mikudagur 11. desember 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Nr. 231 — 11. desember 1991
Viðv. lønarvidurskiftunum hjá
byrådsformanninum i Runavíkar Kommunu
Hans Tausen Olsen hevur
ikki kravt at verða settur í
fulltíðarstarv og hevur
heldur ikki tikið lut í við-
gerðini av málinum.
Gongdin í málinum er ann-
ars hendan:
Á býráðsfundi tann 3.
november 1988 varð m.a.
samtykt, at starviðsum bý-
ráðsformaður skuldi upp-
normerast til fulla tíð og at
lénin skuldi hækkast frá
120.000 til kr. 240.000 ár-
liga. Samtyktin varðenda-
liga staðfest á býráðsfundi
tann 7. desember 1988,
t.v.s. áðrenn seinasta
kommunuval.
Á fundi tann 21. mars
1989 varð reglugerð og
starvsskipan fyri komm-
ununa til viðgerðar sam-
bært reglunum í komm-
unulógini og samtykt.
Samtyktin varð endaliga
staðfest í býráðnum tann
12. juli 1989 og varð við
skrivi dagf. 14. juli 1989
send landsstýrinum til góð-
kenningar.
Onki skrivligt svar er
síðani komið til kommun-
una, men tann 24. august
1989 fær kommunan
gjøgnum advokat sín
munnliga at vita, at lands-
styrid hevur g6dkent reglu-
gerdina, harav m.a. fram-
gongur av $ 8, at lønin til
byrådsformannin er hækk-
ad, sum nevnt omanfyri.
Tann 31. august 1989
rindar kommunan fyri
fyrstu ferd løn eftir nyggju
skipánini.
Starvsfólkareglugerð,
harav lønin til býráðsfor-
mannin eisini framgongur,
er somvleidis send lands-
styrinum tilgóðkenningar
vid skrivi, dagf. 15. novem-
ber 1989, men heldur ikki
f hesum føri hevur lands-
styrid latid vid seg koma.
Tad er sostatt ikki rætt, tá
blaðið sigur, »at Tinganes
sigur nei«.
Tá klientur mín ikki
fær onnur boð frá lands-
stýrinum, ið er tilsýns-
myndugleikin í hesum
máli, hevur hann mett seg
at hava allan løgfrødiligan
rætt til at praktisera
nýggju starvsfólkareglu-
gerðina.
Hartil skal eisini upp-
lýsast, at roknskapir,
iløgu- og rakstrarætlanir,
harav lønin til byrådsfor-
mannin eisini framgongur,
eru góðkendar av Føroya
Landsstýri uttan viðmerk-
ingar.
Í fíggjarárinum 1990 er
lénin til býráðsformannin
bókað soleiðis, at kr.
120.000 er útgoldið sum
formansløn, meðan restin
er útgoldin sum skriv-
stovuløn. Hvørki grann-
skodari ella landsstyri
hava havtnakrar viðmerk-
ingar til hesa manna-
gongd, sum heldur ongan-
tid hevur verid nakad
loyndarmálíkommununi,
sum blaðgreinin eftir míni
metan leggur upp til.
Christian Andreasen,
advokatur fyri
Runavíkar Kommunu
UU
Ein bønlig áheitan!!!
Nú EF-samráðingarleiðar-
arnir koma saman í há-
lendska býnum Maast-
richt at gjøgnumføra sam-
veldis og gjaldoyru sátt-
málan í fyrru helvt av de-
sember, sum skal gera
innaramarknaðin til veru-
leika 1. jan. 1993, vil eg
inniliga heita á ell trúgv-
andi, trúarbólkar og bøna-
ringar um at biðja Gud
um at Hann má skapa iva
og villleiðing hjá EF-sam-
ráðingarleiðarunum, so at
hesin felagsskapur ikki
má mennast, men má
syndrast, eins og Gud
gjørdi við fólkaslegini á
teimum degum, tá tey
royndu at gera seg navn-
fram við byggingini av
bábelstorninum, 1. Mós.
11,6.
Um Gud ikki er ímóti
hesum felagsskapi, hver
grund var tá til at hann
var ímóti byggingini av
bábelstorninum? Steddin
talar fyri at EF-felags-
skapurin er fleirfaldaður
sterri enn bábeltiltakið.
Her eigur at verða hugsað
um at tað eru menniskju,
ið talan er um, sum royna
uttan um Guds ávirkan at
skapa sær sína egnu full-
komnu tilveru, men tá vit
ikki eru fullkomin, eiga vit
at lata vera við at javn-
meta okkum við Gud.
EF er ein felagsskapur,
ið hevur felagsøkonomi
sum grundfundament, alt-
so bygdur á pengar,
mammon. So vit vita jú at
Gud ikki verður ynsktur
at hava ávirkan á henda
fealgsskap.
Matt. 6,24 sigur soleið-
is: „Eingin kann tæna
tveimum harrum; tí at
annaðhvert vil hann hata
annan og elska annan, ella
vil hann halda seg aftur at
eðrum og vanvirða annan.
Tit kunnu ikki tæna Gudi
og mammon«.
Biðið so at Gud má
hoyra ben okkara, men
ynskir Gud, at hetta má
henda, fyri at orð Hansara
skulu ganga út, sum
skriftin sigur, tá óttist
ikki, men styrkist í vónini
um at dagur Harrans er
við at daga upp úr morg-
unroðanum.
Vinarlig heilsan
Bergur Álaberg
Guðrið og Tita
í Norðurlanda
húsinum
Nú fara fólk í Føroyum at
fáa hevi til at síggja
tekstil- og keramikkfram-
sýningina, sum Tíita
Vinther og Guðrið Poul-
sen hava sýnt fram í
Seinajoki og Jakobstad í
Finnlandi, Birkered í Dan-
mark, Førde og Tynset í
Noregi — og hartil eina
ikki planlagda snarferð til
Mosambique.
Framsýningin í Norður-
landahúsinum letur upp
fríggjadagin tann 13. des.
kl. 15.00 og verður hon
opin til og við 12. januar
1992.
Framsýningin hevur
fingið avbera góða umtalu
allastaðni, har hon er
vorðin sýnd og hava nógv
fólk sæð framsýningina.
Eisini hava finsk, donsk
og norsk bleð havt stóran
áhuga fyri framsýningini.
BI mos: te Tarp
R-TESTAMENTER « fås GRATIS hos …
LANDSFORENINGEN FOR
— Þat på apoteker, bilhoteker, í blodhankerne m.v.
Lýsið i sostalinum
NYRESYGE I DANMAKK
æ« 8 0
Vinnari funnin
Ikki kann sigast annað enn, at áhugin
fyri jólakalendaranum í Sosialinum er
stórur. Ikki færri enn 120 gittu, hver
persónurin er, sum Óli teknar. Mong
gittu rætt og millum teirra var so luta-
kastið. Vinnarin av eykavinninginum
varð Finnur Sandoy, Nicolei Mohrs-
geta 2, 188 Hoyvík. Hann fær eina
eskju við karamellum og tær tríggjar
skemtibøkurnar, sum Sosialurin hevur
givið út.
Her er tað Selinda Chew frá Tofta skúla,
sum er í starvspraktikki á Sosialinum, ið
dregur tann hepna og dugnaliga vinnaran
av eykavinninginum. Hann gitti, hver per-
sónurin er. Men tað fáa hinir lesararnir ikki
at vita enn.
Jóla kalendarin 91
Jólakalendarin heldur fram. Í dag lata
vit upp 7. lúkuna. Fyri at vera við í tí
endaliga lutakastinum um sjálvan høv-
uðsvinningin, sum er eitt krov og tær
triggjar skemtibøkurnar við tekning-
unum hjá Óla Petersen, so skulu tit
klippa lúkurnar út úr blødunum so
hvert og líma tær á kalendaran, sum tit
longu hava frá undanfarnu blødunum.