leygardagur 14. desember 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
- -
SP S0Sialurin
Nr. 234 - 14. desember 1991
Nú kemur bókin um
Jóannes bónda
Til minnis um ommu mina
Fia Nielsen
fødd 14/11-1920 — deyð 2/12-1991
Omma er farin. Hesi jólini skuldu ikki verða henn
ara. Legið at hugsa sær at omma ikki verður ímill
um okkum longur. Hon, sum altíð var so ómeta-
liga góð við okkum og vit við hana. Hon vildi so
fegin sleppa at liva nekur ár afturat og vera mill-
um okkum. Siggja ommubernini gleðast jólaaftan
um gávurnar, jólatræið og verða ímillum okkum,
tá vit sita so still og lurta eftir abba, ið lesur upp
gleðiboðskapin
Soleiðis skuldi tað tó ikki verða, hægri maktir,
ið betur vita og duga at skyna á, tóku hana til ein
betri stað, tá ið tíðin var komin.
Ringt er at góðtaka veruleikan til tíðir. At eg
ikki skal síggja ommu aftur. Ikki fáa tann heita
drekkamunnin frá henni, áðrenn farið verður at
leggja seg. Ikki síggja ljósið bleiktra út igjøgnum
glugga hennara á miðjari nátt. Ikki kunna spyrja
ommu um geli tey tingini, hon dugdi at tilevna.
Ikki kunna læra meira av hennara læruríku og ar-
beiðssomu hondum. Ja, sanniliga kann veruleikin
tykjast meiningsleysur til tíðir, men hetta er ein
partur av lívinum, vit øll einaferð fyrr ella seinni
skulu igjøgnum.
Saknurin verður stórur, hon var altíð miðdepil
in í familju okkara, altíð tann, ið spurd varð til
ráðs, tá ið avgerandi steða skuldi takast. Hevði
skil á ellum og pliktuppfyllandi sum fáur.
Góðasti abbi, tú hevur mist ein hollan stuðul í
lívinum. Tit vóru tvey, men alíkavæl eitt. Hon
stuðlaði teg, tá tað trongdi til, og tú hana. Serliga
nú tå síðstu tíðina hevur tú, góði abbi, stuðlað
hana, og borið hennara sjúku saman við henni,
sum um tað eisini var tín sjúka. Eitt fyrimyndar-
ligt hjúnapar, har kærleikin var sjónligur í
gerandisdegnum.
Góði abbi, vit og tú hava øll mist hana, vit vóru
eina best við her í lívinum. Men vit mugu á bestan
hátt royna at liva lívið víðari, soleiðis sum omma
eisini hevði viljað havt okkum til.
Góða omma, ein dag skulu vit oll metast aftur á
einum betri staði
Friður veri yvir minninum um góðu ommu
mína.
-Fía
,
Kei krá UR
im
Hans Jacob Debes hevur fingið nógv av skafti
cinastu árini. Herfyri kom Føroya Søga 1, nú
kemur bókin um Jóanes Patursson
Fáur man sum Jóannes
bóndi Patursson í Kirkju-
bø hava ávirkað samtíð
sína. Í tveir mansaldrar
slapp eingin uttan um
hann í føroyskum samfe-
lagslivi. Flest máttu vera
fyri honum ella ímóti hon-
um — og lívsverk hansara
fall á so mangan hátt.
Hann var megin í tjóð-
skaparrersluni, teirri eftir-
fylgjandi sjálvstýrisrersl-
uni (sum hann sjálvur gav
eina feroyska hugmynda-
frødi) — og sum triðja stig
var hann hevuðsmaðurin
aftan fyri loysingarrersl-
una, tá ið dagur var farin
at halla.
Hans Jacob Debes, pro-
fessari, dr. phil. hevur eft-
ir rannsóknir í nógv ár
skrivað bókina: „Jóannes
Patursson. Ein byrjan til
eina politiska ævisøgu«. Í
henni verður greitt frá
uppruna og fyritreytum
Jóannesar bónda, frá upp-
vekstri hansara, virksemi
hansara í tjóðskaparrersl-
uni og tilevning hansara
av sjálvstýrispolitikkin-
um. Vidgjørd verður eisini
steða hansara í Sjálvstýr-
isflokkinum, sum var
hansara verk, men har
hann sum frá leið gjørdist
meira og meira einsamall-
ur — til hann segði gamla
flokki sínum farvæl og
saman við eðrum sjálv-
stýrisfólki var við til at
stovna Hin feroyska
Fólkaflokkin fyrst í jan-
uar 1940.
Kannað verða eisini við-
urskifti við Danmark, har
hann varð móttikin sum
virdur politiskur vinur í
1901, men eftir 1906 so
hataður og útspiltur, at
fáur dani tordi at siga seg
vera vinur hansara.
Nomið verður eisini við
nógv onnur viðurskifti í
lívi hansara — bæði burt-
ur og heima.
Bókin skuldi verið ein
góð jólagáva til bæði eldri
og yngri — ikki minst tey
yngru, sum bert kenna
Jóannes Patursson sum
eitt fjart seguligt navn.
Tí uttan nakað av kunn-
leika um Jóannes bónda
Patursson í Kirkjubø ber
illa til at skilja nógvar
partar av Feroya nýggj-
aru segu.
Bókin skuldi eisini verið
væl hóskandi í undirvís-
ing í søgu á øllum undir-
vísingarstigum.
Hetta er visindaliga
grundgivið verk við keldu-
og heimildatilvísingum.
Bókin, sum verður at
fáa í bókabúðunum mána-
dágin 16. des., er gjørd á
Einars Prent. Hon verður
um 170 blaðsíður og fer at
kosta 190 kr. eintakið.
Hon er í harðari permu —
við umslagi við málningi
S.J. Mikinesar av Jóann-
esi Paturssyni. Utgevari
er »Forlagid Søgumål« v/
Hans Jacob Debes
Kiwanis
jolatro
Aftur i år byrjar Ki-
wanis at selja jolatrø
i N. Finsensgøtu yvir
av Fossbankanum.
Opid er frå kl.
16—20 hvønn dag.
Sæbjørn Olsen
14. mars 1950
27. november 1991
Ungur fór hann úr Kunoy, úr Árnastovu, i Hoy-
dalar at vinna sær meiri og annan kunnleika.
Longu tá kendist, at hann hevði mangt og mikið
við sær. Lítið segði hann. Hann var innihokin.
Sjáldan dró hann lúkurnar frá, men onkuntíð. Tá
sást og hoyrdist, at maðurin førdi dýran farm.
Lívsstarv Sæbjarnar gjerdist læraraarbeiði.
Alla læraratíð sína var hann í Eysturskúlanum í
Havn. Okkum lærarum tykir, tíðin var alt ov
stutt, okkum untist at vera saman.
Sæbjern hevði í stólpanum valakorn, og dúg-
liga sáddi hann. Men Sæbjern dugdi illa við hes-
um ikki at vita, um kornið hevði fest røtur, tí ikki
sást alt næla, og ikki bar akurin allur fult korn í
aksinum. Soleiðis er lagnan hjá lærarum. Vit
verða at sanna, at so mangt sáðkornið fellur í
jørdina og svíður av, sumt av sól, sumt av skerp-
ingi. Okkum tókti, at Sæbjørn var illa mentur at
noyðast at lata hetta sita á sær, at ikki gróði, sum
hann sáddi og taðaði.
Best fara vit at minnast hann fyri hansara fram
úr málevni. Tú stóð fastur í málspurningi, dugdi
ikki reiðiliga at siga okkurt, ivaðist í mállæru-
spurningi. Spurdi tú so Sæbjern, var svarið altíð
tað sama. Hann ypti øksl, smíltist eitt sindur og
segði: »Spyrja meg?« Dró á meg. Hver skal siga:
»Hvi spyrt tú ikki onkun annan?«
Vit vistu, at soleiðis var svarið, og bíðaðu.
Hann segði ikki annað. Svar fekst tú sjáldan
beinan vegin, kanska heldur ikki næstu ferð mill-
um tíma; men so seinni kom hann og segði, hvat
ið hann helt. Tá hevði hann verið so víða í sínum
vitgoymslum, í føroyskum máli, i týskum máli, í
eðrum máli kanska eisini, tí væl dugdi hann at
sita undir. Ongantíð fórt tú illa av hansara ráðum.
Málkenur var hann fram um mangan mann.
Hann var maður, ið tordi at bera
iram siná
sannføring. Fastur sum kletturin. Trúgvur í øll-
um verki.
Sæbjern var fróðararmaður. Gott hevði hann
minnið. Visti frá mongum at siga. Fegnaðist um
tað, onkur hevði sagt honum ella víst honum á,
alt frá barnsbeini. Hann harmaðist mangt, henda
nýggja tíðin tekur frá okkum, og hvat hon letur
eftir seg; men hann dugdi eisini á at skyna, at so-
leiðis má sumt vera, skal hetta, ið nevnt verður
framburður, vera í landinum.
Svárt er, tá ið tynnist í vinaskara. Tvifalt svårt,
tá ið vinur fellur á miðjum veg.
Sæbjern gjørdist fjøruti og eitt ára gamal, nú ið
hann legði árarnar inn. Sjúka tók honum so fast.
Jesus veri hjá tykkum, sum varðaðu av honum.
Friður veri við minninum um Sæbjern.
Starvsfelagarnir á Eysturskúlanum