fríggjadagur 13. desember 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sosialu 7 - Argi 26 Postadressa: Postsmoga 76
Ábyrgdarblaðstjóri- Jan Miller | | Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith | Útgevari: Pf Mi | st 5 je 110 Térshavn
Krisjan Høgnesen - Hilmar Jan Hansen | Uppseting: P/f Sosialurin rgir
ri sø rest Pi P 1981 | Telefon: 13820 Telefax 14720
Ljosmyndari: Kalmar Lindenskov | Jústínus Eidesgaard Prent ressan |
Nú kemur hon "4? sit, at sum ting. ikki at siga ómeguligt at fáa td. um íkki onkur sam:
manningin er samansett, fáa allar broytingarnar framdar gongutingmaður fer at
EFTIR øllum at døma verður
nýggja rúsdrekkalógin ella
broytingarnar í henni neyvan
jólatrell, soleiðis sum mong
helst hava roknað við, nú tað
fleiri ferðir hevur ljóðað i fjøl-
miðlunum, at henda nógv
umstrídda lóg fór neyvan at
koma úr aftur nevnd hesu-
megin jól. Men sambært út-
varpinum í vikuni, so er tað
nú ætlanin at leggja álitini frá
tí víðkaðu rættarnevndini fyri
tingið komandi mánadag.
TAÐ var landsstýriskvinna
javnaðarfloksins, sum legði
uppskot fram til at broyta
verandi rúsdrekkalóggávu,
sum hon og mong við henni
halda vera heilt ótíðarhósk-
andi. Vit vita, at júst rús-
drekkamálið er eitt sera við-
brekið mál, og at í hesum
spurninginum atkvøda ting-
menn eftir sini egnu sannfør-
ing og ikki eftir ti, sum flokk-
ur teirra nå heldur. Spurning-
urin er nå um hetta ikki er vid
at broytast, nå samgongan vil
fremja broytingar í lóggávuni.
vit ikki eina heilt fría rús-
drekkaskipan her á landi í
bræði. Tí vil tað í fyrstu at-
løgu verða talan um minni og
stórri »lappaloysnir«. Hetta
kunnu vit so ikki vita enn, tí
rættarnevndin, sum arbeiðir
við málinum, hevur valt ikki
at lata nakað koma út fyrr
enn tað lidna produktið fyri-
liggur.
SAMBÆRT uppskotinum hjá
Maritu Petersen, landsstýris-
kvinnu, so skal loyvi verða
givið matstovum at skeinkja,
ein einkarsøla skal setast á
stovn og teir sonevndu gl-
klubbarnir skulu gerast lóg-
ligir. Hetta eru so nakrar av
broytingunum. Nú fáa vit so
at síggja, hvørja niðurstøðu
rættarnevndin er komin til.
EFTIR okkara tykki tørvar
okkum veruliga broytingar í
rúsdrekkalógini, sum er vorð-
in alt ov ótíðarhóskandi. Best
var um øll lóggávan var libe-
raliserað, men tá vit vita, at
tað verður sera torført fyri
eftir einum degi, so mugu vit
fara millumvegin og taka stig
fyri stig. Tað er tí at vóna, at
meirilutin í rættarnevndini,
sum eru samgonguflokkarnir,
megna at koma ásamt um
eina nýggja lóg, sum ikki bara
fevnir um lappari, men har-
afturímóti um veruligar og
tíðarhóskandi broytingar. Vit
minnast rokið, tá talan var
um at loyva okkara egnu
bryggjaríum at bryggja sterk-
ari gl. Tað var um reppið, at
tann broytingin ikki fall til
jarðar aftur. Men tíbetur kom
hon igjøgnum. Hon var so eitt
stig á leiðini at normalisera
okkara íorhold til rúsdrekka-
málið. Nú fáa vit so at síggja,
hvørji stig verða tikin afturat
á hesum sinni, og hvussu
verður sett út í kortið kom-
andi árini eisini.
VIT vóna, at partar av and-
støduni fara at taka undir við
broytingunum í rúsdrekka-
lógini eisini, tí hetta eigur ikki
at vera eitt floks- ella sam-
gongumál sum so. Hvør veit
»hoppa frå« tá avtornar av
ótta fyri at missa atkvødur!
Tað eigur ikki at henda, men
hendir tað, so seta vit okkara
álit til andstødupolitikararnar.
Í hesum fórum ræður tað so
sanniliga ikki um at bjarga
nakrari samgongu, men tað
snýr seg um at fáa broytt eina
fullkomiliga ótíðarhóskandi
lóggávu, sum í dag er við til at
ómynduggera føroyingar.
MEN lat okkum nú fyrst
síggja, hvat víðkaða rættar-
nevndin hevur at leggja fram.
Hon hevur brúkt drúgva tíð til
at arbeiða við málinum, su,
eisini er rætt í slíkum við-
breknum máli, ið ikki eigur at
skundast igjøgnum. Vénandi
kemur orkan og tidin, nevnd-
in hevur brukt til at vidgera
hetta ålvarsmål i, nå okkum
øllum til góðar. Vit vilja síggja
veruligar broytingar og ikki
bert einstakar »lappiloysnir«.
Nyggir flokkar
Tað sær ikki mætari út
enn, at vit fáa ikki minni
enn 9 flokkar til komandi
løgtingsval, um so er, at
stigtakararnir aftanfyri
nyggju flokkarnar fåa tær
neyðugu undirskriftirnar,
sum skulu til fyri at
stovna nýggjan flokk.
Vit fingu ein nýggjan
flokk til seinasta val, tann
sosialistiska loysingar-
flokkin. Tað var løtt søk
at savna meira enn 1000
undirskriftir, men tá av-
tornaði fekk flokkurin
næstan helvtina minni av
atkvødum og ongan mann
valdan. Nú er so enn ein
flokkur "Hin føroyski
flokkurin"er við at koma
undan kavi, og eisini her
sær tað lætt út, tá undir-
skriftir skulu savnast.
Spurningurin er so, hvat
hongur við, tá val verður.
Hugsast kann m.a., at
mong skriva undir fyri at
mótmæla verandi poli-
tikki. Um hesi so atkvgða
fyri flokkinum um try år
er ein stórur spurningur.
Tað veldst so sjálvandi
bæði um stevnuskrá og
um persónarnar aftanfyri
flokkin. Higartil hava vit
so bert hoyrt um tann eina
og eftir debut hansara í
sjónvarpinum herfyri má
longu nú viðgangast, at í
hvussu so er ikki stigtak-
arin fer neyvan at gerast
nakar stemmuslúkari. Og
skal flokkurin hava
nakran møguleika, so er
eisini neyðugt at hann fær
fólk aftrat sær, sum
veljararnir kunnu taka fyri
fult og seta sítt álit ul. Og
slík fólk tykjst at vera
mangulvøra i
politikkinum her heima
skulu vit døma eftir teirri
ónggd, sum í løtuni er við
verandi politisku flokkar
manna millum.
So hóast verandi flokk-
ar ikki eru í krithúsinum
hjá veljarafjøldini í løtuni,
so fara vit at ivast i, um
Sosialistiski loysingar-
flokkurin" ella "Hin
føroyski flokkurin” fara at
fáa menn valdar. Men
sum sagt; umframt
stevnuskránna so fer tað
uttan iva at hava nógv at
siga fyri hesar flokkar,
hvørji fólk teir megna at
fáa til sín at stilla upp.
So eru tað teir
kristiligu. Her veit Gud og
hvør maður, at tað hevur
verið klandur, sum førdi
til, at upprunaligi
flokkurin fór í tvíngingar.
Nú síggja vit so, sambært
Dimmalætting, at tann
eini vongurin, Tordur
Niclasen og hansara fólk,
longu hava funnið nýtt
navn til flokkin, nevniliga
"Miðflokkurin". Farið
verður nú at savna
undirskriftir. Hvussu eru
so møguleikarnir hjá hes-
um báðum kristiligu
flokkunum, nú teir ikki
longu eru ein! Hetta fer
helst at vera ein tann
spennandi spurningurin til
eitt komandi val. Munnu
Niels Pauli og Tordur
báðir verða afturvaldir!
Neyvan.
Hvussu tá við verandi
flokkunum á tingi! Javn-
aðarflokkinum verður á
manna munni longu nú
spádd stór afturgongd.
Mong seta spurnartekin
við um tað yvirhøvur er
gjørligt at varðveita allar
10 menninar og onnur
siga, at ein flokkur, sum
situr í landsstýri í ringum
tíðum sum nú, hann vil -
hvør hann er enn - missa
nógv, og ikki minst tá
tíðirnar eru ringar. Men
megnar javnaðarflokkurin
at venda gongdini, so
kann alt henda.
Tjóðveldið skuldi verið
eini góðari positión, men
oddamaðurin Isaksen
hevur enn ikki megnað
hvorki at endurreisa ella
at menna flokkin, heldur
tvørturim6ti er flokkurin
farin i tviningar lutvist av
hansara åvum. Men
kanska tað fara at koma
aðrar og yngri kreftir til í
flokkinum um trý ár, sum
megna at venda gongdini.
Tað kann so bara blíva
betri, so illa stendur til í
dag.
Sambandið man helst
liggja og lúra eftir einum
stórsigri. Ein skuldi ikki
trúð, at hetta eydnaðist
við verandi manning, sum
í mongum fórum er alt ov
litleys og sjálvatlítandi
Men hvør veit.
Sambandið hevur
traditión fyri at fáa góð
val, har eingin væntar tað.
Teir gomlu sambands-
veljarnir bera nevniliga
orð fyri at vera sera trúgv-
ir, og tað kann geva flokk-
inum eitt gott val kom-
andi. So í hasum flokk-
;3
inum nýtist ikki endiliga
at vera talan um hesar ella
hasar kandidatarnar. Fæst
rakstur á sambandsgong-
una, so kann tað føra til
góð úrslit.
Gamla sjálvstýrið, sum
so fegið vil vera tað
nýggja sjálvstýrið við
tingkvinnu floksins á
odda kann - men tað er
ivasamt - koma uppá fýra
unglimir, um flokkurin fer
at brúka andstødutidina til
at markera seg meira. Vit
sóu hvat tað vil siga, at
fáa nýggj og yngri andlit
uppstillad, so eru fleiri av
tí slagnum til komandi
val, so kann hesin flokk-
urin koma enn betri frá
einum komandi vali. Men
spurningurin er so, um
veljararnir um trý ár ikki
eru keddir av bæði Lassa
og Asbjørn, sum alt meira
eru vornir endurtøkur av
sær sjálvum.
Og hvussu við fólka-
flokkinum! Ja so merk-
vedigt tað ljóðar, so slepp-
ur hesin flokkurin altið
hampuliga væl frá vali, og
tá er líka mikið, hvat hann
so hevur gjørt og ikki.
Umboð floksins hava víst
seg at hava serstøk evni
altíð at markera seg í flest
øllum málum, og oftani
markera seg við heilt ym-
iskum sjónarmiðjum.
Hetta hevur so lggið tað
ljóðar ikki gingið út yvir
trúverðugheitina hjá
flokkinum.
Men eingin ivi um tað -
hóast langt er til val - so
fer komandi løgtingsval at
vera eitt av teimum mest
spennandi i føroyskari
søgu. Kanska vit fåa eina
heilt nyggja tingsaman-
seting, har hvør av teim-
um smáu og nýggju
flokkunum fer at koma
uppum sperrimarkið við
einum ella tveimum ting-
limum og harvið kunnu
broyta ta parlamentarisku
myndina fullkomiliga.
Kanska vit fáa fleiri sofa-
veljarar enn nakrantíð.
Sum tað sær út til nú, so
skulu verandi flokkar á
úíngi ikki kenna seg alt ov
tryggar. Spurningurin er
bara um komandi nýggju
flokkar fara at hava
stevnuskráir og fólk, sum
verða ein hóttan móti
gomlu flokkunum.