-
ur, og at hoyra útvarpið í
Humbermunnanum, 54
stig og 30 min N svitaðist
ikki. Nú seinnapartin eru
vit á 55 stigum og 10 min
N og um 6 stigum eystur,
men tað er so eiðasert, at
vit hoyra útvarpið —
hildu okkum einaferð
hóma sálmasong, men
harvið bleiv tað.
Í summar kundi tú
onkuntíð hoyra útvarpið
niður og eystur til
Kalundborg — viðhvert
niður í Stórabelt, og at
hoyra tað í Skagerakkin-
um, var ein sjálvfylgja,
men heldur ikki har — so
norðralaga — skalir tú at
hoyra tað, so ikki kann
sigast annað enn, at spart
er í ólukkumát.
Eg veit ikki, hvussu
nógvir feroyingar sigla
her í Norðsjónum, men
teir eru nógvir, og tað var
serliga vegna sjófólkið, at
menn fegnaðust á sinni, tí
nú fóru hesir menn í størri
mun at kunna fylgja við,
hvat hendi heima. Men,
sum sagt: Stokkutur hiti
var!
Veit ikki, um
rætt,
talið er
men eg haldi meg
hava hoyrt, at útvarpið
sparir einar 300.000 kr.
um árið, lata teir sendaran
ganga í »somgongd«. Hev-
ur útvarpið ikki ráð sjálvt
at seta „ferð< á sendaran,
so má legtingið síggja til,
at so verður.
Tekniski Skúlin og
lærlingaútbúgvingin !
Spurningurin er eisini,
um tað er neyðugt, at
landsstýrismenn fara so
mannsterkir bæði á henda
og handa fundin uttan-
lands — mundu ikki tær
vantandi krónurnar
kunna funnist har, varð
væl húsað?
Eg hugsi, eg man hava
allar sjómenn, bæði á hes-
um leiðum og aðrastaðni,
aftan fyri meg, tá eg heiti
á rettu avvarðandi
myndugleikar og biði teir
skrúva sendaran upp á
fulla megi aftur.
M/T TORA, 1/12-91
á 55 10'N, 006 08 Ey.
Jóannes Skaale
E.S. Er tað satt, sum sagt
verður, at løgtingsmenn
og harvið sjálvandi
eisini landsstýrismenn
flúgva fyri 1.700 kr. aftur
og fram við Atlantic Air-
ways — í privaterindum,
har vit onnur mugu av við
3.000 kr.?
Raksturin av teknisku
skúlunum er sera kostn-
aðarmikil. Sum tíðirnar
eru, eru hesir skúlar, eins
og alilr aðrir stovnar,
noyddir at spara. Á Tekn-
iska Skúlanum í Tórshavn
verður eisini spart til lítar.
Rakstrarútreiðslur skúl-
ans til lærlingafrálæru
verða partvís játtaðar á
legtingsfíggjarlógini og
partvís rindaður av kom-
ununum. Próvtekudeild
skúlans verður øll fíggjað
yvir legtingsfíggjarlóg-
ina. Dagligi rakstur skúl-
ans, t.v.s. hvussu skúlin
skipar uppteku, klassa-
kvotient, sveinaroyndir
osfr., hevur onga ávirkan
á rakstrarjáttan legting-
sins til skúlan.
Tá ungfólk fara í hand-
verkaralæru, eitt nú til
húsasmíð, verður henda
læra skipað soleiðis:
Skrivligur lærusáttmáli
verður gjørdur millum
lærling og lærumeistara
áðrenn lærutíðin byrjar.
Lærutíðin er fýra ár.
Í lærutíðini skiftir lær-
lingurin millum lærupláss
og skúla. Skúlagongdin er
ymisk frá læru til læru,
men flestu ganga í skúla í
uml. 40 vikur, býtt út á
skeið, sum vanliga eru
millum seks og tíggju vik-
ur hverja ferð.
Í seinasta hálva læru-
árinum SKAL lærlingurin
til sveinaroynd. Hetta
hevur við sær, at verða
nógvir sáttmálar undir-
skrivaðir eitt ár, so verða
tað eisini nógvir lærlingar,
sum skulu til sveinaroynd
3% ár seinni.
Hetta er júst steðan á
Tekniska SKúlanum i
Havn nú, har skúlin
skipar fyri nógvum
sveinaroyndum orsakað
av tí óvanliga stóru til-
gongdini í tíðarskeiðinum
1987/88.
M.a. hava ikki færri enn
29 húsasmíðlærlingar ver-
ið til sveinaroynd á Tekn-
iska Skúlanum í ár. Næsta
ár verða teir enn fleiri,
nevniliga 33, um ikki
onkrum berst frá.
Av ymiskum orsekum,
sum skúlin onga ávirkan
hevur á, koma summir
lærlingar ikki í skúla á
fyrsta skeið fyrr enn í eðr-
um læruári. Hetta ger, at
tað kann vera trupult at
fylgja ådurnevndu tíðar-
áseting fyri sveinaroynd-
um.
Feroya Læruráð skipar
fyri øllum sveinaroyndun-
um og rindar skoðanina
(skoðan er próvdeming av
sveinaroyndum, hon verð-
ur gjørd av tveimum
handverkarum).
Skúlin hevur í fleiri ár
latið helir, amboð og tilfar
til hesar sveinaroyndir,
hóast hetta sambært lær-
lingalógini ikki er skúlans
ábyrgd. Henda skipanin
hevur tó riggað væl.
Eitt av aðalmálunum
við tilrættisleggingini á
Tekniska Skúlanum í
Havn, er at sveinaroynd-
irnar verða hildnar ÁÐR-
ENN lærutíðin er úti.
Í 1991 hava 29 húsa-
smíðlærlingar lokið
sveinaroyndina, og tá tað
bert er pláss fyri í mesta
lagi 12 hverja ferð, hevur
verið neyðugt at bólkað
teir í tríggjar royndir.
Skipanin við hægsta-
marki fyri næmingatali til
sveinaroynd er annars
galdandi fyri allar lær-
lingaútbúgvingar.
At lærlingatalið er ym-
iskt til sveinaroyndirnar,
er m.a. orsakað av nær
lærutíðin endar fyri hin
einstaka lærlingin og um
lærlingar á eðrum stigi
júst tá eru á deildini.
Í sambandi við húsa-
smíð-sveinaroyndina kann
verða lagt afturat, at hon
er sera plåsskrevjandi, og
tí illa kann samskipast við
aðra frálæru á deildini.
Lærararáð Tekniska
Skúlans, Tórshavn
aðalfundinum.
Fráboðanir
beina til
Framhald av síðu 13
2000 krónurnar. Annars
mátti eg brúka tað eg átti
og síðan taka lån til eg
varð frískur.
--Hesum fann eg meg
ikki í og fekk ein annan
ráðgeva, sum var til at
tosa við. Í dag fái eg
somikið, at vit trý kunnu
liva og svara hverjum
sitt.
Uppstilling til
formansval i
Starvsmanna-
felagnum
Smb. 8 13, stk. 3 í lóg felagsins verður
boðað til uppstilling til formansval í
Starvsmannafelagnum.
Fastur formaður skal veljast á aðalfundi
felagsins í februar 1992. Uppstillingin
skal vera liðug innan 15. januar 1992.
Limir felagsins, smb. serliga 8 13, stk. 8,
kunnu stilla upp til valid. Hetta verdur
gjørt á tann hátt, at boðað verður skriv-
stovu felagsins skrivliga frá, at limur
sjálvur ynskir at stilla upp, ella at limur
ella limir ynskja at stilla annan lim upp.
Stillar limur ella stilla limir annan lim upp
enn seg sjálvan, skal samtykki valevni-
sins fylgja við uppstillingarfráboðanini.
Tann skrivliga fråsøgnin um uppstilling
skal vera skrivstovu felagsins í hendi ikki
seinni enn 15. januar 1991. | fråsøgnini
skal vera tilskilad navn og bustadur hjå
valevninum, og hvar valevnið arbeiðir
Formansstarvid er lønt, og bert tann,
sum tekur starvið sum hálvtíðar- ella
fulltíðarstarv, kann verða valdur. Sam-
bært sáttmálan hevur tann, sum verður
vald/ur til formann í felagnum rætt til at
fáa farloyvi frá arbeiðsplássinum alla
formanstíðina, soleiðis at stovnurin hev-
ur skyldu til at hava starv til hana/hans-
ara, tá formanstíðin er úti.
Aðalfundurin velur formannin beinleiðis
vid vanligum meirluta fyri tvey år.”
Limirnir verða, í seinasta lagi tá aðal-
fundurin verður lýstur, kunnaðir um,
hvørji valevni verða at velja ímillum á
Víst verður annars sum heild til 8 13 í lóg
fyri Starvsmannafelagiåd.
um uppstilling verða at
Starvsmannafelagið
Tinghúsvegur 15
Postboks 1216
110 Tórshavn
Hvussu útlitini hjá
Jón eru í dag finst einki
greitt svar fyri. Hann
hevur fingið at vita frá
læknunum, at tað kunnu
ganga upp til fýra ár,
áðrenn hann er kormn fyri
seg aftur. Her krevst tol.
Jón er giftur við Gurið
úr Gøtu, tey eiga sonin
Eli,
SKP er DOP