leygardagur 7. desember 1991síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SÁU
A. E. Jacobsen
>Tekk veri Gudi fyri sína ósigandi
gåvu!« 2. Kor. 9,15.
Guds ósigandi gáva er Jesus Kristus. »Ti at
so elskadi Gud heimin, at Hann gav son sin,
hin einborna«. Gåvan er ósigandi, ti at
hvørki gåvan sjålv ella kostnadur hennara
kunnu greinast i orðum. Men hóast vit
ongantíð í orðum kunnu greina ella í hjarta
til fulnar skilja, hvussu stór og rík og kostn-
aðarmikil henda Guds gáva til okkara er, so
fáa vit kortini so hvert sum vit lesa og hoyra
um hana í Guds orði, so við og við betur
fatur í, bæði hver ið gávan er, og hverjum
hon er ætlað.
Halda vit, at Gud gav okkum hesa dýr-
mettu gávu bert við tí í hyggju, at geva
okkum eini >hugnalig< jól, so hava vit i
veruleikanum einki skilt — og heldur einki
veruligt gagn fingið av henni. Men hevur
boðskapurin um hesa gávu fingið virkað
soleiðis á hjarta okkara, at hann hevur
skapað eina persónliga tekk til Guds í
hjartanum fyri Jesusbarnið, sum Gud gav
okkum til frelsu, so hava vit í honum fingið
nóg mikið til lív og til sælu.
Henda persónliga tøkkin hjá Guds børnum
fyri hansara ósigandi gávu elvir — og eigur
at elva — til eina samfelda takkargerð, sum
kemur til sjóndar í gávumildi móti menniskj-
um.
Men til er eitt »gåvumildi« og ein »gevari«,
sum bert er ein keipumynd av hesum, id her
er nevnt. Tí allar góðar gávur koma oman úr
erva frá Faðir ljósanna, og ikki oman úr fjell-
unum frá onkrum jólamanni.
Og ikki áttu vit á jólum at givið børnunum
annan barnavin enn barnavinin Jesus.
andlát
30. november
Maria Richardt, Maria hjá Andrassi, Sumba 85
ár.
Gudstænastur 2. s. í advent
Svínoy: Jógvan Johansen kl. 12.00
Christianskirkjan: Henning Bøgesvang kl. 11.00
Húsar: Niels P. Danielsen kl. 12.00, altargongd
Elduvik: Peter O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd
Hellurnar: Peter O. K. Olofson kl. 17.00, altargongd
Lamba: Jåkup Kass kl. 11.00
Glyvrar: Jåkup Kass kl. 15.00, barna- og familjuguds-
tænasta
Selatrad: Petur Petrsen kl. 12.00, altargongd
Norðskála: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd
Eiði: Emil Olsen kl. 18.00, ljósmessa
Haldórsvík: Martin R. Jacobsen kl. 12.00
Hósvík: Marjun Bæk kl. 12.00
Kaldbak: B. Bønnelykke, deyvaprestur. Gudstænastan er
fyri oll
Havnar kirkja: Petur M. Rasmussen
Vesturkirkjan: Høgni Poulsen kl. 12.00, altargongd
Hestur: Kjartan Mørkøre
Nólsoy: Bjarni Bæk
Bøur: David Johannesen kl. 12.00
Skopun: Jåkup R. Hansen kl. 12.00
Húsavík: Jákup R. Hansen kl. 19.00
Hvalba: Birgitte Johannesen kl. 12.00, altargongd
Sandvik: Birgitte Johannesen 18.00
Tvøroyri: Jónsvein Bech kl. 12.00, altargongd. Talvan
gongur fyri sjómanskirkjuna
Vágur: Heri Joensen kl. 11.00
Hov: Heri Joensen kl. 12.15
Sumba: Heri Joensen kl. 18.00
KFUK
Í dag frá kl. 15.00 til 17.30
verður samkoma fyri leygardag ogÅlvur av
foreldur og børn. Kåk, tlf. 12557, sunnu-
Vit gera jólaskreyt. dag.
Læknavaktir
Tórshavn: Kristianna
Nordendal, tlf. 12979,
Eysturoy: Magnus å
Stongum. df. 23006,
leygardag og Pól Johs. í
Horni, tf. 44038,
sunnudag.
Norðuroyggjar: Stein-
ímur Weihe, uf.
Samkoma teirra eldru verð- En
ur mánadagin kl. 17.00 Vágar: TIf. 32413.
(broytt klokkutíð). Inn- Suðuroy (norður):
gangur við Kjartan Mørk- Tlf. 71560.
øre, sóknarpresti. Sangur, Suðuroy (suður): Tlf.
upplestur. 73030.
Sunnukvøldid kl. 20.00
verdur Lucia-veitsla. Inn-
gangur við bispinum -
drekka - søgur. Til seinast
verdur Lucia-gongd.
22. november fingu 30.
Solfrid Joensen og Ja-
cob Vestergaard, Okr-
november fingu
Drós í Olavsstovu og
Jens Midjord, Tórs-
3. desember fingu Erla
og Rasmus Petur
Tróndheim,
Annað jolakvøld kenna
summir menn til
At kenna til, hvat er tað?
Tað er at hava eitt pirr, eitt pirk, eitt vink, eina
vóning, forandring, hivara, stýra við ár, lagghall-
ur, sjálvur annar, ikki einsamallur, drukkin, full-
ur, hava uppi í hevdinum, kenning, passaligur,
gott blóð, hevurhaltur, ikki stúttur á beinunum,
kenna til. Niclas á Leitinum, ættaður úr Dali,
segði einaferð frá Feroyingi, at tann dagin, hann
tók embætisprógv á lærda háskúlanum í Keyp-
mannahavn, hevði hann ein pegil av romm fyri
pannuni.
Nevnd eru tjúgu orð, sum vit brúka, tá ið onkur
kennir til. Óivað eru tey fleiri. Stuttligt hevði
kanska verið at fingið savnað slík orð og sett tey
hvert eftir eðrum, soleiðis sum menn kenna til.
Sagt verður eisini, at kenna sær eitt til, krevja
okkurt, tú eigur, og annar kanska kannar sær.
Vit hoyra ofta fólk siga, at tey kenna til okkurt,
ella kanska oftari, at tey kenna ikki til okkurt, tå
ið vit eiga bæð: betri orð og betri setningar á fer-
oyskum máli. Fólk lata seg taka av fótum við hes-
um orðunum at kenna til, og tað er, tí at tey duga
ikki at lofta sær i føroyskt mál við sínum út-
lendska ferningi.
„>Ég kenni til at arbeida«, soleiðis tók ein maður
til nú ein dagin. Hann helt seg onkuntíð hava
gjert meiri gagn, enn onkur ungdómur nú á deg-
um ger.
Kann vera, at maðurin hevði grein í sínum máli;
men hann skuldi málborið seg betur.
„Ég veit, hvat ið tað er, at arbeida«. >Ég havi ar-
beitt“, — kundi hann sagt. Okkurt annað eisini.
Latum okkum nevna nekur demi, sum betri eru
enn hetta útlendska orðasniðið: >Hetta kenni eg
einki til«.
Á okkara máli siga vit:
Eg veit einki um tað.
Vit vita einki um tað.
Ikki mær vitandi.
Eg dugi ikki at minnast, at hann hevur sagt
tað.
Tað havi eg ikki hoyrt.
Eg havi ikki hoyrt tað grett.
Tað havi eg ikki sæð.
Eg havi ikki frætt tað.
Onkuntíð munnu vit hava hoyrt fólk siga: >Ikki
eri eg mentur at minnast, at hann hevur sagt
tad«.
Sv. T.
Leirvik,
1. desember
Sjurdur Poulsen, Klaksvik, 18 år.
2. desember
Fia Nielsen, Sandavågi, 71 åra gomul.
Einar Egholm, Streymnesi, 62 åra gamal.
4. desember
Reinhold Jacobsen, Klaksvik, 83 åra gamal.
5. desember
Arnold Dam, Argjum, 73 åra gamal.
Brudleyp
Í dag kl. 17.00 giftast í
dómkrikjuni í Havn Pmina
Percetz úr Belserva í Israel
og Petur Eyðun Dam úr
Havn.
Brúdl.adr.: Skúlaheimið
við Marknagilsvegin.
um, eina dóttur. Hon
var 55 cm. long og vig-
aði 3800 gr.
28. november fingu
Ella og Moodi Norð-
berg, Hvalba, ein son.
29. november fingu
Eydna Poulsen og Jón
Finn Vestergaard,
Tórshavn eina dóttur.
Hon var 53 cm. long og
vigaði 2800 gr.
29. november fingu
Jona Andreassen og
Regin Haraldsen, Tórs-
havn, eina dóttur. Hon
var 54 cm long og vig-
aði 3700 gr.
havn, eina dóttur. Hon
var 52 cm. long og vig-
aði 3500 gr.
30. november fingu
Karin Toftegaard og
Helgi Jergensen, Tórs-
havn, eina dóttur. Hon
var 50 cm. long og vig-
aði 3100 gr.
2. desember fingu Ey-
rith og Niels á Kráku-
steini, Tórshavn, ein
son. Hann var 52 cm.
langur og vigaði 3750
gr.
3. desember fingu
Mariann og Eggaba
Andreasen, Sandavági,
ein son. Hann var 51
cm. langur og vigaði
3400 gr.
..
ein son. Hann var 51
cm. langur og vigaði
3000 gr.
3. desember fingu
Selma M'Intosh og
Jógvan Olsen, Tórs-
havn, ein son. Hann
var 52 cm. langur og
vigaði 3600 gr.
4. desember fingu
Tordis Klein Olsen og
Rúni Nielsen, Vest-
manna, ein son. Hann
var 52 cm. langur og
vigaði 3750 gr.
5. desember fekk Elin
Sólsker, Tórshavn, ein
son. Hann var 53 cm.
langur og vigaði 3550
| Í
*— —— * Y
Vælkomið
lítla barn
5. desember fingu Ing-
un og Arno Herman-
sen, Kaldbak, ein son.
Hann var 53 cm. lang-
ur og vigaði 3750 gr.
5. desember fingu Elin
og Elias Mikkelsen,
Getu, eina dóttur. Hon
var 53 cm. long og vig-
„ aði 4000 gr...