Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 237 — 19. desember 1991 Arbeiðsávísingin Nærkast í stórum Funnings kommuna Noktaði --Fyrsta februar skal lógin um arbeiðsloysistrygging og arbeiðs- ávísing koma í gildi, sigur Jóanes Eidesgaard, landstýrismaður Er nakað arbeiði aftaná 1. februar har tú býrt, so fær tú fyrst bjóðað, hetta áðrenn talan kann verða um at fáa arbeiðsloysis- pening. Eitt álit um ar- beiðsloysistrygging og arbeiðsávísing og eitt lógaruppskot er nú liðugt og verður lagt fyri part- arnar á arbeiðsmarknað- inum. —Vit skulu arbeiða skjótt og tey sum skulu taka stóðu tl álitið kunnu rokna við at arbeiða um høgtidina. Eg havi sett freist til 3. januar at fáa svar frå pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Í aðru viku í januar verður lógaruppskotið lagt fyri ungid og 1. februar skal lógin koma í gildi, sigur Jóanes Eidesgaard, land- stýrismaður. --Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt álitið, varð settur 12 mars. Í honum sótu Petur Alberg Lam- hauge, formaður, Ingeborg Winther, Føroya Arbeidarafelag, Oddfridur Gregersen, Føroya Arbeidsgevarafelag. Eisini hava tveir varalimir verid vid og teir hava luttikid i arbeidinum alla tidina, teir eru Hartvig Hansen, starvsmannafelagið og Arni Poulsen, Føroya Arbeiðsgevarafelag. Jákup Nielsen, fulltrúi í land- stýrinum hevur verið skrivari í bólkinum, sigur Jóanes Eidesgaard, land- stýrismaður. --Undir arbeiðinum hjá bólkinum víðkaðu vit arbeiðssetningin til eisini at fevna um arbeiðsávísing og nú fyriliggur so eitt lógaruppskot um hesa og arbeiðsloysitrygging, sigur Jóanes Eidesgaard. jústinus Jehona Vitni í Føroyum Sýna næstakærleika Tey 100 jehova vitnini í Føroyum hava sýnt í verki, at tey meina nakað við næstakærleikan. Tey hava sent seks kubikkmetur av í Ukraine klæðum til køld vitni í Jehova vitnini í Føroyum hava i eina viku savnad klædir til neydstødd i Ukraine. Innsavningin er bert farin fram innan samkomuna og hon hevur givið gott úrslit. Jehova Vitni í Føroyum eiga nógv avlopsklæðir. --Vit hava savnað um seks kubikmetur av klæð- um. Hesi verða send til Danmarkar, har vitnir sjálvi korya tey til Ukraine. Í Ukraine eru umleið 70.000 jehova vitnir og tey hava tað smáligt, sigur Visti Høgh Poulsen, Jehova Vitni í Føroyum. --Jehova Vitnini í Ukraine hava livað undir jørdini heilt til 1990 og tey hava ikki havt tað gott. Hini Norðanlondini hava savna klæðir til onnur sovjetisk lýðveldir, sigur Visti Høgh Poulsen. jústinus Jóanes Eidesgaard vil hava arbe iðsloysistrygging og arbeiðsávísing skjótt igjøgnum. Jehova í Føroyum hava savnað klæðir samkomubróður í Ukraine Minnist haldaragjaldið ! barnarøkt —vildi ikki gjalda tå ein heimahjålp i Funningi vildi hava barn sit í dagrøkt á Eiði. Ørvisi er vid Gjógv, sigur Hans Jacob i Kolls- byrgi, bygdaráðsformaður á Eiði Bygdaráðsformaðurin á Eiði vil ikki lata sita á sær, at tað er betri umstødur fyri barna- ríkar kommunur í Funningi enn á Eiði. — Tað er rætt, at teir hava sama barnafrá- drátt uppá 3000 krón- ur og lægri skatta- prosent, men teir hava heldur einki at bjóða familjunum við børn- um. Og tá foreldrini vilja leita sær hjálp uttanfyri Funning, so vendir kommunan teimum bakið, grvísi er við gjáarmonnum, sigur Hans Jacob í Kollsbyrgi, bygda- ráðsformaður á Eiði. Heimahjálp íkki hjálpt --Ein heimahjálp í Funningi vildi hava barn sítt í dagrøkt á Eiði. Vanligt er, at kommunan rindar 30 prosent av tí eitt dag- røktarplåss kostar. Men kommunan vil ikki gjalda eitt oyra til heimahjálpina, sum mátti fáa barnið ans- að, skuldi hon arbeiða í Funningi. Hon valdi tí at rinda peningin sjálv. Vil fólk í Gjáar kommunu hava børn- ini i dagrøkt á Eiði, so rindar kommunan utt- an trupuleikar sín part, 30 prosent, sigur Hans Jacob í Kollsbyrgi. Dagrgktarskipanin á Eiði hevur nú virka eina tíð og fólk eru nøgd við hana. Ein leiðari er settur og annars verða børnini ansað av kvinnum kring bygdina, tey hava børnini heima hjå sær sjålvum. Foreldrini rinda 30 prosent av dagrøkt- arplássinum, komm- unurnar 30 prosent og landid 40 prosent. Dagrøktarskipanin å Eidi hevur i løtuni plåss fyri 20 børnum, men øll plåssini eru ikki upptikin barna- talid liggur millum 15-17. jústinus