Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-21, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1991síða 36

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Høgtidin vid négvum timum framman fyri SvF Sjónvarp Føroya sendir hvønn dag frå 19. desember til 6. januar næsta år — Jólahald og Sissel Kirkjubø høvudstil- bodini. Jólini fella soleiðis í år, at hjá teimum flestu er bert ein arbeiðsdagur millum jóla og nýggjárs. Tí kemur tað helst væl við hjá mongum, at SvF fer at senda hvenn dag frá 19. desember til 5. januar, og fyri tað mesta langar dagar. Hevuðstilboðini um jólahegtíðina eru jólahaldið í sjónvarpinum jólaaftan, og tvær sendingar við Sissel Kirkjubø — ávikavist jóladag og annan jóladag. Jólaaftan Jólaaftan seinnapartin verður hevuðs- sendingin fyri bernini. Tá verður dansað um jólatræ í Sjónvarpinum. Har verður sangur og brot úr Leikhúsjólum. Sjálvandi koma jólamenn eisini, og Sjónvarp Føroya hevur aftur í ár gjørt avtalu við tveir jólamenn úr Eystur- oynni. Tað er ein gamal, móður jóla- maður, sum aftur hesaferð hevur sonin við. Sonurin er ein sannur íspegil, sum gevur faðirinum nógv at hugsa um og ansa eftir. Jólaaftans kveld sendir sjónvarpið amerikanska leikin Annie. Hann er um eina gentu, sum ongi foreldur hevur. Tað kann sigast beinanvegin, at hóast gentan ikki altíð hevur tað so gott, so endar film- urin í ellum góðum, eftir at hon hevur mett millióninginum, leiktur av Albert Finney. Sjónvarpið sendir eisini í ár midnáttar- messuna úr Rom. Jóladagur Jóladag byrjar SVF kokkan 14 við filminum Jólagávan hjá Noru. Hesin filmur hevur feroyskan tekst. Klokkan 19.30 er tað enn einaferð film- urin >Tað er gott at liva«, sum SVF fleiri ferðir áður hevur sent. Hetta er ein film- ur, sum hoyrir jólunum til. Jólakveld er eisini filmurin >Við Sissel til Kirkjubøar« á skránni. Hetta er ein filmur, sum SvF hevur gjørt saman við Stageway í Noreg, Zebra Film í Sveríki og Norðurlandahúsinum. Filmurin snýr seg sjálvandi um songlerkin Sissel Kirkjubø og hennara vitjan i Føroyum i vår. I filminum hoyra vit Sissel Kirkjubø syngja fleiri sangir. Eftir Sissel Kirkjubø hevur Bjarni Bøk, prestur, andakt. Bjarni Bæk hevur allar andaktirnar um jólini. Síðst á skránni jólakveld er kendi filmurin »Myttari um borð á Bounty«. Ein klassikari, sum var gjørdur um aftur í 80-unum. 2. jóladagur Annan jóladag kemur seinna sendingin við Sissel Kirkjube. Her er tað upptekan av kirkjukonsertini í Christianskirkjuni í Klaksvík. Eisini hendan sendingin er í samstarvi við Stageway, Zebra Film, Norðurlandahúsið og SVF. Sjálvandi verður farið upp á gólv ann- að jólakveld. Hesaferð verða tað vág- bingar, sum dansa. Millum annað verða fleiri gomul dansispøl at síggja. Karin Brattaberg og Albert Djurhuus fara at greiða frá. Ein krimirød í trimum pertum byrjar eisini hetta kveld. Hon er ensk og kallast »Jagstradur«. Hetta kvøld endar vid einum parti av »Morse«. Sunnudagurin Sunnudagin millum jól og nyggjårs verð- ur sent frá einari sangletu í Christians- kirkjuni í Klaksvík. Hendan dagin verður eisini ein sam- reða við Óla Svend Kjærbech, sum heilar tríggjar ferðir er forlistur við skipi. Hetta kveld sendir SVF eisini fyrra part av sending um Simon Wiesenthal. Hendan mann, sum síðan kríggið hevur fingið fleiri krígsbrotsmenn fyri rættin. Wiesenthal er jødi. Gamlaårskvøld Gamlaårskvøld verður merkt av, at hugt verður eitt sindur aftur eftir, eins og onkur roynir at kaga inn í 1992. Løg- maður hevur nýggjársreðu í bæði sjón- varpi og útvarpi klokkan 19. Árið, ið fór er sjálvandi á skránni. Í foðingardag skulu vit eisini hetta kveldið. Ein fyllir 90. Tónleikur, sum hevur verið í ár, við hópi av sjónbandalegum, verður at hoyra, og so eftir midnátt fara vit at syngja saman. Heaferð eru tað sangglað fólk í Klaks- vík, sum eru saman í Skálanum. Tey skulu syrgja fyri, at feroyingar koma syngjandi inn í 1992. sostalurin Nr. 239 — 21. desember 1991 Leygardagin kl. 20.55: Rangt og Rætt Undirhaldssendingin við teimum sjåld- somu orðunum og stuttligu orðafrágreið- ingunum. Gestaluttakarar í kveld eru: Atli Dam, legmaður, Jógvan Sundstein, varaløgmadur, Finnbogi Ísakson, leg- tingsmaður og Helena Dam á Neystabø, legtingskvinna. Umframt at avdúka seg sum stórskemtarar, royna tey fýra seg eisini sum sangarar í sendingini í kveld saman við liðskiparunum Kára Mourit- sen og Jógvani Ósá. Vertur er Leivur Hansen. Hetta er triðja og seinasta sending í hesum umfari. Leygardagin kl. 21.20: Er bara endin góður Filmsheitið er sagt, sum tað er meint. Endin á leikinum — kundi verið eitt ann- að boð, sum segði meira. Filmurin er um Bobby (O'Neal), sum roynir at fáa klædnaverksmiðjuna hjá pápa sínum at ganga væl. M.a. uppfinnur hann buksur við holum í aftan, so at tað sæst igjøgn- um. Sunnudagin kl. 14.40: Tok til himmalin Nino er foreldraleysur og byr å einum kleysturskula i Ecuador. Men hann sleppur ikki at hava hundin hjå sær og ti rymir hann. Sunnudagin kl. 17.30: Granit og entur Náttúrufotografarnir John Sandberg og Jan Petersen eru å Christiansø og hyggja at 2.500 ædupørum frå tey koma á oynna i april månada. Sunnudagin kl. 21.00: Hin vágadjarvi Crane uppdagar, at tað var pápi hansara, sum í sínari tíð meldaði hann til løgregl- una. Franklyn leggur tryst å »Douglas Motors« og familjan leggur tryst å Crane at fåa hann at bjarga teimum. Sunnudagin kl. 21 „50: Talkshowið Bodil Cath frá dagblaðnum BT vitjar Jarl Friis-Mikkelsen í sjónvarpsstovuni. Sunnudagin kl. 23.00: Heimurin skal verða frelstur við vakurleika Sóknarpresturin Seren Prahl frá Jyllandi hevur í mong ár verið hugtikin av Ikon- um. Í sínari tíð vitjaði hann táverandi kirkjumálaráðharra, Bodil Koch. Á einum veggi hekk ein Ikon, og hon visti ikki, hvat hon ímyndaði. Hon spurdi Seren Prahl, og hann lovaði at kanna seguna um myndina. Soleiðis byrjaði áhugin hjá prestinum. Annemarie Noltenius hevur lagt send- ingina til rættis, og hon varð víst í danska sjónvarpinum 21.12.87. Mánadagin kl. 19.40: Margretha, drotning í Kanada Margretha drotning TV-Aktuelt hevur fylgt drotningini og prinsinum gjøgnum Kanada. Tey vóru nógva staðni teir 10 dagarnar, ferðin vardi, og komu eisini langt norður, har Kanada er granni hjá Grenlandi. Mánadagin kl. 20.30: Tann svarti hesturin — am. filmur Kelly Reno og hesturin >Tann svarti hesturin< snúði seg um ein arabiskan hest og ein amerikanskan drong, sum eftir strævna ferð kom til USA, har hesturin sýndi síni evni sum kapprennari. Hetta er framhald av filmin- um, og nú verður hesturin rændur til Ma- rokko. Drongurin fer aftan á sum „blindur passagerur< í flogfari. Fær hann hestin aftur?