Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 230 — 10. desember 1991 RN S0SjaUrn Næstan 2000 fleiri menn enn kvinnur Í Føroyum Bert í trimum bygdum eru fleiri kvinnur enn menn. Í Havn, Vági og á Eiði er javnvág millum kynini Í Føroyum eru kvinnurnar í minniluta. Í einum yvirliti í árbókini fyri Føroyar, sum Hagstovan hevur latið gjørt, sæst, at seinasta árs- skifti vóru 1897 fleiri menn enn kvinnur í Føroyum. Bert í trimum av teimum tilsamans hálvthundrað kommununum eru kvinnur í meiriluta. Tað ér í Kirkjubø, Mykinesi og í Saksun. I trimum ødrum komm- unum er javnvág. Hesar eru Havnin, Vágur og Eiði. Elduvík er tann bygdin, har størsti munurin er á talinum millum menn og kvinnur. Í Elduvík eru 66 menn og 42 kvinnur. Kvinnurnar liva longri Tað eru í øllum aldurs- bólkum upp í 64 ár, at menn eru í meiriluta, men tá ellisárini nærkast kemur vend í. Tá gerast kvinn- urnar í meiriluta, og tess eldri vit komu upp í aldursbólkarnar, tess fleiri kvinnur. Elsti aldursbólk- urin, sum nevndur er árbókini eru fólk 95 ára gomul og eldri. Í hesum aldri eru 63 prosent kvinn- ur. Um hetta sigur árbókin millum annað, at Tórs- havnargkið hevur tað javn- asta kynsbýtið, lutfalsliga flest av 20 til 39 ára goml- um, og minst av 60 ára gomlum og eldri. Streymoy annars hevur stórt kvinnuundirskot í barnafgðandi aldursbólkin- um. Klaksvíkargkið hevur eisini sítt Ójavnasta kyns- býti í hesum aldursbólk- inum. Norðoyggjar annars hava tað skeivasta kyns- býtið og tað elsta aldurs- býti í landinum. Hinvegin hevur syðra Eysturoyggin tað yngsta aldursbýti í landinum. Tann barnafødandi aldurs- bólkurin fer at fáa stóra tilgongd av teimum mongu ungu, og tá lutfalsparturin av eldri og gomlum er nakað undir maðal, kann suður Eysturoyggin fáa eitt veksandi burðaravlop komandi ár. I norðaru Eysturoy er aldursbýrið nakað sum í Norðoyggjum annars, tó er kynsbýtið ikki so skeivt. Sandoyggin nakað fyri seg Um Vágagkið verður sagt, at hetta víkir frá meðalbýtinum fyri alt landið við at aldursbólk- urin 20 til 39 ár er væl minni og tey elstu eru væl fleiri. Sandoyargkið er nakað fyri seg. Har er lutfals- parturin av teimum yngstu ein tann størsti í landinum, men so mikið mong flyta av oynni, at f6lkavøksturin verður ikki hareftir. Lut- falsliga er talið á teimum millum 20 og 39 ár í Kamar til leigu við atgongd til kok og bað. TIf. 17691 pr Sandoynni tann minsti i landinum. Suduroy hevur sama lutfalspart av 0 til 19 ára gomlum sum galdandi er fyri alt landið. Aldursbýtið er annars heldur gamalt. Hetta hevur í fleiri ár avmarkað burðaravlopið munandi. Kynsbýtið í Suð- uroy er tó javnari enn í hinum økjunum, burtursæð frá Tórshavnargkinum, verður sagt í árbókini fyri Føroyar. tór.- Í Føroyum eru nógv fleiri menn enn kvinnur, so tað ræður um at liggja framvið Dýrari at tryggja ær dagpening Gjaldið hækkar við 400 prosentum Tey, sum hava teknað seg til sjálvbodnu dagpening- askipanina, fingu við post- inum í gjár ein rættiligan hvgkk. Í skrivinum, tey fingu frá Almannastovuuni stóð, at tær 160 krónurnar, tey áður hava rindað til sjálvbodnu dagpeninga- skipanina, eftir 1. januar komandi, verða 625 krón- ur. Tað eru serliga fólk í egnari vinnu, sum hava teknað seg til skipanina. Onkur lesari heldur fyri, at í hansara føri, har bæði hann og konan eru við í skipaninni, fer árliga rok- ningin úr sløkum 1300 krónur upp í 5000 krónur. Hann ivast í, at hetta ikki fær fólk heldur at seta pengarnar í bankan. Tommy Petersen, al- manastjóri sigur, at stóra økingin í kostnaðinum kemst av, at landsstýrið ongantíð hevur hækkað gjaldið tey tíggju árini skipanin hevur virkað. Sambært lógina skulu tey tryggjadu sjålvi rinda 75% til skipanina. Í løtuni svarar gjaldið frá teimum bert til eini 10 prosent, og hesum hevur danski stat- urin nú funnist at. Kravt verður, at gjaldið verður hækkað sambært lóg. Tommy Petersen sigur, at skal gjaldið hækkast í samsvar við lógina, skuldi tað verið hækkað úr 160 krónur og upp í 1000 krónur um fjórðingsárið, og tað hevur landsstýrið hildið vera ov nógv. Tí gjørdi landsstýrið av, at hækka gjaldið til 625 krónur um fjórðingsárið. Hetta svarar til 40 prosent. Munin millum tey 40 og 75 prosentini rindar lands- stýrið. Samstundis arbeiðir landsstýrið við at fáa broyt lógina soleiðis, at tey tryggjaðu skulu rinda 40% og ikki 75 sum lógin í dag ásetur. Tommy Petersen sigur, at vanligt er aðrastaðni, at hin tryggjaði rindar sjálvur 40 prosent. tór.- Síða 5 Boðini komu ikki frá býráðsfor- manninum -Sigur býráðsfor- maðurin Mentamålanevndin i Tórshavnar Byråd skuldi eftir ætlanini hava fund um eyst- urskúlamálið seinasta fríggjadag, men hesin fundar var av ongum Í Sosialinum leygar- dagin segði Heðin Mortensen, formaður í nevdnini, at eystur- skúlamálið er eitt so mikið stórt mál, at nevndin skuldi helst verið fullmannað, og tí vildi hann bíða ul mánadagin at hava fund. Fýra av teimum fimm nevndarlimnum vóru heima, men hin fimti, Ingi Mohr, var staddur uttanlands. Hann kemur tó ikki heim fyrr enn um eina góða viku. Tí gjørdu vit okkum tað nidurstødu, at tað kundi sostatt ikki vera Inga Mohr, sum bíðað varð eftur. Hinvegin var býráðsformaðurin eisini uttanlands, men hann kom heim um vikuskiftid. Tí loyvdu vit okkum at gila, at tað mundi vera honum, sum bíðað var eftir, og at tað var hann, sum hevði ynskt, at nevnd- arfundurin varð úts- ettur. Hesum høvdu vit eisini fingið onkra ábending um frá góðum keldum. Poul Michelsen, bý- ráðsformaður ger tó vart við, at hann hevur eingi boð givið um at fundurin í Mentamála- nevndini skuldi út- setast. tór.- Tað komu eingi boð frá mær um at útseta nakran fund í Menta- målanevndini, Poul Michelsen, by- ráðsformaður sigur