Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. desember 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Tíðindaskriv frá umboðunum at foreldrum og avvardandi at børnum i Eysturskúlanum: Eingin bólkur logliga settur at kanna viðurskiftini um Í brævi, dagsett 1. no- vember 1991, til >limirnar arbeiðsbólkinum um framtíðarskúlan i Havn« verða limirnir bodnir til fundar á býráðsskrivstov- uni hósdagin 7. november 1991, kl. 15.00 „at gera ålit um framtidarskulan i Havn«. Víðari stendur i brævinum: A fundi i mentamåla- nevndini tann 30. oktober 1991 var niðanfyri tilráð- ing til viðgerðar >A fundi í Tórshavnar Býráð í november 1987 setti býráðið ein arbeiðs- bólk at arbeiða við spurn- inginum, hvussu skúla- mynstrið í Havn eigur at verða í framtíðini. Í sambandi við broyt- ingarnar av teimum kommunalu skúlunum, (fysisku karmarnir), sum nú fara fram, er neyðugt at seta ein arbeiðsbólk at gera eitt álit um fram- tíðarskúlan í Havn«. Mentamálanevndin samtykti at velja Jan Christiansen, Heðin Mort- ensen og Leiv Hansen fyri mentamálanevndina. Nevndin valdi eisini Stein- grím Niclasen, skúla- stjóra, Gunnar Hoydal, býararkitekt og Jákup Simonsen. SR Skúlaráðið valdi Jóhan Samuelsen og Lands- skulafyrisitingin valdi Petur J. Sigvardsen. Býráðsformaðurin manipulerar Eftir hesum at døma hev- ur bólkurin fingið eina heilt greiða uppgávu: Framtíðarskúlin í Havn. Men hvat hendir: Á fyrsta fundi í bólkinum hin 7. november kl. 15.00, legði býráðsformaðurin upp- skot til arbeiðssetning: Bólkurin skal kanna, hvussu best kann verða skipað so fyri a. at skúlin framvegis verður skúli (grund- skúli) fyri bern í tí na- túrliga býlinginum eystan fyri R.C. Effer- seesgetu/Jónas Broncksgetu. b. at framhaldsdeildin og næmingar hennara fáa umsteður og tíð at flyta í verandi ella komandi skúlar í kommununi. d. at Maskinskúlin kann flyta i ein part av skul- anum i august 1992. Bólkurin samdist um at seta eitt fjórða punkt í ar- beiðssetningin: e. og herumframt kanna, framtíð Eysturskúlans um Eysturskúlin í sínum verandi líki kann rúmast í skúlabygninginum sam- an við Maskinskúlanum. Bólkurin fekk ein mánað at arbeiða í. Tilmælið skuldi vera liðugt seinast 6. de- sember -91. Er býráðsformaðurin for- restin valdur í bólkin? Hvat ger býráðsformaðurin so á hesum fundi? Jú, hann manipulerar. Hann broytir, so alt passar. 1. Arbeiðssetningurin verð- ur broyttur, og 2. skúlaumdemismarkið flutt. Tad var sunnan fyri Mylnugøtu, vid Tinghús- vegin, vid Sundsvegin og eystanfyri moti Hoy- dalså, (samb. lysing frå Tórshavnar Skúlaráð um innskriving í Tórshavnar kommunalu skúlar 1991), og 3. nú er lag á manni at heita á foreldur á fundi á Eyst- urskúlanum hin 13. no- vember um at lata bólkin fáa frið at arbeiða, um hetta er arbeiðssetning- urin. Bólkurin fingið bundna uppgávu Bólkurin, ið valdur varð av Mentamálanevnd Tórs- havnar Býráðs at gera álit um framtíðarskúlan í Havn, hevur knappliga fingið eina heilt fasta upp- gávu: Hann skal loysa teir praktisku spurningarnar í sambandi við, at Maskin- skúlin flytur inn í ein part av skúlanum í august 1992. Annað kemur ein ikki fram til, tá ið ein lesur arbeiðssetningin. Inhabilir juristar Men á sama fundi í ar- beiðsbólkinum girdi hann limirnar inni so, at teir sluppu ikki at gera annað enn tað, ið hann vildi sjálvur, tí í frágreiðing, sum GH hevur skrivað frá fundinum, stendur: >Við- víkjandi = tí juridiska spurninginum í málinum upplýsti býráðsformaður- in, at sakferarar fyri kommununa og landsstýr- ið eru bidnir um at kanna hetta«. Hetta merkir, at sakferarar fyri seljara og keypara eru farnir undir at kanna, hvussu Eystur- skúlin »løgliga« kann av- handast, tí eftir øllum at dema er hann longu seld- ur. Tað vilja leysatíðindi eisini vera við. Bara EIN glotti Eftir at hava lisið alt til- farið, ið er hesum málin- um viðkomandi, eru vit, umboð foreldranna og av- varðandi at bernum í Eysturskúlanum, bæði herm og vónsvikin, og vit skilja bara enn tydiligari, at gjógvin millum veljarar og okkara fólkavaldu um- boð verður bara sterri. Vit ganga hver í sínari verð. Tó hava vit eina vón eftir: Landsskúlafyrisitingin hevur víst, bæði í orð og gerð, at teir hava skilt álvarað í hesum máli: Um boð teirra hevur tikið seg úr arbeiðsbólkinum, hann hevur bæði munnliga og skrivliga gjørt bólkin var- ugan við hesi viðurskifti og í skrivi vísir hann á lógina, ið setur heilt greið- ar reglur fyri, hvat skal fara fram, um skúlin verð- ur lagdur niður, ella um flokkar ella umdømismørk verða flutt. Eftir teirri regluni kann skúlin ikki leggjast niður hetta val- skeiðið, men ikki fyrr enn í næsta. Landsstýrið upp í leikin? Tað einasta, ið kann broyta hetta, er um lands- stýrið tekur ræðið á Nr. 231 — 11. desember 1991 Landsskúlafyrisitingini og skúgvar hana til viks, tí sambært $ 5, 2. stk. í logtingslóg um skúlafyri- siting hevur landsskúla- stjórin ta dagligu fyri- sitingarligu, pædagogisku og fakligu ábyrgdina fyri virkseminum innan skúla- skapin eftir nærri av landsstýrinum ásettum reglum. Í dag gerast vit ikki bilsin, um tað skuldi hent. Men hendir tað, at landsstýrið og sakførarar tess »legalisera« hesa søl- una ella gera nýggja reglu- gerð fyri landsskúlastjór- an til hetta endamálið, kunnu vit tað sama ell stinga í sekkin og rýma, tí tá er, ið hvussu er, ikki liviligt i Føroyum. Fund fyri foreldur/ avvardandi Nevndin fer at boða til fundar heilt skjótt fyri at greiða gjellari frá málin- um, og eisini biðja um undirteku til at fremja eitt hvert tiltak til frama fyri trygg viðurskifti í Tós- havnar kommunalu skúl- um. Frá Maskinmeistarafelagnum Aðalfundurin verður hildin leygardagin 21. mars 1991 Í 8 14 Aðalfundur stendur: stk. 3. Nevndin skipar fyri, at atkvødast kann á skrivstovu felagsins teir seinastu 3 mánaðirnar áðrenn aðalfundin. Atkvoðuseðlarnir verða upptaldir á aðalfundinum. Vil limur hava uppskot sett fram á aðalfundi, skal nevndin hava hetta í hendi í minsta lagi 14 dag- ar áðrenn aðalfundin, so tað kann verða gjørt teimum felags- limum kunnugt, sum í hesum tíð- arskeiði vitja skrivstovu felagsins. Nevndin Samband ynskist 28 ára gamal norðmaður, 191 cm/70 kg, ljóshærdur, bláoygdur og hampafólk burturav, sekir samband við 22 —35 ára gamalt føroyskt konufólk. Skrivið til Odd Arne Sandtorp N-1878 Herland - Østfald Norge