Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. desember 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 238 — 20. desember 1991 i Bacalao for vid >Skálafjalli< JFK í Klaksvík var als ikki í fútarættinum gjáramorg- unin, tá bjóðast skuldi upp á Skálafjall; heldur ikki sást nakað til Petur í Dali ella vágbingar. Tískil vóru bara tveir um boðið: Niels Winther Poulsen vegna Vesturvón-bólkin og Pól Hansen vegna Bacalao- bólkin. Til Havnar Ein knívskorin kappbjóð- ing, 10 endaði vid at skipið endaði í Havn og ikki í Sørvågi. Vesturvón legði út við einum boði uppá 46,6 milliónir krónur, og partarnir bjóðaðu tólv ferðir í part - við 100.000 krónum á muni - áðrenn hamarin fall. Síðsta boð hevði Baca- lao, og tað var uppá 48,9 milliónir krónur. »Ikki nógv longur, ið hvussu er<, svaraðu bæði Aksel og Pól Hansen, tá vit aft- aná spurdu, hvussu langt upp teir vóru sinnaðir at fara. Gott keyp Tá Jógvan Páll Lassen og aðrir hava fingið sítt, ið skal gjaldast umframt, eru reiðiliga tvær milliónir komnar aftrat; veruligi keypspeningurin er sostatt útvið 51 milliónir krónur. Hóast Vesturvón ikki vildi fara longur og Bacalao ikki hevði farið nógv long- ur, so bendið business - prátið í gongini á, at talan var um eitt gott keyp. ówh Skálafjall verður ver- andi á føroyskum hond- um, men fer framyvir at hava heimstað í Havn. Bacalao 0.0. hava keypt skipið fyri reiðiliga 50 milliónir krónur, men broytingar skulu gerast fyri 6-7 milliónir krón- ur, áðrenn tað er fiskiklårt Vánaligu 3. landssømdirnar dró Bacalao at útvega skip til fjarleiðir Skipið skal standa seg - og ikki bara syrgja fyri råvøru til Baca- lao Bacalao, Esmar Fuglø og Aksel Hansen eru stovn- ararnir av partafelagnum, ið nú eigur Skálafjall. Aksel Hansen upplýsir, at helst verða onnur feløg og einstaklingar eisini parta- eigarar. Partapeningurin verður minst 3,5 milliónir krónur. Lagalig fígging Skipið varð keypt fyri umleið 51 milliónir krón- ur. Harumframt skal tað byggjast um fyri reiðila seks milliónir krónur. Danski skipskredittgrunn- urin fíggjar 43 milliónir krónur; hetta er lagaligt, sokallað index-lán yvir 10 ár við eini rentu, ið ikki verður hægri enn 5,5 pro- sent. Tað verður Sjóvinnu- bankin, ið fíggjar restina og raksturin. Tær vånaligu sømdirnar, sum eru fyri 3. landsfiski, var høvudsorsøkin til, at Bacalao bjóðaði uppá Skálafjall í fútarættinum. Noyðast at hava føroyskan kjøl - Ti er neydugt at hava føroyskan kjøl fyri at fåa fisk av fjarleidum, sum kann standa seg å markn- adinum, sigur Aksel Han- sen. Skålafjall fær kvotu upp- å 1680 tons av botnfiski i Barentshavinum umframt nakad aftrat. Helvtin av veiðuni skal avreidast í Klaksvík, sambært teimum yvirtøku-treytum, alndsstyrid hevur sett - Men tað verður ul marknaðarprís upplýsti Pól Hansen, advokatur, ið út- leggur tekstin soleiðis, at hendan nggd eisini skal virkast í Klaksvík. Skal ikki bert levera, men klára seg sjálvt Dentur verður lagdur á, at skipið ikki einans er keypt fyri at útvega råvøru til Bacalao: skipið skal hvíla í sær sjálvum. Aksel Hansen hevur ikki so ringar vónir um konga- fiski-skapin í Irmingarhav- inum, sum føroysku royndirnar higartil kundu givið orsøk fyri. Hann vís- ir á, at íslendingar, ið hava roynt við einum nýggjum troli, hava fiskað væl. Skal umbyggjast Aksel Hansen hevur eisini góðar vónir fyri svartkjaft- inum, tí stórur eftirspurn- ingur er eftir farsi á euro- péiska meginlandinum. Aðrenn Skálafjall, sum liggur í Skagen, kann fara á veiðu, skal hann um- byggjast. Tvær gulllaksa- maskinur og tveir avhgvd- arar skulu í land: umborð skal ein fleikimaskina til stóran fisk, tvær nýggjar avhgvdaramaskinur um- framt bond, pawnar og annað. ówh 81 ára gamli Esmar Fuglø er ein av stovnarunum av fel- agnum, ið hevur keypt Skálafjall Skipskredittgrunnurin fekk alt sítt aftur Landskassin misti 30 mill. Fóroya Banki misti 2,3 milliónir krónur minni enn hann hevði stúrt fyri Skálafjall stóð í útvið 110 milliónum krónum, nú hann var seldur á tvings- ilssølu. Av hesum átti skipskredittgrunnurin nógv størsta paruin: 95,1 millión krónur, meðan landsstýrið hevði eitt stuðulslán í skip- inum stórt 11,5 milliónir krónur. Harumaftrat skulu leggjast tvær milliónir krónur í sjåpantikrøvum og ein vedrættur úl Skála Skipasmiðju. Nýttist bert helvtina Skipskredittgrunnurin skuldi kortini bert hava 46,6 milliónir krónur, skuldi hann einki missa. Restina hevði grunnurin trygd fyri. Umframt tær 11 milliónirnar, sum var latið í stuðulslánið, noyðist landsstýrið eisini at flyta 20,4 veðhaldsmilliónir til skipskredittgrunnin. Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvønn hósdag frá kl. 19.00—21.00, inngongd Jólagáva til FB Føroya Banki hevði 28,8 milliónir krónur í veð í skipinum, næst eftir skips- krediltgrunnin. Av ti at hægsta boð uppá 48,9 milliónir krónur kom 2,3 milliónir krónur inn í pri- var 2,3 milliónir enn Hans aursen á Co høvdu stúrt fyri. Skoytast kann uppí, at Feroya Banki fekk 15 milliónir í oriteun hjá bankanum MisSSurin KrOnur Minni rentustuðli úr landskass- anum, tá Skálafjall varð bygdur í 1987, so veruligi missurin verður missurin bert umleið tíggju millión- ir krónur. ówh hjá KFUM, undir Pisuvarða 2, ella á tif. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frá kl. 15.30—7.00 á morgni.