Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Momsur og GATTUR NÝGGJA skipanin við momsi skal eftir ætlanini koma í gildi 1. januar 1993. Higartil hava vit ikki hoyrt so nógv til um- røddu ætlan, men nakað hev- ur verið frammi í fjølmidlun- um. Onkur av javnaðarting- monnunum hevur talað harð- liga at ætlanini, men sam- bært fíggjarmálaráðharran- um, sum umsitur málsgkið, so kemur momsskipanin í gildi sum ætlað. TAÐ eru ymsar meiningar um, hvussu momsskipanin fer at virka og ávirka samfe- lag okkara. Fíggjarmálaráð- harrin heldur ikki, at hon fer at vera so óheppin fyri samfe- lagið og brúkararnar, soleiðis sum fleiri røddir hava verið frammi um. Í samrødu vid Sosialin leygardagin sigur hann, at landsstýrið arbeiðir við eini skipan, sum tekur momsin burtur, tá talan er um sethúsabygging. Hann veit tó ikki um skipanin fær undir- Ábyrgdsrbiaðstjóri: Jan Møller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov a tóku. Ger hon ikki tað, so heldur hann tað vera skila- gott hjá teimum, sum hava møguleika at byggja sær hús, at gera hetta, áðrenn 1. jan- uar 1993, tá momsurin kemur í gildi. FÍGGJARMÁLARÁÐHARR- IN heldur annars ikki, at vit eiga at stúra so nógv fyri momsinum. Hann sigur við Sosialin leygardagin, at prís- urin á vanligum bråksvørum Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Útgevari P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 verður bíligari við momsskip- anini. Sum er rinda vit 33% í avgjaldi av brúksvgrum, momsurin verður lægri, sigur hann við blaðið. Í sama blað ger skrivarin í javnaðarflokkinum, Eyðálvur Dimon, vart við, at flokkurin hevur samtykt á floksleiðslu- fundi, at momsur skal ikki leggjast á tænastur so sum handverkaralgnir. Hann undr- ast tí á, at flokkurin í Tinga- nesi skal vera gingin við til hetta kortini. HÓAST tað enn er eitt heilt ár til momsurin skal avloysa verandi toll og avgjøld, so er greitt, at henda skipan fyri mong av okkum hevur so stórar broytingar við sær, at brúkarin hevur kravt uppá at fáa at vita, hvat landsstýrið hevur í kvittanum. Hvat fer skipanin at fevna um, tá av- tornar og hvussu stór verður broytingin í mun til verandi skipan! Hetta eru spurningar, sum serliga vinnulívsfólk, handilsfólk o.m.o. seta í hes- um døgum. At spurningurin Bústaður: Argjavegur 26 Telefon Postadressa: Postsmoga 76 Argir 110 Térshavn 11820 Telefax: 14720 um GATT-tollin kom so óvart á fólk, ger ikki støðuna minni ørkymlandi. VONANDI fåa vit meira itøki- ligt at vita um bædi GATT- tollin og momsin í næstu framtid. Her å bladnum vilja vit so royna at koma vid meiri og betri upplysingum um um- røddu skipanir. Men ein fyri- treyt er tann, at vit hava møguleika at fåa atgongd til umrøddu upplýsingar. Tað vil komandi tíð vísa. Tað er greitt, at fólk hava kravt uppá at fáa meira at vita um bæði GATT-toll og moms, tí hetta eru so stérar og kollveltandi broytingar, at tær kunnu ikki bara koyrast nidur yvir høvd- ið á fólki frá degi til dags. Sambandsrødd um kommunur Sambandsrøddin i Dimmu leygardagin nemur vid truplu støduna hjá komm- ununum og skrivar m.a.: "Bæði landið og fleiri kommunur hava gjørt ov stórar iløgur seinastu ár- ini. Onkrar kunnu for- svarast, men einans tær, ið vóru bráðneyðugar og ikki á nakran hátt kundu bíða. Hinar eru tær, sum meira og minni ábyrgd- arleysir politikarar skuldu pynta seg sjálvar og teirra valskeið við heldur enn at bíða til seinni og nóg mikið var lagt til síðis, so tú tá átti fyri tað mesta". Sambandsrøddin kem- ur so eisini inn á komm- unala eftirlitið og skrivar: "Yvirorðnað yvirlit er so gott sum einki. Lands- stýrið er slapt og loyvir kommunum at taka lán 6- 7 ferðir ålikningina”. Røddin vísir á, at sam- bandsflokkurin hevur mælt til, at tann fíggjarligi avgerðarrætturin verður lagdur so nær við skatt- gjaldaran sum gjørligt. Eitt nå vid at kommunur leggja saman ella gera samarbeidsavtalur sina- millum. Just figgjarliga stødan hjå kommununum er helst eitt nógv størri álvarsmál enn mong geva sær gætur um, og tí er bara gott, at Sambandsrøddin tekur hetta málið fram. Rætt er tað, at politikararnir - allir sum ein - og her eru sambandsmenn ikki und- antiknir - hava tikið ov rívan til í teimum góðu tíðunum. At ov lítið er lagt til síðis. Hvgr hevur høvudsskyduna í hesum kunnu vit altíð keglast um. Men eftir okkara dykki er lyklaorðið landsplanlegging. Tað hevur eyðkent føroykan politikk, og tá serliga iløgupolitik hesi mongu seinastu árini, at har hevur verið ov lítið av planlegging bæði á kommunalum- sum lands- plani. Um betri ella ødr- vísi virkandi kommunalt eftirlit hevði bøtt um hesa stóðu er møguliga rætt. Sosíalurin — fimm ferðir um vikuna! Men fyrr enn politik- ararnir - tað verið so kommunal- og landspol- itikarar stinga út í kortið ein langtíðar iløgupolitik, so verdur alt vid sama lag. Hetta landsstýrið hevur so gjørt eina roynd við eini iløguætlan yvir eitt longri tíðarskeið. Sigast má at umrødda iløguætlan hevur verid alt ov litid frammi til opid ordaskifti i fjøl- midlunum. Henda iløgu- ætlan kemur at nema við flest øll øki í samfelag- num, og ti hevdi verid áhugavert at fingið ymsar meiningar fram um av- leiðingarnar av umrøddu ætlan. Hvussu skilagóð er hon ella hvussu lítið skilagóð er hon." So byrjaði Bingo aftur Leygardagin fór Sosial- urin undir aftur sítt væl- umtókta bingospæl, sum hevur verið fastur táttur í blaðnum í 13 ár. Eftir ein lítlan steðg hava vit nú aftur lagt frá landi við einum bingospæli, sum lesararnir vónandi taka væl undir við. Vinningarnir eru nógvir og fjølbroyttir. Eisini onnur blød eru farin at bjóða lesarunum ymsar kappingar, nú hetta aftur er loyvt. Tað er greitt, at eitt av endamálunum við hesum er at skaffa blaðnum fleiri haldarar og lesarar. Men vit meta hetta eisini at vera ein nátúrligan part av blaðnum. Koma vit í samband við nýggjar lesarar gjógnum bingo, so er tað sjálvandi okk- ara vón, at onkur teirra "hongur" við. Høvi verður so hjá teimum nýggju lesarunum at meta um innihaldið - dygdina - í blaðnum, nú meðan bingoið er í blaðnum. Eru teir nggdir við blaðið, so er jú møguleiki at endur- nyggja haldaragjaldid og harvið fáa einasta føroyska blað, sum kemur út fimm ferðir um vikuna. Vit kunnu so bert ynskja lesarunum eitt gott bingo.