hósdagur 12. desember 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Sameindu
Tjédirnar
i Europa
i eygsjón
UM somu tid sum eitt av heimsins
størstu ríkjum, Sovjetsamveldið, er
um at detta sundur og fara í upp-
loysn, er eitt nýtt stórríki í eygsjón
— Sameindu Tjóðirnar í Europa.
Hetta gjørdist greitt í gjár, tá tey 11
EF-limalondini endaðu stórfund sín í
hálendska bynum Mastricht.
ENDAMÅLID vid fundinum, sum
verdur sagdur at vera tann mest av-
gerandi sidanini stovnanina av EF,
var at fara vidari vid royndunum at
sameina Europa: at byggja upp eitt
europeiskt stórveldi javnbjóðis
USA og eisini Japan. Endamálið er
at savna nógv av londunum í
Europa saman í ein sterkan felags-
skap, sum út eftir kann tosa við ein-
ari rødd.
ÚRSLITIÐ av fundinum gjørdist
heldur óvæntað, at limalondini í EF
komu ásamt um at taka stigið móti
einum europeiskum samveldi fult
út ella nærum tað. Londini eru nú
vorðins amd um, at EF innan ár 2000
í nógvum skal líkjast USA við ein-
Jústínus Eidesgaard
um felags búskaparpolitikki, verju-
politikki og uttanríkispolitikki. Her-
eftir fara londini í felagsskapinum
at avgera mong av trætumálunum
við vanligum meirilutaavgerðum.
Hetta snýr seg fyrst og fremst um
umhvørvis-, orku- idnadar- og
heilsumál. Settur verður á stovn ein
europeiskur tjóðbanki og felags
europeiskt gjaldoyra verður veru-
leiki. Grunnur verður stovnaður at
hjálpa teimum londunum, sum ikki
standa seg so væl búskaparliga.
Stovnað verður eitt felags europe-
iskt legreglulið, sum skal hava til
uppgåvu at avdúka og fyribyrgja
kriminaliteti og narkohandli.
HOAST londini eru samd i flestu
málum, so eru tó eisini undantøk
gjørd. Bretland og Danmark vilja
ikki uttan víðari góðtaka ECU sum
sítt framtíðar gjaldoyra. Harafturat
góðtekur Bretland ikki uppskotið
um felags reglur fyri arbeiðsmarkn-
aðin. At hini limalondini eru gingin
við til at gera hesi undantøk fyri
Bretland og Danmark kemst av, at
tey halda, at hesi londini sum frålid-
ur eisini fara at góðkenna umrøddu
mál. Men fyribils hava so Bretland
og Danmark fingið loyvi til at vera
uttanfyri« í umrøddu málum.
EYGLEIÐARAR meta úrslitið av
fundinum í Maastricht at vera koll-
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosiafurin
Prent: P/f Pressan 1981 Teleton:
veltandi ikki bara fyri EF, men fyri
Europa og allan heimin. Vid Sam-
eindu Europeisku Tjóðunum verða
lunnar lagdir undir enn eitt stórveldi
við 320 mió. íbúgvum. Møguleikin
er so fyri at fleiri onnur lond fara at
gerast limir komandi árini og harvið
gera hann enn stórri og sterkari.
TAÐ eru langt frá gll, sum eru fegin
um gongdina. Og her finna vit lond-
ini í Eystureuropa. Teirra búskapar-
støda er so vånalig, at tað í løtuni
als ikki er pláss fyri teimum í »sel-
skapinum«. Tey kunnu í fyrsta lagi
gerast limir í næstu gld. Keldur inn-
an EF vilja tó vera við, at nettup ein
búskaparliga sterkur EF-felagsskap-
ur verður best førur fyri at hjálpa
umrøddu londum, nú meðan tey
standa uttar fyri. Hvussu er og ikki,
so er greitt, at tað verða lond í
Europa, sum verða eftirbátar, nú
tey skulu konkurrera við eina so
sterka búskaparliga eind sum EF er
og verður. Og tá hugsað verður um
Eystureuropa, so eru tað júst tey,
sum ikki hava fyri neyðini at verða
útilokað, nú jarntjaldið er drigið frá.
ÚRSLITIÐ av toppfundinum fer
helst at skunda undir tey lond í
Europa, sum umhugsa limaskap.
Her verður m.a. hugsað um Noreg
og Finland. Tað er greitt, at tað fer
at fáa avleiðingar fyri okkum í
Bústaður:
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Telefax: 14720
Norðuratlantshavi, skal allur uttan-
ríkis- og verjupolitikkurin í framtíð-
ini verða rikin úr Bruxelles og ikki
úr Keypmannahavn. Og herafturat
kemur eisini pengapolitikkurin, og
annars øll tey viðskifti, sum vit før-
oyingar í dag hava við Danmark.
Spurningurin er hvar vit finna Før-
oyar á umrøddu økjum, tá bæði um-
siting og avgerðarrættur fer til
Bruxelles, har vit jú ikki eru limir.
Koma Føroyar í eitt dilemma, nú tað
ikki eru danir, men EF, sum skal
umsita fleiri ålvarslig politisk øki
Hetta er vissuliga ein spurningur,
sum hevur relevans fyri okkum og
vónandi kunnu vit i Sosialinum fáa
gongd á orðaskiftið um støðu okk-
ara til bæði Danmark og EF, nú tað
verður Bruxelles ella Strassbourg,
sum skal umsita uttanríkis- og
verjupolitikkin hjá dønum (og føroy-
ingum?).
Kappingin um nytød-
ingarnar
Sambart Fjúrtanda í gjár
so hevur kapping tikid seg
upp millum fleiri blød um
nýfgðingarnar. Blaðið
vísir á, at tað var
Tíðinadablaðið, sum á
sinni tók stig til at hava
ein teig um tey børn, sum
vórðu fødd í Føroyum.
Seinni fór so eisini
Sosialurin undir henda
tátt. Herfyri fór so
Fjúrtandi at hava ein teig
við nøvnunum á nyføddu
føroyingunum. Og víðari
skrivar blaðið:
"Men nú kom skriði á
Dimmalætting, sum vildi
sleppa uppí part í kapp-
ingini um nýggju fóðing-
arnar. Blaðið er nú farið
at kappast við Sosialin við
at bera tíðindini um,
hvørji børn verða fødd.
Fjårtandi fær kanska
loyvi til einsamallur at
kunngera, hvussu hesir
nýggju føroyingarnir eita"
Ja tað sær ikki mætari
út enn, at kappingin er
farin at harnað millum
blødini eisini. Sjálvt
Dimman, sum leingi hev-
ur havt monopolkenda
stóðu í føroyska blað-
heiminum, er farin at
"réra uppá seg". Hon er
rætt og slætt farin at apa
seg eftir eitt nú
Sosialinum við at prenta
bæði veðurlag og
fødingar. Og hetta hevur
hon sjálvandi allan rætt
til. At Fjúrtandi so nú
ynskir at fáa monopol
uppá at nevna nøvn á
nyfødingum kunnu vit
ikki garantera fyri. Hvør
veit um ikki Dimman
eisini fer at taka upp eisini
henda táttin eftir hinum
blgðunum! Har man
nýggi blaðstjórin á
Fjúrtanda helst longu
hava tryggjad seg í sam-
arbeiðinum við Dimma-
lætting um prenting av
blaðnum. Hvat onnur blød
fara at gera vil tíðin vísa.
Tað hevði kanska verið
hóskandi hjá ødrum blød-
um við at tikið henda
táttin upp, nú navnalóg-
gávan verður yvirtikin!!!
Nýggjur russara-
sáttmáli
Føroyar og "Sovjetsam-
veldið" skrivadu i vik-
uni undir nyggjan fiski-
veiðisáttmála. Sambært
honum verður býtið
nakað tað sama sum í ár
tó við ymsum juster-
ingum. Tað áhugaverda
við sáttmálanum er at nú
verður roynt at fáa sam-
starv í lag millum privat
virki í báðum
løndunum. M.a. skulu
føroyingar kunna keypa
eini 3000 tons av fiski
frá russum. Henda fiskin
skulu okkara egnu skip
veiða og síðani avreiða
hann í Føroyum, har
hann, tá hann verður
útfluttur til EF sum
lidugvøra, ikki kemur
undir regluna um
"wiðjalandsfisk". Tað er
tann fiskur vit keypa frá
russum, sum verður
hagreiddur her og seldur
ul EF. Tann fiskurin
sleppur inn inn úm
tollmúrarnar hjá EF
snikkaleysur. Tað er tí
greitt, at kunnu vit
keypa fisk frá russum,
sum okkara egnu skip
veiða, tá slepst uttan um
hesa reglu. Hetta hevði
verið sera kærkomið, tí
okkara virki mangla
fisk. Sjálvandi er
tonsatalið avmarkað,
men hetta er so ein
áhugaverd vend málið
um tridjalandsfiskin
hevur fingið. Før-
oyingar eru nú farnir til
Noregs at samráðast og
vónandi spyrt okkurt
gott burtur úr har.
Sjálvur løgmaður er við
í samráðingunum.