Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 1991síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

GAUR RSG Er Nr. 232 — 12. desember 1991 Ummæli: Uttan fyri neggjar einhyrningur blaðið tú blaðar í ljóðar eins og longu nú er eldur í tí Soleiðis stendur í fyrstu yrkingini í savninum í innantannalandi eftir Aleks Niclassen. Hetta er eins og ein fyriboðan og ein ávaring. >Blaðið< kann vera hvat blað sum helst — tað kann eisini sipa til yrkingasavnið í sjálvum sær. Eldurin fær meg at hugsa um, at alt eina ferð skal verða til øsku. Soleiðis er ikki enn, sigur skaldið. Men longu nú er tað „eins og< blaðið brennur. Tað, sum fer at henda, er til staðar í tí, sum hendir nú. Hetta hevur sett sín dám á alt yrkinga- savnið: Hvat er veruleiki? Hvat fer at henda? Hver eri eg? Og hver ert tú? Í byrjanini er ein mótsetningur og ein munur millum eg'ið og tú'ið: tú trokar teg fram eg troki meg aftur hví sigur tú so spyrst tú eg sigi ikki eitt orð svari eg (úr: seinmansljóð<, bls. 7) Eg'ið og tú'ið hava her heilt ymiska fatan av, hvat veruleiki er. Gjegnum alt savnið er sambandið millum »eg« og >tú< umráðandi. Mót- setningurin teirra millum er ikki altíð tilstaðar. Men spurningarnir um sam- leika eru altíð livandi. >Tú< er í sjálvum sær bara ein spegilsmynd av orðinum »eg«. Tú'ið hjálpir eg'inum at skilja seg sjálvan. Tær myndirnar, sum Aleks Niclassen brúkar fyri at seta spurning- arnar fram, eru sum oftast heilt greiðar. Tær eru lutir, sum hava gerandisligan og ævinligan dám. Hann leggur einki í at konstruera floktar metaforar. Við- hvert hugsar lesarin kanska, at myndir- anr eru »vanligar«, alt ov nógv brúktar: eldur, kavi, stjørnur, spegil, svanar, skuggi... Men eg haldi, at tað er djarvt at brúka hesi »vanligu« orðini. Hann megnar eisini at gera tað á nýggjan hátt. Tað, sum ein heldur vera vanligt, verður knýtt saman við okkurt, sum ein ikki hevði væntað sær, og tí fær myndin eitt nýtt innihald: „farið á flog mínir skuggar“, skrivar hann t.d. Myndirnar eru í sjálvum sær greiðar, og tað ber væl til at síggja tær fyri sær. Meira fløkt er at tulka og greiða frá myndunum. Yrkingarnar sníkja seg undan tulkingini. Myndirnar verða settar fyri lesaran, og lesarin má luttaka í tí, sum fer fram, ístaðin fyri at greiða frá tekstinum. Skaldið hevur sjálvt onga frágreiðing, ið hvussu er »nga, sum kemur til sjóndar í tekstinum sjálvum. Eitt dømi er yrkingin »deydin og gent- an«, sum eg haldi vera millum tær bestu | savninum. Hon er ein lítil aforistisk samrøda: 2rt tú ikki nóg so ung at arbeiða í einum kirkjugarði spyrji eg ert tú ikki alt ov gamal til at ganga her og mala sigur hon Hetta er yrkingin, sum hon er. Tvær reddir, tveir spurningar. Lívið og deyðin hittast? Skaldið hevur einki svar. Svarið er ein spurningur í sjálvum sær. Deyðin, gentan, kirkjugarðurin — hvat hetta umboðar má lesarin sjálvur finna út av. Mótsetningurin er her, og spenningurin. H ts addapurs sygda er tilstaðar, eisini altíð ' ar. Deyðin verð- Aleks Niclassen: í innantannalandi yrkingar, Forlagið Fannir aleks niclassen í innantannalandi - yrkingar i - fannir ur ikki vidgjørdur við djúpum álvar- semi, men við lettum og speiskligum spurningum. Hetta er ein styrki, sum gongur aftur í ellum savninum. Tað álv- arsliga og ævinliga verður lýst í lettum og ljósum myndum. Sambond og gerðir skifta útsjónd og týdning, t.d. í yrking- ini »triptykon«: sært tú hvussu tey deyðu rætta blómur sínar til tin og min Yrkingarnar verða ongantíð tungar av orðum. Tað, ið hevði verið óneyðugt, er reinsað burtur. Nakrar fáar klárar myndir byggja hverja yrking. Nakrir svanar eitt eg, eitt tú... Viðhvert er markið millum >tú< og »eg« flótandi. Tá verður heilt týðiligt, at savnið fyri ein stóran part hevur samleika og samleika- loysi sum tema. Skaldið sekir eitt sam- band, men ræðist samstundis, at tað egna eg'ið fer at upploysast, t.d. í yrk- ingini „pas de deux«: og hví eg ongantíð finni teg fyrr enn eg eri fullkomiliga burturi í tær Permumyndin — sum Alex Niclassen sjálvur hevur gjørt — hóskar væl til yrk- ingasavnið, og serliga væl til temað um samleika og upploysing av samleikan- um. Perman er vatnlitsmynd av tveim- um stórum munnum, sum smelta saman við hvenn annan. Undir teimum hómast ein lítil, næstan horvin munnur. Litirnir renna inn í hvenn annan, og markið mill- um eg'ið og tú'ið upploysist. í innantannalandi — tittulin spælir við eina siðbundna hugsjón. Tað, at einki siga — men savnið í sjálvum sær sigur so nógv. Men tað vanliga og ævinliga fær nýtt innihald. Er heimurin eitt land, har ell mala runt og tosa innantanna? Ella er tann heimurin, sum er orðleyst livandi inni í eg'inum, tann veruligi heimurin? Tittulin, og myndir og figurar í yrk- ingunum, hava ævintýra-dám. Tað ber ikki til, at lata vera, at hugsa um „Alice in wenderland<. í innantannalandi — í hesum landinum »neggjar einhyrningur/ langt burturi í eðrum heimi við tár á kinn«. Yrkingasavnið er ikki bara øgi- liga gott; tað er eisini vakurt, nýskap- andi, hugvekjandi og egiliga musi- kalskt. Farið at vitja hetta ævintýra- landið, sum er so veruligt. Anna Mattsson Síða 19 Hósdagur 12. desember 6.15 English Studio 6.30 Breakfast News from London 9.00 News from London 9.05 Kilroy 9.50 Hot Chefs 10.00 News from London & Weather 10.05 Playdays >The Patch Stop« 10.35 Health UK Martyn Lewis og Linda Mitchell hyggja at heilsustøduni hjá ungum fólkum og at matvanunum 11.00 News from London & Weather 11.05 No Kidding 11.30 Peopie Today 12.00 News from London & Weather 12.05 People Today - framhald 12.20 Pebble Mill 1255 World Weather 13.00 One O'Clock News & Weather 13.30 Forty Minutes: »Windermere's Burning« 14.10 Small Objects of Desire: »The Light- bubl« 14.30 Birthrights: »Who stole the Soul?« 2:4 15.00 English Studio 15.15 Watt on Earth 9:12 15.35 Byker Grove 14:18 16.00 Artifax 3:5 16.25 Going for Gold 16.50 Reportage 3:16 17.30 Schofield's Europe: »Barcelona« 4:6 18.00 Six O'Clock News & Weather 18.30 Earthfile 18.35 No Kidding 19.00 Top of the Pops 19.30 Eastenders 20.00 BBC World Service News & World Weather 20.30 An Actors Life for Me: »Night of the living Dead« 5:6 21.00 Murder most horrid 5:6 21.30 Canned Carrot 4/6 22.05 Cats: »The Aristocats« 4:5 22.30 Newsnight 23.20 World Business Report 23.30 Play Golf: »Playing the Per- centages« 9:10 23.55 Close EuroSport Hósdagur 12. desember 13.00 Football Eurocups 14.00 Eurolympics 14.30 Benelux Sport Magazine Pro- gramme 15.00 Table Tennis 16.00 Motorsport News 16.30 Live Tennis 20.00 Eurosport New 20.30 Motorcycling Supercross 21.00 Football Eurocups 22.30 Trans World Sport 23.30 Eurosport News 0.00 Close Hósdagur 12. desember 6.00 Awake on the Wildside 9.00 VJ Paul King 12.00 VJ Simone 15.00 MTV's Greatest Hits 16.00 MTV's Coca Cola Report 16.15 MTV at the Movies 16.30 MTV News at Night 16.45 3 From 1 17.00 MTV Prime 18.00 YO! MTV Raps Today 18.30 Dial MTV 19.00 VJ Ray Cokes 21.00 MTV's Greatest Hits 22.00 MTV's Coca-Cola Report 22.15 MTV at the Movies 22.30 MTV News at Night 22.45 3 From 1 23.00 MTV's Post Modern 0.00 VJ Kristiane Backer 2.00 Night Videos Hósdagur 12. desember 6.00 Jólakalendarin hjá Skurt 16.00 Jólakalendarin hjá Skurt - endursend- ing 16.10 Raski Max 16.40 Lassie 17.05 Guiding Light 17.55 Tíðindi 18.00 Eydnuhjólið 18.30 Grannar 19.00 21 Jump Street 20.00 Tíðindi 20.03 Alien Nation 20.50 Tíggju minuttir um... 21.00 Å veg til America Cup America Cup, stor kappsigling, fer fram i fýra mánaðar frå januar 1992. Átta send- ingar eru gjørdar um hetta evnið undan kappingini. 21.30 Soap 22.03 Bastard 23.40 Tíðindi 23.43 Benny Hill 0.13 Liðugt Sjónvarp Føroya Fyrivarni verður tíkið fyri broytingum Hósdagur 12. desember 19.00 Advokatarnir 19.55 SVF-lysingar 20.00 Dagur og vika SvF-Lysingar 20.45 Mozart 5:6 22.15 Tann menniskjaligi faktorurin Nógvir danskir blødarasjuklingar vórðu i åttatiårunum smittadir vid AIDS virus gjøgnum livsneyduga blóðviðgerð. Send ingin vísir, hvussu hesir sjúklingar vórðu sviknir, og hvussu framtíðin sær út hjá nógvum av hesum fólkunum. Sten Baadsgaard og Jergen Pedersen hava lagt til rættis. 23.10 Eg og harri mín 23.50 Liðugt Útvarp Føroya Fastar sendingar gerandisdagar: 7.15 Veðurtíðindi og tíðindi 7.18 Morgunlestur 7.30 Veðurtíðindi og tíðindi 7.35 Góðan morgun Føroyar 8.00 Veðurtíðindi og tíðindi 8.05 Góðan morgun Føroyar - framhald 9.00 Veðurtíðindi og tíðindi 9.05 Morgunlestur 9.15 Fyri tey smáu 10.00 Veðurtíðindi og tíðindi 10.05 Fimleikaløtan 10.10 Lurtararnir og vit 11.00 Tíðindi 11.30 Undir degurða/Sjómansvísur 12.00 Tíðindi 12.01 Middagstónleikur 12.15 Veður og valuti 12.20 Tíðindi og kunngerðir 12.35 Degurðatónar 13.90 Veðurtíðindi 13.01 Nýtt og gott gamalt 14.00 Veðurtíðindi 17.00 Veðurtíðindi og tíðindi 18.30 Veðurtíðindi, tíðindi og aktuelt 21.00 Veðurtíðindi og tíðindi Hósdagur 12. desember 7.35 Útvarpskalendarin 9.15 Útvarpskalendarin (e) 9.30 Hvert við sínar náðir - 12. partur (e) 11.01 Heimurin í dag (e) 17.05 Countrytónar 17.35 Barnadiskotekið 18.00 Barnaútvarpið 19.00 Reportasja 19.30 Løg mær dámar 20.00 Fimmarin (e)