Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. desember 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 236 — 18. desember 1991 Tann 28 ára gamli hondbóltsspælarin Poul Enok Hansen doyði månakvøldid eftir at hann í hond- bóltsdysti á Skála var smallin um, mitt meðan hann spældi. Poul Enok Hansen var ítróttarmaður burturav, og í mong ár var hann fastur maður á bæði hond- bólts- og fótbólts- landsliðnum Steypadysturin á Skála månakvøldid millum StIF og KIF gjørdist ongantíð til ta spennandi og jøvnu uppgerð, ein altíð kann vænta sær i einum dysti millum hesi bædi feløgini. Menn høvdu spælt í ein- ar átta minuttir, og stødan var 3-3, tá ein syrgilig hending steðgaði dyst- inum. Poul Enok Hansen, sum herfyri aftur kom á liðið hjá StÍF, eftir at havt drig- ist við ein skaða, fór brád- liga niður á knæ, setti hendurnar niður í gólvið, meðan hann bað hinar bíða við at taka seg við aftur í spælið, men so fór hann fram eftir rommum og varð liggjandi lívleys- ur Bert veikur pulsur Beinanvegin sást at okkurt var heilt galið, og varð roynt at geva honum alla hugsandi fyrstuhjálp, bæði kunstigan andadrátt og hjartamassasju, men ikki eydnaðist at fáa lív í aftur. Eina lítla løtu var veikur pulsur, men so var hann burturi. Lækni kom at kalla beinanvegin á staðið, og hóast hann eisini við hjartamassasju royndi at fáa lív í aftur Poul Enok, var einki at gera. Boð vóru send eftir sjúkrabili úr Skálabotni, ið eisini var ;skjótur á staðnum, men hóast nógvar royndir, eydnaðist heldur ikki har t fáa lív í aftur mannin á veg ul Havnar. Blóðigpp í hjartað Sosialurin skilir, at ein bráðkomin blóðtóppur í hjartanum er deydsorsøk- in. Annars frættist frå fólki, ið var saman við honum, at einki merktist til nakað, hvorki undir upphiting ella sjálvum dystinum, fyrrenn hetta hendi. Ta einu ferðina fekk hann ein bólt í bringuna ella búkin, sum hann misti, men ikki gjørdi hann vart við, at nakað Ovanligt bilti, hóast onkur Blodtøpp í hjartað av lidfeløgunum spurdi hann, um alt var i lagi, tå hann misti bóltin. Eingin hugsaði so meira um tað, og hann spældi eisini víðari, til tað hendi, at hann fór niður á knæ. Byrjaði blaðungur at spæla hondbólt Poul Enok Hansen, ið so brádliga varð burturtikin, var í mong ár ein av Før- oya førandi ítróttarmonn- um innan hondbólt og fótbólt. Blaðungur spældi hann við teimum bestu monnun- um á 1. deildarliðnum hjá StIF, og var hann at kalla øll 80'ini eina av lykla- spælarunum hjá stranding- um. Longu sum bert 18 ára gamal varð hann á hond- bóltslandsliðnum við til at vinna 26-10 á Bretlandi í sínum fyrsta dysti har. Á hondbóltslansliðnum spældi hann í fleiri ár, og var hann tilsamans við í 14 dystum, og skjeyt hann 29 mál fyri føroyska uíðindablaðið ——Þ————i——n| hondbóltslandsliðið. Mál í fyrsta fótbólts- landsdysti sínum Men tað var ikki bert innan hondbóltin, at Poul Enok útmerkaði seg sum ítróttarmann. Eisini fyri GÍ var hann ein óumveriligur stuðul, og saman við gøtu- monnum var hann við til at vinna fleiri føroya- meistaraheiti og eisini at gerast steypavinnari. Eisini innan fótbóltin útmerkaði hann seg so mikið nógv, at landsliðið sendi boð eftir honum, og í sínum fyrsta A- landsdysti móti veteran- landsliðnum hjá Danmark 30. juni 1987 í Gundadali, sum Føroyar vunnu 3-2, skjeyt hann sigursmálið. Á fótbóltslandsliðnum var hann við, heilt fram til Føroyar á fyrsta sinni vóru við í eini EM-undankapp- ing. Familjumaður Poul Enok var av Strondum, men fann sær Síða 13 Poul Enok Hansen var í mong ár fastur maður á bæði hondbólts- landsliðnum 02 fót- bóltslandsliðnum, eins og hann var dyggur stuðul hjá heimafeløp- um sínum, ávikavis í hondbóltinum og konu úr Gøtu, har hann eisini bygdi. Ein son áttu ley saman, og frá vinum og kenningum fær hann tað avgjørda skoðsmál, at hann var familjumaður burturav. Tá hann bygdi, hevði hann ikki so góðar stundir ul ítróttin, men nú var hann aftur meira at síggja í m.a. føroyskum topphond- bólti, eins og brødurnir Poli og Elias Hansen, sum báðir vóru við á liðnum hjá StIF mánakveldið. tå hendan syrgiliga hending tor fram. Tað, sum fyrst og fremst eyðkendi Poul Enok innan ítróttin, var ein ótrúligur stríðsvilji. Ongantíð gav hann upp, men ofraði seg fult og heilt fyri hinar á liðnum. Altíð royndi hann eisim at halda seg i so góðum formi sum gjørligt, og ongantíð smæddist hann at taka av teimum avbjóðingum, honum góv- ust á velli. Hann verður heilt víst saknadur av føroyskum ítróttarfólki, og eisini okk- um, sum skrivað um ítrótt hj. Vunnu innandurakapping i Runavik Um vikuskiftid vunnu hesar fittu smágenturnar á myndini omanfyri gull í innandurafót- bóltskappingini, NSÍ hevði i itrttarhøllini í Runavík. Tær vunnu bólkin fyri gentur, ið eru føddar í 1981-1982, og kalla tær seg Bassarnir. Genturnar á myndini eru aftast frá vinstru Eva, Anna Katrin og Berlina, fremst frá vinstru Guðrun, Maidis og Tove.