týsdagur 10. desember 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
„<aáahjaðið
tðindað - Fyritaksstjóri
Ljósmyndari
Ábyrgdarbiaðstjóri. Jan Miller
Krisjan Dahl
Kalmar Lindenskov
Jústinus Eidesgaard
| Bladfélk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Olavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Utgevari P/f Sosialurin Bústaður:
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent Pif Pressan 1981 Telefon:
Argjavegur 26 | Postadressa: Pøstsmoge 76
Argir 110 Tórshayn
11820 Telefax: 14720
Bladlestur
KANNINGIN, sum varð almanna-
kunngjørd í Sjónvarpinum í farnu
viku um føroysku blødini, var sera
áhugaverd. Ikki minst fyri okkum,
sum starvast á Sosialinum. Nú skal
slík kanning sjálvsagt takast við
einum fyrivarni, men hon gevur
okkum so eina hóming av, hvørji
blød føroyingar lesa.
SAMBÆRT > kanningini liggur
Dimmalætting so klårt og greitt å
odda. Hetta vistu vit frammanund-
an, tí blaðið hevur longstu traditión-
ina at koma út og hevur leingi havt
eina monopollíknandi støðu. Um-
framt at hon hevur verið alment
kunngerðarblað alt tað vit vita um,
so hevur blaðið eisini verið tað
mest eftirspurda lýsingablaðið.
Sambært kanningini, so lesa umleið
78% Dimmalættingina. Hetta má
sigast at vera sera høgt tal. Við ødr-
um orðum kann blaðið næstan ikki
fáa betri undirtøku enn tað fær i
dag.
NAKAÐ væl aftan fyri Dimmalætt-
ing kemur so Sosialurin við umleið
38%. Hóast hetta er nógv minni enn
talið fyri Dimmalættingina, so má
kortini sigast, at undirtøkan, Sosial-
urin fær millum lesararnar er rætti-
liga stór. Tá so hugsað verður um,
at blaðið harafturat kemur út fimm
ferðir um vikuna, so er greitt, at tað
verða seld nógv blød ialt hverja
viku. Á triðja plássinum kemur so
Dagblaðið við umleið 21%. Og sum
nr. 4 koma so Oyggjatidindi. Kann-
ingin er gjørd, áðrenn Fjúrtandi
kom út aftur, so hann er ikki við í
yvirlitinum.
AT munurin millum Sosialin og
Dagblaðið skuldi vera sq, stórur
man helst koma óvart á onkran, tí
Dagblaðið við táverandi blaðstjóra,
Óla Breckmann, hevur gjørt rætti-
liga nógv vart við seg í orðaskiftin-
um. Tølini fyri blaðið sýna so, at tað
eftir øllum at døma er ikki hetta,
sum dregur nýggjar lesarar til sín.
Sosialurin hevur heilt bevíst valt tíð-
indalinjuna og hava vit við okkara
fimm daga útgávu roynt at gera
blaðið til eitt tíðindablað burturav —
sjálvandi við gðrum tilfari eisini,
sum hoyrir einum tíðindablaði til.
EFTIR okkara tykki er tað júst tíð-
indalinjan, sum stendur fyri økta á-
huganum fyri blaðnum. Vit fara tí at
halda fram á hesum bógvi og vóna,
at vit longu í komandi ári kunnu
røkka longur út kring landið við
okkara tíðindaflutningi. Vit ásanna,
at føroysk blød í alt ov lítlan mun
hava »dekkad« bygdirnar og pláss-
ini uttan fyri Havnina. Føroysku
blødini hava verið, og eru tað fram-
vegis, ov nógv havnarblød. Hetta er
ein múrur vit vilja bróta niður. Tí
fara vit at leggja alsamt stórri dent
á tíðindi úr øllum heraðshornum í
oyggjalandi okkara.
AT eitt blað sum Oyggjatíðindi ligg-
ur heilt niðri á 14% av lesaraskaran-
um hava vit onga viðmerking til.
Tað má vera teirra høvudpina. Hvi
so fá fólk lesa blaðið, sum kanning-
in hjá sjónvarpinum vísir, má so
vera til sjálvrannsakan hjá blað-
num.
TAÐ stendur greitt, at eingin eigur
at kenna seg alt ov tryggan á blað-
marknaðinum. Einasti máti fyri at
kunna yvirliva er at gera eitt enn
betri blað. I<ki bara í dag og í morg-
in, men allar teir komandi útgávu-
dagarnar. Hetta setir tí sera stór
krøv til bæði journalistar og annars
starvsfólkið alt. Og ikki minst til
leiðsluna.
VIT kunnu so ikki annað enn vera
fegin um, at Sosialurin nú liggur
klárt og greitt á einum 2. plássi.
Hóast langt er til at røkka sama
stødi sum Dimmalættingin er á, so
halda vit, at munurin millum hesi
bæði størstu blødini í Føroyum er
minkaður nakað. Hjá Dimmuni er
næstan eingin vegur frameftir, tá
hugsað verður um at gkja um upp
lagið, so stóran lesaraskara hevur
blaðið longu. Men fyri okkum á
Sosialinum er hetta aðalmálið, sum
vit miðvíst arbeiða fram ímóti. Tess
fleiri lesarar, tess betri gkonomi, og
tess betri gkonomi, tess betri blað.
ANNARS sær tað ikki mætari út
enn at Dimmalætting, sum higartil
hevur havt eina monopollíknandi
stóðu í bladheiminum, er farin at
taka eitt nú Sosialin meira alvorliga
— ja, at meta blaðið sum ein kon-
kurrent. Og tað kunnu vit bert fegn-
ast um. Sosialurin hevur nú í fleiri ár
prentað veðurtíðindi og fødingar í
blaðnum. So gott tilfar heldur
Dimman hetta nú vera, at hon eisini
er farin at taka somu tættir upp.
Hon er við øðrum orðum farin at
konkurrera við Sosialin — ella hon
er farin at meta tað sum gott tilfar,
sum Sosialurin nú hevur verið
einsamallur um í fleiri ár. Og tað
kunnu vit ikki siga Dimmuna ringa
fyri. Hon skal vera hjartaliga væl-
komin at bjóða Sosialinum av. Vit
fara so at royna at liva upp til vaks-
andi sølutølini og vóna, at vit longu
í 1992 kunnu bjóða alsamt fleiri les-
arum blað okkara.
Dimma við góð-
ynskjum
Dimmalætting skrivar
leygardagin í oddagrein
um tann týnding fjar-
fiskiskapurin hevur havt
og framvegis hevur fyri
okkum. Blaðið vísir á, at
hóast vit hava mist nógv
rættindi á fjarleiðum, so
hevur fiskur vit fáa frá
gðrum framvegis stóran
týdning, og her nemur
blaðið so serliga við
kvotuna vit fáa frá íslend-
ingum.
Selv om den oprinde-
lige kvote er indskrumpet
så den nu er nede på om-
kring halvdelen af, hvad
den var i 1976, har den
været af stor betydning
for de fartøjers drift, som
har fået tildelt andel af
den, og kvoten har fra
færøsk side også været
påskønnet som den
venskabelige islandske
gestus, den er.”
Blaðið skrivar víðari, at
tað nú ljóðar at íslending-
ar eru samdir um at taka
kvotaspurningin við før-
oyngar til nyggja vidgerd
við tí endamáli at minka
føroysku veiðukvotuna
enn einaferð.
Dimman vísir á, at tað
verður torført hjá lands-
stýrinum at fáa eins góðar
avtalur sum tær, ið hava
verið galdandi og leggur
aftrat:
"Herfra skal der dog
følge alle gode ønsker for
vore forhandlere om det
bedst mulige resultat, men
situationens alvor under-
steger, hvor livsnødvend-
igt det er, at landsstyret
søger kontakt med er-
hvervslivet og nu går i
gang med at gøre noget
effektivt for fiskebe-
standens vækstmuligheder
i hjemlige farvande.”
Blaðið skal hava rætt í
ti, at tað fyriliggja torførar
samráðingar við onnur
lond um fiskirættindi. Vit
kunnu so bert vóna, at
okkara samráðingarmenn
hava hegni til at fáa
líkinda avtalur. Men stór-
an týdning hevur tað so
eisini, at vit royna at gera
okkurt munagott fyri at
fáa okkara egnu fiska-
stovnar at nørast aftur.
Hugaligt at síggja, at
eisini Dimmalættingin,
málgagnið hjá sambands-
fólki/flokki, eisini ynskir
okkara landsstýrið og
samráðingarmonnum
góða eydnu. Tað hevur
ikki júst verið gott látín í
tí blaðnum, men sum
tíðirnar eru, so fáa tær
sjálvt erkafíggindar at
samstarva og koma við
uppbyggjandi krittikki, og
tað kann bara vera gott 1
Feroyar til HM
Føroyar skulu nú til at
spæla fótbólt á altjóða
stødi. Vit hava longu
roynt okkum í EM-
kappingini, men
komandi ár fara vit so
eitt stig víðari og skulu
vera við í heims-
meistarakappingini fyri
fyrstu ferð. Lutakastið
um hvgrji lond vit skulu
spæla móti varð í New
York sunnudagin. Vit
skulu spæla móti Belgia,
Wales, Cypern,
Tjekkoslovakia og
Rúmenia. Hetta var nú
ikki just tað, sum mong
fotboltshugad her heima
høvdu vónað. Ynskið
hevur verið at fáa okkurt
meira kent fótbóltsland
at dystast mót eitt nú
Ongland, Italia ella
Frakland. Hesi lond
høvdu ivaleyst givid
nakað væl í "kassan", tå
vit høvdu heimadystir.
Nú er so vandi fyri, at
heimadystirnir ikki
gerast nøkur kassa-
succes. Men hinvegin so
eiga vit kortini at
fegnast um, at tað ikki
heimsins bestu
eru
fótbóltslond vit skulu
dystast móti. At vit
skulu meta Cypern og
Wales gevur okkum
møguleikan at sleppa
um ikki snikkaleysir so
eitt sindur betri frá
kappingini. Kanska vit
fáa okkurt stigið. Nú er
avgerðin so fallin. Vit
skulu vera við í HM fyri
fyrstu ferð og vit vita,
hvgrji lond vit skulu
mýta. Nú er at fara undir
venjingarnar og taka
hetta í fullum álvara.
Helst skuldi hepna lut-
tøka okkara i EM slóðað
fyri einum hampuligum
úrsliti við VM eisini.
Givið er so tað, at vit
við hesi luttøku kunnu
gerast meira kend kring
heimin. Vónandi kann
hetta so "smitta" av
uppá okkara útflutnings-
møguleikar í framtidini
SN
—————————— 1 fy, —.0ew—wwoaiiieWi