Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 235 — 17. desember 1991 + | en | Síða 7 Atli P. Dam, lógmaður um Noregssåttmålan: VR: Vit faa lut I uppgongdini —TAC 10 i Barentshvinum fer at hækkað komandi árini og vit hava fingið trygd fyri, at okkara kvota hækkar við TAC num, sigur løgmadur Løgmaður er rímuliga væl nøgdur við sáttmálan, sum føroyingar og norðmenn undirskrivaðu seinasta fríggjadag í skrivstovu- bygninginum hjá Fiskeri- departementet í Bergen. --Sjálvandi kundu vit ynskt okkum eina stórri kvotu, men eg haldi, at samráðingarnar gingu væl. Vit fingu umleið 600 tons meir av rundum og kvotan er nú um 1800 tons, sigur Atli Dam, løgmaður. Løgmadur sigur, at tað tykist sum russar og norðmenn eru samdir um, at føroyska kvotan verður løst fast i verandi liki. Og at hon bert hækkar um TAC 18 hækkar. —Vit fingu trygd fyri, at vit fáa lut í uppgongdini av TAC'num. Roknað verður við, at tað eisini fer at hækkað komandi árini og hetta gevur okkum bjartar vónir um kvoturnar í Barentshavinum, sigur Atli Dam, løgmaður. Herfyri var nógv skrivað í norsku fjólmiðlunum um, at føroyingarnir veiddu nógv meir enn teir høvdu kvotu ul í Barents- havinum. Tosaðu norð- menn nakað um hetta undir samráðingunum? --Jú, norðmenn vildu hava okkum at útgreina hvussu sáttmálin við russar var skipaður, og tað greiddu vit frá. Eg haldi ikki vit hava nakað útistandandi við russar og eg metið, at hetta málið er úti av verðini i dag. Ivast norðmenn nakað um okkara sáttmála við russar, so kunnu teir bert seta seg í samband við hesar, vit hava einki av fjala útyvir, sigur Atli Dam. Føroyingar kunnu aftur veiða lodnu í Barents- havinum. Vit hava fingið eina kvotu uppá 15.000 tons frá norðmonnum og 20.000 tons frá russum. jústinus X Jústinus Eidesgaard, skrivar Vit gomlu dreingir fingu ein ugga í tysdagssosialinum, tá tað kom fram í eimi grein, at tað vóru næstan 2000 menn fleiri enn kvinnur í landinum. Her høvdu vit so forkláringina. Her var í hvussu er nakað at halda um og sum vit kundu góðtaka Upplýsningarnir stava frá árbókini hjá Hagstovuni og teir siga, at bert í uimun av eimun hálvthundrað kommununum eru kvinnur í meiriluta og tað er í Mykinesi, Saksun og Kirkjubø. I trimum gðrum kom- munun er javnvåg, tað er i Havn, suðuri í Vági og á Eiði. Í Elduvík eru kvinnur-nar vælstilladar. Tær 42 kvinnurnar hava 66 mans at deilast um. Føroyingar gingu vid ul at gevast vid veiðuni á Flemmish Cap í altjóða sjógvi í eina tíð, tí at toska- stovnurin var niður- undirkomin. Tey try saltfiskalinuskipini i Klakksvik, Hans Erik, Sigurfari og Borðoy- arnes komu tí at liggja við teym í hálvt annað ár. Hetta skuldu vit ongantíð havt gjørt. Ti medan føroyingar akt- aðu boðini hjá NAFO fyltu portugisisk og sponsk skip seg við toski á hesum leiðum. Tað dugir ikki at gráta um spilta mjólk, men vit kunnu leggja afturat í hesum sam- bandi, at saltfiskalinu- bátarnir hava stóran tydning fyri føroyska samfelagið. Við hesum skipum kunnu umleið 70 av okkara bestu ungu monnun vinna sær årsinntøkuna. Tí hevur tað stóran tydning fyri okkum at eiga góðar kvotur fyri vestan. Serliga í hesum arbeiðsloysistíðum Semasta vikan ISINI METKI iv al stevning komin. Målid snýr seg í stuttum um, at lénin sum Hans Tausen Olsen fær sum býráðsformaður, á rokn- iskapinum ikki kann standa sum ein verulig byrådsformannsløn. Hon er pettað sundur í eitt skrivstovu- starv og ema formanns- samsýning. Lønin Hans Tausen Olsen fær er 252.000 krónur um árið, tað skuldi ikki verið neyðugt at upp- rættað skrivstovustørv fyri at ein býráðs formaður kann lívbjarga sær. Á Sosialinum kalla vit eina løn eina løn. Ivær óhugnaliga søgur komu fram i fjølmidlunum leygar- dagin. Onnur snúði seg um ein danskan rælara í Suðri, sum hevði smittað 27 kvinnur við AIDS innan stutta tíð Hendan søgan er ein av teimum sum kann verða sonn ella bein leiðis lygn. Onki navn er í greinini, sum ger hana trúliga. Men søgan er heldur ikki mótprógvað. Anonymi- teturin i Føroyum leingi livi. Hin snúði seg um at partrolarar spenna ketur millum lemm- arnar fyr: at slælla botnin áðrenn teir trola soleiðis at fiskurin einki skýli hevur eittnú á koralleiðunum. Hendan eyðræning, bert við løtuvinningi fyri eyga átti at fingið mynduleikarnar at vaknað. Hetta er seinasta vikan sum fer hjá Sosialinum í ár og so er einki annað at gera enn at ynskja okkara trúgvu lesarum eini gleiðilig jól og eitt gott