Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. desember 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 236 — 18. desember 1991 Skattainntókan í Saksun er minkað eitt sindur, men ikki so tað munar slórvegis Tey skylda Ikki eitt ovra Sjálvt um Saksun ikki hevur nakra skuld, verður skattaprosentið hækkað upp í 14. Málið er at leggja til síðis fyri einaferð at kunna byggja skúla Ein av teimum minstu kommunum í landinum er Saksunar kommuna. Har búgva 15 vaksin fólk. Men barnatalið er vaksið nógv. Einaferð var bara eitt barn. Nú eru tey 12. Tað er við børnunum i huga, at bygdarráðið hevur samtykt at hækka skatta- prosentið. Prosentið hevur í nógv ár verið 10, men nú fer tað upp á 14. Hetta verður gjørt fyri at kunna leggja pengar til viks, so bygdin einaferð kann bygja sær skúla. Nú ganga sjey børn í skúlanum í Hvalvík. Skulu tey í framhaldsdeild, fara tey á Felagsskúlan á Oyra- bakka. Bygdin heldur tað hevði verið betri at havt sín egna barnaskúla, so børnini sluppu undan at koyra ímillum. Eins og alla aðrastaðni er skattainntøkan hjá komm- ununi lækkað, men ikki so nógva, at tað bilar, heldur Jógvan M. Joensen, bygd- arráðsformaður. Skattainnigkan = hevur verið uppi á 150.000 krón- ur, nú er hon mett til umleið 120.000 krónur. Iløgur eru ikki pengar til út yvir at leggja til viks til komandi Skúla. Tað er ikki so legið, at kommunan onga skuld hevur. Har eru ongar íløgur gjørdar. Fáa ikki gjør iløgur Nógvar kommunur hava sett seg í stóra skuld við at gera dýr havnarløg. Tilika ' ætlan hevur Saksun ong- antið havt, tí har ber snøgt sagt ikki til at gera havn- arlag. Onkur ætlan um iløgu hevur verið, men henda ætlan er steðgað av aðrari orsøk. Eitt árið varð ætlanin atgera veg oman til sjógvin. Søkt varð um loyvi at gera veg, kommunan átti studn- ing, men Yvirfriðingar- nevndin steðgaði ætlanini. So datt tað niðurfyri, og málið hevur ikki verið reist aftur. Sjálvt um kommunan onga skuld hevur, er altíð nakað av føstum útreiðsl- um. Og tær bara vaksa. Størstu úteiðslurnar eru IRF, skúlin og aðrar út- reiðslur til landið. IRF verður bara dýrari. sjálvt um tað gvugta varð lovað kommununum. Tann út- reiðslan fer við 1/6 av skattainntøkuni. Nú hevur verið tosað um at gera ellis- og røktarheim í Norður- streymi, og tað fer eisini at kosta. - Sjálvandi skulu vit hava menning, men hon má koma í smaúm, heldur bygdarráðsformaðurin í Saksun. Í Saksun eru fýra garðar, men bøndunir hava allir annað arbeiði við síðuna av. Brnafrådråtturin í Saksun verður eisini næsta år 2000 krónur. Kirkjuskatt hava tey ongantíð goldið. randi Sædd á bygd Fólk halda seg í Kvívík og í Sørvågi hava sæð ungu donsku kvinnuna, sum varð eftirlýst mána- dagin Mánadagin eftirlýsti poli- ið í Havn eina 24 ára gamla danska kvinnu, sum hevur verið burtur í Før- oyum síðan leygardagin. Mánadagin seinnapartin frætt politiið frá fólki, sum høvdu eina kvinnu, sum kundi lýt ti eftirlystu. Onkur hevur sæð hna á vegnum oman til Kvívíkar kl. 12.45 mánadagin, og onkur annar hevði sæð eina kvinnu ganga nakað vest- anfyri bygdina Sørvåg. Tað er ikki óhugsandi, at tað í báðum fórum kann hava verið sama kvinna, heldur politiið, sum heitir á onnur fólk 'í hesum bygdunum um at boða frá, hava tey eisini sæð hana. Tann 24 ára gamla Lista Liback Stollberg kom til Føroya 13. desember. Hon hevði keypt pakkaferð og skuldi verið farin heim aftur ul Danmarkar sunnudagin. Hon búði å gistingarhusi í Havn, men har hevur eingin sæð hana síðan leygardagin klokkan hálvgum fýra seinnaparun. Kvinnan er eftirlýst, tí politiið ber ótta fyri, at henni er hent okkurt. Gitte Liback Stollberg er 174 cm høg og kraftiga bygd. Hon hevur hålvlangt ljóst ár, og er hugsandi í myrkabláum anorakki ella vinjakka og myrkum buks- um. Hon er í myrkum, fløt- um ecco-skóm. Hon var í Føroyum vet- urin 1987-88 og gekk tá á háskúla og arbeiddi á gist- ingarhúsi. Síðan hevur hon einaferð verið aftur og v itj- að. Nú er bústaður hennara í Odense. randi