mikudagur 18. desember 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
„Síða 16
Nr. 236
18. desember 1991
( Lesarabrøv
Sláturvirkið Búnaðarmanna
Í Dimmalætting 12. des.
skrivar Jógvan I. Olsen
um landbúnaðin serliga,
seyð, ull og slátur, eg eri
samdur við honum í tí
hann skrivar um alla rá-
veruna, sum fer fyri einki,
helst ull, avroð og annað,
tað skal og má okkurt ger-
ast við.
Men ikki er alt rætt,
sum hann skrivar, og eri
eg heldur ikki samdur við
honum í øllum. At flaka-
virki í Canada viðgera blá-
ber vissa tíð av árinum er
meguligt, men at flaka-
virkið í Narsauq í Gren-
landi bæði verður brúkt
sum slátur- og flakavirki,
er ikki rætt, eg havi sjálv-
ur verið á virkinum so
seint sum í summar, og
varð vístur runt av stjór-
anum har, og greiddi hann
frá at als ikki bar til at
hava slátur og flakavirki
saman, tí at krevini vóru
so ymisk. Tað er rætt, at
flakavirkið og sláturvirkið
er bygt saman, men
sláturvirkið verður bert
brúkt til at slátra seyð í og
stendur stilt restina av ár-
inum. Har eru væl vardar
hurðar ímillum, stjórin á
virkinum segði, at ikki ein
gang frystirúmini kundu
brúkast saman, men sjálv-
andi, er lítil fiskur, tá
seyður verður slátraður,
ber til at brúka part av
fólkinum til at arbeiða
slátur. Hetta sláturvirkið
tekur ímóti ellum seyðin-
um í Suðurgrenlandi, ca.
20000 seyðir. Bert slátur-
virkið stendur í dag í ca.
20—25 mill. kr. og tómt
mesta partin av árinum.
Tað sláturvirkið, sum
ætlanin er at byggja í Fer-
oyum, er ikki bert til seyð,
men eisini til neytini, og
skal eisini havast í huga,
at tað hevur til uppgávu
at samskipa slátur og selu
fyri allar bóndur í Feroy-
um, og tað hevur heldur
ongantíð verið upp á tal at
tvingað bendur at lata
seyðin til virkið, men vit
vita, at tað eru fleiri bønd-
ur og onnur, sum ikki
hava serliga góðar um-
steður at fletta, og kanska
serliga til at selja bæði av-
roð, skinn og kjet.
Fyri at fáa skil á hesum
er, serliga nú tíðirnar ikki
eru so góðar, ógvuliga
átrokandi at samskipa
slátur og selu.
Tað verður eisini nomið
við at sláturhús kostar
nógv at byggja, og er dýrt
í rakstri, sláturvirkið, sum
búnaðarmenn ætla at
byggja, er mett til at
kosta minni enn 10 mill.
kr., ikki meira enn um-
bygging av teimum van-
ligu flakavirkjunum, og
raksturin er avhengigur
av teimum veru, sum
koma út aftur av virkin-
um. Vit vita øll, at tað eru
fleiri og fleiri, bædi handl-
ar og fólk, sum vildu
keypt egna framleidda
veru, um hon kundi verðið
keypt eftir ynski, t.d. ikki
heilar neytafjórðingar,
krov og avroð, men meira
liðugtgjerdar verur.
Hyggið bert eftir Mjólkar-
virkinum, og eitt gott
samstarv við tað hevur
eisini fyrimun, tí teir
koyra jú fleiri ferðir um
vikuna til flest allar handl-
ar í Føroyum.
Eisini verður sagt, eru
føroyingar møguliga
blivnir ov finir, at taka
hond um tað, sum landið
kann geva.
Nei, tað eru bæði bønd-
ur og aðrir, sum sam-
starva við teir, sum ikki
eru ov fínir til at liva og
virka her á landi.
Tak skinnini, ell fara
ikki burtur, f6durmidstød-
in í Kollafirði lýsti í heyst
við, at teir tóku ímóti
skinnum, og royndu eisini
at upplýsa fólk um hvussu
skuldi verða hagreitt,
hetta tiltak hevur eydnast
heilt væl, og keypararnir
av skinnunum eru nógv
betur negdir við skinnini
nú enn áður. Gott nokk
hevur prísurin ikki verið
serliga høgur seinastu ár-
ini, men við góðari veru
ber til at fáa betri prís
Gloymið ikki heimaídnaðin!
Tað tykist, sum politikar-
ar okkara eru farnir at
taka hugtakið kappingar-
føri meira í álvara, og
frammi eru lógaruppskot,
sum hava til endamáls at
gera fyritreytirnar hjá
vinnuni rúmari. Ídnaðar-
felagið fegnast um hesa
gongd, men fer í hesum
sambandi at gera vart við,
at smáídnaðurin ella
heimaídnaðurin ikki má
verða gloymdur í øllum
rokinum, sum tykist
valda, nú 14 dagar áðrenn
handilsavtalan kemur í
gildi.
M.a. fegnast Ídnaðarfe-
lagið um, at politikararnir
nú ætla at avtaka nógv
umredda oljuavgjaldið,
sum Ídnaðarfelagið fleiri
ferðir hevur víst á, var ein
tyngjandi kleppur fyri
vinnuna. Vit taka fult
undir við uppskotinum,
og vóna, at tað er polit-
iskur vilji til at útvega
vinnuni bíliga orku, og í
heila tikið at fáa framt
lógarbroytingar, sum upp
á longri sikt kunnu útvega
vinnuni í Feroyum tær
bestu fyritreytir at virka
undir. Men vit vilja sam-
stundis minna á, at í fram-
lagda uppskoti er småidn-
aðurin, ella heimaídnaður-
in, dottin burtur ímillum.
Við júst samtyktu
handilsavtaluni við EF
missir heimaídnaðurin
alla tollverju, og feroyski
heimamarknaðurin liggur
víðopin fyri verum úr EF.
Roknast má við, at tað
kemur at floyma inn við
alskyns útlendskum ver-
um, framleiddar av stór-
um fyritøkum í granna-
londunum. Hetta ger, at
tann ídnaður, sum fram-
leiðir til foroyska heima-
marknaðin, fær nógv
harðari treytir at kappast
undir. Hesin prísur fyri
handilsavtaluna var ikki
ókendur, men varð hetta
gjørt, fyri at fiskivinnuni
kundi verða skaptar betri
kappingartreytir á
Europeiska Marknaðin-
um.
Vit skulu minnast til, at
heimaídnaðurin hevur
stóran buskaparligan
týdning fyri feroyska
samfelagið, og skapar
nógv arbeiðspláss.
Politikararnir eiga tí á ein-
hvenn hugsandi hátt at
gera sær ómak við, eisini
at útvega heimaídnaðin-
um tær best meguligu
treytirnar at virka undir,
fyri ikki at missa hetta so
arbeiðsskapandi virksem-
ið. Og leggjast kann aftur-
at, at tíðin er stutt, og at
arbeiðast má skjótt og
miðvíst við hesum. Er eitt
virksemi fyrst steðgað, er
tungt at fáa framleiðsluna
í gongd aftur. Eisini skulu
vit gera okkum greitt, at
fiskivinnan einsamøll ikki
klárar at taka ímóti ellum
teimum, sum í dag virka í
heimaídnaðinum.
Føroya Ídnaðarfelag
tekur sum sagt fult undir
við framlagda uppskoti
um, at oljuavgjaldið verð-
ur tikið burtur, men mælir
til at hetta verður gald-
andi fyri ell framleiðslu-
virki. Fyri landskassan
hevur hendan lítla broyt-
ingin lítlan og ongan fíggj-
arligan týdning, men fyri
einkult virkir kann ein slík
broyting hava stóran
týdning. Tá ein tosar um
kapping, má ein altíð
minnat til, at alt telur við,
eisini tær byrðarnar, sum
fyri uttanfyri standandi
kunnu tykjast lítlar og
lættar.
Feroya Ídnaðarfelag
Bergur Poulsen,
formaður
sum frá líður. Tak eisini
ullina, bendurnir hava
savnað ull inn, og eru
komin út við 30 tons. So
alt er ikki farið upp í royk.
Um nú eitt sindur meira
av vælvild kom frá polit-
iskari síðu, so skuldi ikki
sæð so illa út fyri framm-
an, tí at hverki ull ella
skinn skuldu farið av
Jólakalendarin heldur fram. Í dag lata
vit upp 12. lúkuna. Fyri at vera við í tí
endaliga lutakastinum um sjálvan hev-
uðsvinningin, sum er eitt krov og tær
tríggjar skemtibekurnar við tekning-
unum hjá Óla Petersen, so skulu tit
klippa lúkurnar út úr blødunum so
hvert og líma tær á kalendaran, sum tit
longu hava frá undanfarnu blødunum.
jælåia!slaljals/sle!s/alele:!
| Jola kalendarin 91
landinum ótilvirkað.
Jú, tíðin er komin til at
bøndurnir eisini fáa skip-
að viðurskifti innan slátur
av neytum, seyði og hag-
reiðing av teimum úr-
dráttum, sum har úr
kunnu fáast.
Vinarliga
Páll Patursson
Øll fara aftur i sekstiårini.
KASTA fer aftur i fimtiårini.