mikudagur 18. desember 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
tíðindáblaðið SOSiajurin
Kanska fimm minnilutar í rúsdrekkamálinum:
Osemia um
-klubbar,
- Skamtan og
aldursmark
Nógv bendir á, at tað vóru ikki bert juridiskar
forðingar fyri, at rúsdrekkaálitini ikki komu á
tingborð fyri jól
Fyrst var ætlanin, at víð-
kaða rættarnevndin skuldi
hava sítt ella síni álit klár
til ólavsgku, men hetta var
av ongum. Síðani var gitt
og roknað við, at til jóla
mundi okkurt fara at
henda, men so varð heldur
ikki. Nú verður sagt, at
frættast skal frá nevndini
16. januar.
Við Sosialin í gjár segði
Lisbeth L. Petersen, at
orsøkin til, at tey ikki
nåddu at koma vid sinum
minnilutaåliti var, at jurid-
iskir trupulleikar høvdu
stungid seg upp. Men likt
er til, at henda er ikki
einasta frágreiðingin.
Samd um einkarsølu
Teir sjey neyvndarlimirnir
í víðkaðu rættarnevndini
hava higartil verið fløsku-
tættir, men nú tíðin fer at
styttast til at úrslitið kemur
á borðið, er farið at leka
her og har.
Millum tingmenn ljóðaði
mánadagin, at breið semja
er um einkarsølu, einkar-
innflutning, postordraskip-
an í eitt ár, síðani útflýgg-
ingarskipan fyri alt landið,
og haraftrat er semja um,
at smíða eina restaura-
tiónslóg inn í uppskotið.
Hinvegin hava vit frætt,
at Ósemja er um útskeink-
ingina. Nevniliga um alt
skal vera loyvt at skeinkja
út ella bert tað veikara
slagið.
Tað frættist eisini, at
innanhysis í minnilutunum
er ivi um, at klubbarnir
skulu sleppa at skeinkja
sterkt. I minnilutanum
Signar Hansen, Lisbeth L.
Petersen og Helenu á
Neystabø er so mikið nógv
sum skilur, at tey ivaleyst
fáa torført við at gera
felags álit, soleiðis at
møguleiki er fyri, at tey
fara at leggja hvør sítt
minniálit fram.
Til dømis sigst, at hesin
minniliutin er ósamdur um
skamtan og aldursmark.
Onkur vil hava 20 åra
aldursmark og annar 18 år.
Fyrr hevur eisini ljóðað,
at sambandsumboðið, Lis-
beth L. Petersen ynskir
félkaatkvødu í rúsdrekka-
málinum.
Hvgrja stóðu Tordur
Niclasen hevur, er íkki
greitt, men mangt bendir á,
at Tordur vil varðveita
verandi skipan við ymisk-
um dagføringum.
Hóast myndin fyri al-
menninginum sær sera
fløkt út, er hóast alt so
mikið breið semja um
týdningarmiklar partar av
uppskotinum, at nýggj rús-
drekkalóg ivaleyst verður
samtykt eina ferð í januar
mánað.
tór.-
Bssur
I fast
starv
Landsstýrið samtykti í gjár,
at Øssur Winthereig skal
hava starvið, ið varð lýst
leyst í sjónvarpinum.
Øssur hevur annars í nøk-
ur ár arbeitt í sjónvarpinum.
Tað vóru yvir 20 umsgkj-
arar til starvið.
Øssur Winthereig varð av
sjónvarpsnevndini innstill-
aður sum nummar eitt til
starvið.
randi
SV fær
=
Spæl íkki
við lívið !
dt
Nr. 236 — 18. desember 1991
Térshavnar Manskór
undir leidslu Bjarna
Restorffs
Hugnalig jolaløta
Sum eitt av mongu jólatil-
tøkunum kring landið var
seinasta sunnukvøld kon-
sert i Havnar kirkju vid
Tórshavnar Manskóri og
Kamarkóri, bæði undir
kenu leiðslu Bjarna
Restorff's.
Á skránni var bæði góð-
ur kórsangur, kvartett- og
solosangur umframt
>Tjarnareygað< hjá
Magnus Dam Jacobsen og
Hera Kragesten við frålik-
um guitarundirspæli hjá
Hans Christian Clement-
sen.
Samanumtikið ein sera
hugtakandi lota, men bert
spell, at sjálvt tiltak sum
hetta ikki longur megnar
at savna meiri fólk, tí var
tað sum onkuntíð — áðr-
enn eitt nú sjónvarpið
fekk fastatøkur á okkum
— hevði kirkjan ivaleyst
verið fullsett.
Ein soga um lygnir
Valrætt til útisetar nú, takk!
Nú eru skjótt 44 ár síðani
Heimastýrislógin kom í
gildi. Men enn ava ikki all-
ir feroyingar fingið val-
rætt og valbæri til sítt
egna ting.
Feroyingar, ið noyðast
av landinum fyri at út-
búgva seg, missa rættin
at atkvøda til løgtingsval.
Aðrar tjóðir skipa so fyri,
um íbúgvar tess noyðast
uttanlands í styttri tíðar-
skeið, at teir fáa latið inn
atkveðuseðlarnar, uttan
mun til hvar í heiminum
teir eru staddir. Bert før-
oyingar vanta.
Hetta, at ein heilur sam-
felagsbólkur, í hesum feri
tey lesandi, verður settur
uttanfyri politiska ávirk-
an, er heilt avgjert við til
at skerja fólkaræði. Í oðr-
um londum eru tað tey les-
andi, sum ganga á odda í
tí politiska kjakinum. Tey
eru tey nýskapandi og
tey, ið tora at koma við
nýggjum hugsjónum. Við
at taka atkveðurættin frá
føroyskum lesandi, missa
føroysk lesandi so líðandi
áhugan fyri føroyskum
politikki. Tað er júst tílík
einsrættan, sum er við at
verða avtikin eystanfyri.
Av sonnum ein svartur
blettur í fólkaræðisligu
steðu Feroya.
Hví hava feroyingar
undir útbúgving uttan-
lands so ikki fingið val-
rætt?
Orsekin er at feroyskir
politikarar ikki fáa tikið
fingurin úr einum vissum
staði. Hetta sæst best við
at hyggja at seguni um
valrættin seinastu fimm
árini. Søgan um lygnirnar.
Í samabndi vid at MFS,
i 1987, fylti 25 år, skipadi
MFS fyri pallborðsfundi i
Norðurlandahúsinum. Tá
segdu umboð fyri sam-
bands-, tjóðveldis- og
javnaðarflokkin seg vera
fyri valrætti og valbæri til
foroysk lesandi uttan-
lands. Enn hava vit ikki
valrætt. Ein lygn.
Í november 1988 var
stór kravgonga fyri val-
rætti í Keypmannahavn,
og skriv var handað løg-
tinginum. Í oktober 1990
fingu legtingið og polit-
isku flokkarnir skriv um
valrætt frá MFS. Enn
hava vit ikki valrætt.
10. nov. 1990 skivar
javnaðarflokkurin i
Sosialnum, at teir fara at
krevja at føroyingar, sum
eru uttanlands, fåa val-
rætt og valbæri til løg-
tingið. Sama dag skrivar
Finnbogi Ísakson í 14.
September, at tjóðveldis-
flokkurin fer at krevja, at
feroyingar, sum eru uttan-
lands styttri tíðarskeið,
varðveita sín valrætt í
Feroyum. Enn hava vit
ikki valrætt. Tóm vallyfti
(fyri hverjum?). Enn ein
lygn.
16. apríl 1991 skipaði
MFS fyri limafundi i
Keypmannahavn um val-
rætt. Á fundinum vóru Óli
Breckmann og Jákup
Lindenskov við. Hesir
báðir, ið jú eisini umboða
samgonguflokkarnar i
Føroyum, dugdu væl at
síggja tað rimiliga i krav-
inum um valrætt. I sep-
tember i år siga Marita
Petersen, løgmålaråd-
harri, og Annfinn Kalls-
berg, løgtingsformadur, at
vit skulu fåa valrætt »so
skjótt sum gjørligt«. Enn
hava vit ikki valrætt. Enn
ein lygn.
Fyri tíggjundu ferð,
minst, krevja vit at feroy-
ingar, ið eru noyddir utt-
anlands at útbúgva seg,
fáa valrætt og valbæri til
Feroya Legting, eins og
allir aðrir foroyingar.
Meginfelag Feroyskra
Studenta