Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 65 - 3. apríl 2003 Nr. 65 - 3. apríl 2003 31 Fulltrúi/málsviðgeri Skipaeftirlitið/Sjóvinnufyrisitingin søkir hervið eftir einum fulltrúa/málsviðgera til setan skjótast gjørligt. Skipaeftirlitið/Sjóvinnufyrisitingin er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum, og ar- beiðsstaðurin er Miðvágur. Starvið inniber m.a. hesar uppgávur: 1 málsviðgerð innan sjóvinnulóggávu 2 útgávu av sjóvinnubrøvum, siglingarbókum og samleikaprógvum 3 átekna heilsuprógv, viðgera undantaksloyvir til mynstringar v.m. 4 vanligt skrivstovuarbeiði 5 telefonavgreiðsla Førleikakrøv Til starvið krevst: 6 viðkomandi útbúgving 7 góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli 8 telduførleika á brúkarastøði 9 góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt 10 góð samstarvsevni Grundleggjandi royndir innan virkisøkini er ein fyrimunur. Setanartreytir: Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkis- felag.Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí,umframt hini aðal- ráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Skipaeftirlitið/Sjó- vinnufyrisitingin. Tann, ið settur verður, má tí kunna tola broytingar í starvinum og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum,skulu vera Skipa- eftirlitinum/Sjóvinnufyrisitingini í hendi í seinasta lagi 15.apríl 2003 kl.12.00 Umsóknir skulu sendast til: Skipaeftirlitið, Box 26, 370 Miðvágur Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Skipaeftirlitið á tlf. 355600 og tosa við Óla Hans Hammer Olsen, deildarstjóra ella tlf. 353030 og tosa við Johild Ziskason, fulltrúa. Fiskimálaráðið SKIPAEFTIRLITIÐ Keypssamtøkan í Hoyvík sóknast eftir fólki til deildina við viðskera. Tann ið settur verður, má kunna arbeiða sjálvstøðugt og helst hava royndir frá líknandi arbeiði. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, at byrja 1. mai 2003 ella eftir avtalu. Løn samb. S&K. Meira fæst at vita um starvið og arbeiðstíðir, við at venda sær til Bent Lundsgaard, tlf. 31 41 49. Skrivlig umsókn skal í seinasta lagi 12. apríl sendast til FK Hoyvík Box 349 188 Hoyvík Fólk til deildina við viðskera HOYVÍK Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli Helle Mogensen heldur skeið, sum hon kallar »Inspirationskursus í broderi, strik og hækling for håndarbejdslærere,fritidspedagoger og andre,der er interesseret i at arbejde med børn«. Pláss er fyri 2 flokkum. Flokkur I Týsdag 8. apríl 09.00-15.00 broderi – tryk og frie sting Mikudag 9. apríl 09.00-15.00 broderi – bånd-, perle- og palliet- broderi Hósdag 10. apríl 09.00-15.00 strik – filt, perler, tyll… Fríggjadag 11. apríl 09.00-15.00 hækling – blomster, perler, klunker, gimpning… Flokkur II Mánadag 14. apríl 18.00-23.00 broderi – tryk, frie sting, bånd-, perle- og pallietbroderi Týsdag 15. apríl 18.00-23.00 strik – filt, perler, tyll… Mikudag 16. apríl 18.00-23.00 hækling – blomster, perler, klunker, gimpning… Skeiðini verða hildin í Kommunuskúlanum. Luttøkugjald: Flokkur I 500 kr. Flokkur II 400 kr. Tilmelding tlf. 31 77 55 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2711, P/F Havnar Fótbóltur, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Niels Christian Nolsøe, Berjabrekka 45, 100 Tórshavn og Kaj Leo Holm Johannesen, á Teigi 6, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 1. apríl 2003 Kristin Balle _______________________ Sosia urin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Sos alur n Lýs ngar Bilar veitst tú ikki tað? Byggifrøðingur ella verkfrøðingur til Brunaumsjón Landsins Starv sum byggifrøðingur ella verkfrøðingur á Brunaumsjónini hjá Landsverkfrøðinginum er leyst at søkja. Til rætta fólkið kunnu vit bjóða eitt spennandi og áhugavert starv, ið er fakliga og persónliga mennandi og við góðum arbeiðsumstøðum. Arbeiðsuppgávur Arbeiðsuppgávur hjá Brunaumsjón landsins eru m.a. hesar: • Eftirlit við sløkkiliðum, sløkkiútgerð, tilkallingar- skipanum, reglugerðum og útbúgvingum av sløkkiliðsfólki • Vegleiðing fyri kommunur og aðrar myndugleik- ar í sløkkimálum og ráðgeving fyri vinnurekandi • Loyvisgevandi fyri virksemi við vandamiklum evnum, flutningi og goymslum av eldfimum løgi og umsiting av byggireglum o.a. • Málsviðgerandi og eftirlitshavandi við serligum byggiverkum og samkomustøðum o.a. Roknast má við nakað av ferðing millum oyggjarn- ar, við tað at arbeiðast skal saman við kommunu- umsitingum, ráðgevandi feløgum o.øðr. kring landið. Faklig førleikakrøv Sóknast verður eftir byggifrøðingi ella verkfrøðingi e.l.við hondverkaraútbúgving e.l.í húsabygging og við starvsroyndum innan byggivinnuna. Umsøkjarin skal hava ella kunna tilogna sær breiða vitan um byggingar og tað, sum knýtir seg til brunatrygd í heila tikið,vandamikil evni og tilbúgv- ingarlig viðurskifti á landi. Í hesum sambandi kann roknast við at viðkomandi skal taka lut í ymsum skeiðum innan- og uttanlands. Stórur dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, og ynskja vit, at umsøkjarin er fyrikom- andi og hevur góð samstarvsevni,dugir at skipa sítt arbeiðsøki og at taka sjálvstøðugar avgerðir. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars verða sambært sátt- mála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkis- felag.Tænastustaðið er á skrivstovuni í Tórshavn. Umsóknir Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til Landsverkfrøðingin, Postboks 78, 110 Tórshavn, og skulu verða skrivstovuni í hendi innan 25. apríl 2003. Brævbjálvin eigur at merkjast »Starv á Brunaumsjón landsins«. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Peturi Olsen, deildarleiðara, á telf. 31 13 33, (e-postur:plo@lv.fo) Mykinesleiðin Mykinesleiðin 34 30 30 · www.ssl.fo SL fara við hesum, alment at bjóða út rutusiglingina á Mykines-leiðini í summar við M/B Súluni. SL hava sum samferðslueind, vegna landið, til uppgávu at samskipa sjó- vegis og landvegis samferðslu, herundir planleggja, stýra og hava eftirlit við rutusiglingini hjá landinum. Útbjóðingin fevnir um Øki: Mykinesleiðin Leið: 36, Sørvágur-Mykines Harafturat ynskja SL at samstarvað verður um flutning, sum er uttanfyri vanligu ferðaætlanina á Mykinesleiðini, herundir eisini møguligan serflutning av ymiskum slagi. Krøv • Útbjóðingin skal virka fyri, at SL fær fíggjarligar og tænastuligar fyrimunir í rakstrinum. • Sáttmálaskeiðið verður frá 1. mai - 31. oktober. 2003. • Øll krøv og treytir verða annars ásett í útbjóðingar- tilfarinum. Tilboð Tilboð, merkt "Útbjóðing Oyggjaleiðir", skulu vera innkomin til: Strandfaraskip Landsins att. Fólkaflutningsdeildin Postrúm 88 FO-110 Tórshavn í seinasta lagi 14. apríl 2003, kl. 12:00. SL skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomin tilboð ella at havna teimum øllum. Teir arbeiðstakarar, sum bjóða, kunnu verða hjástaddir, tá tilboðini verða latin upp á Strandfaraskipum Landsins, Yviri við Strond 4, 14. apríl 2003 kl. 12:00. Sæð verður burtur frá tilboðum, sum ikki eru innkomin til tíðina. Útbjóðingartilfar kann umbiðjast hjá SL, tlf. 343000 ella t-post: pjt@ssl.fo. Áðrenn útbjóðingartilfar verður sent út, skulu kr. 1.000,- latast í depositum. Nærri upplýsingar um útbjóðingina kunnu fáast við at venda sær til Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðara. Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanleggum er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutnings-uppgávurnar fevna um alt landið r e p r o z Útbjóðing Frá Runavíkar kommunu Runavíkar kommuna Tekniska deild Mint verður á, at tíðaravmarkað parkering er sett í gildi á vestaru síðu á Heiðavegi frá Telebúðini til Heiðabúðina. Parkeringstíðirnar eru hesar: Mánadag til fríggjadag 1 tími frá kl. 9.00-18.00. Leygardag 1 tími frá kl. 9.00-14.00. Á eystari síðu á sama vegastrekki er steðgiforboð. Sosia urin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir C M Y K 31 30