fríggjadagur 13. desember 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 233 — 13. desember 1991
ónvarp Føroya
Fríggjadagin kl. 21.45:
Eitt helviti á jørð
Ein av býunum í Sovjet, sum er mest av-
byrgdur frá umheiminum, er Norilsk í
Sibiria. Hann liggur á Kola-hálvoynni
hinumegin finsk/russiska markið, og tað
vóru revsifangar, sendir av Stalin, sum
bygdu hann.
Norilsk ger meginpartin av tí nikkel og
næstan helvtina av koparinum, sum
brúkt verður í ellum landinum — árliga
sprænir hann út í luftina tvær mill. tons
av svávuldioxid — og onnur tungmetal.
Umframt letur Norilsk ídnaðinum á
Kola-hálvoynni ráevni. Heilsan hjá bern-
unum har er tann vánaligasta í ellum
Sovjet. Hetta elvir eisini til ótta millum
fólk í Finland um dálking og heilsu-
vanda. Tí hevur Finland gjert av, at
okkurt má gerast at minka um svávul-
dálkingina. Ein háttur, sum hevur verið
brúktur í USA, hevur minkað um dálk-
ingina við 97%, og meguliga er tað vert
at royna henda meguleika.
Pekka Sjøgren hevur gjert henda film-
in fyri finskt sjónvarp.
Fríggjadagin kl. 23.25:
Rossi er trumfur - 3:4
Rossi er sinnaður at »bora« í Sadowski-
sakini, og møtir i arbeidi sinum einum
spøkilsi frå fortidini.
Leygardagin kl. 16.45:
á
I dag
Beinleidis sending frå TV-bynum. Greg-
ers Dickin-Holmfeld, åskodarar og ein
gestur, sum hevur okkurt upp å hjarta.
Leygardagin kl. 17.15:
Gnags
Hans Otto Bisgaard tosar við Gnags —
elsta rockorkestrið i Danmark. Teir
spåka gjøgnum Skjern, práta um tón-
leikalívið og spæla eisini eitt sindur fyri
okkum.
Leygardagin kl. 21.30:
Stjórin og strokið
Tveir gamlir bers-millióningar kjakast
um eitt strok er ført fyri at verða settur í
staðin fyri unga stjóran í fyritøkuni.
Teira gera eina roynd, men úrslitið
verður heilt eðrvísi, enn nakar hevði
væntað. Hetta er ein skemtiligur ameri-
kanskur filmur frá 1983 við Eddie
Murphy og Dan Aykroyd.
Leygardagin kl. 23.25:
Handan rimar
Ein sega um uppihaldið hjá trimum
kvinnum í einum fongsli í USA.
Sunnudagin kl. 22.05:
Talkshowið
Jarl Friis-Mikkelsen tosar við Preben El-
kjær.
Sunnudagin kl. 23.15:
Blóðið, ið drepur
ib Pedersen
Eftir at hava verið fyri ferðsluvanlukku
og eini álvarsligari mjadna-skurðviðgerð
á Ríkishospitalinum, fær ein sjúklingur
blóð. Men blóðið er AIDS-smittað
Hetta er danskur stuttfilmur um sjúk
lingin Ib Pedersen og familju hansara,
sum heldur saman og róliga sær deyðan í
eyguni
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif. 156 16
Týsdagin kl. 21.15:
Shogunurin
Stórsligin japanskur ævintýrfilmur við
ninja-hermonnum og samuraium. Her
verður barst við nevunum, boga og erv-
um, sverði og stavum — meðan teir sýna
akrobatisk evni, sum eru framúr. Segan
fer fram í tíðini, tá ið ninja-hermenn og
samuraiar vóru í tænastu hjá shogunum,
og tá krígslistin var ein vekur vísinda-
grein. Men hetta er bert leikpallurin til
eina spennandi segu um hatur og loyali-
tet, hetjur og brotsmenn.
Ein smádrongur, Takechiyo, er offur
fyri hatrinum hjá pápanum, shogunin-
um. Í veruleikanum vil pápin hava sonin
dripnar, so at yngri sonurin kann gerast
einaarvingi, men fosturpápi drongin ger
alt at verja drongin við sjey samuraium
og nøkrum ødrum hermonnum. Aftur og
aftur verða teir álonir, men drongurin er
framvegis á lívi, men tað kostar nógv.
Ken Ogata spælir høvudsleiklutin sum
tann leiðandi samuraiin og ein kinesisk
kung fu-stjørna, Hu Chien Chiang, spælir
eisini vid. Yasuo Furuhata hevur leik-
stjórnað.
Týsdagin kl. 23.00:
Avrúsing í Moskva
Alkoholisma er ein tann stersti trupul-
leikin í tí, sum einaferð var Sovjetsam-
veldið. Hetta hevur elvt til, at sjúkrahús,
alkoholklinikkir og vanligar politisteðir
hava úr at gera.
Eitt franskt filmslið hevur, sum tað
fyrsta útlendska sjónvarpsliðið, fingið
loyvi at kaga inn í eitt tilhald fyri
alkoholskadd, sum verður ansað av
politinum. Og har er umhvervið ikki
vinarligt
Tvær ungar brúðrar
Hjúnaband í Etiopia
Duka og Gardi eru tvær ungar gentur frá
Hamar-stammuni í Etiopiu. Tær skulu
giftast við tveimum ungum monnum,
sum tær ongantíð hava sæð. Duka er 26
ár, eldri enn flestu brúðrar, og er ein
sjálvsteðug kvinna. Hon hevur leingi
hildið hús hjá pápa sínum, tí mamman er
deyð. Gardi er 17 ár og hon heldur sjálv,
at hn átti ikki longu at skula gift seg.
Hon hevði heldur viljað verið saman við
vinkonum og familjuni nakað enn. Og
báðar vita, at hjúnabandið fer at krevja
nógv av teimum.
Hvergin brúðurin veit nær verforeldr-
ini koma eftir teimum, men so skjótt tær
fáa tað at vita, er siður at tær skulu vera
eina heila nátt saman við vinkonum og
syngja um verforeldrini. Morgunin eftir
koma tey so eftir brúðrini.
Vit skulu síggja, hvussu brúðrarnar
fyrireika seg til brúdleypini.
Hósdagin kl. 21.35:
Mozart
Seinasti partur um Mozart. Árið er 1788,
Wolfgang er fyrst í 30-unum og hevur
bert fá ár eftir. Hann ger fleiri meistara-
verk, men tað stendur illa til fíggjarliga.
Hann noyðist biddaragongd. Ein kon-
sertferð, sum hann hevur væntað nógv
av, verður ikki sum vónað, men tá kemur
stjórin í einum sjónleikarhúsi við einum
uppskoti. Samstarvið við hann verður til
»Gandafloytuna«, sum hevur frumfram-
ferslu 30.9.1791 við tónaskaldinum sjálv-
um sum dirigenti. Men ein annar gestur
er komin. Hann er sendiboð og biður um
eitt stórt verk, men vil ikki siga fyri
hvønn. Mozart arbeiðir við hesi »deyds-
messuni«, sum hann ongantíð verður lið-
ugur við.
Mozart fegnast um Gandafloytuna,
men eftir eina framførslu svímar hann og
verður koyrdur heim sjúkur.
Christoph Bantzer, Marianne Moor og Henri Garcin