fríggjadagur 4. apríl 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 66 - 4. apríl 2003
Nr. 66 - 4. apríl 2003
19
MUSIKSKÚLA-
SKIPANIN
Martin Mouritsen, leiðari
Myndir: Jens Kr. Vang og
Ulf Nordlund
Verkætlanin við næming-
um í musikkskúlaskipanini
og Føroya Symfoniorkestri
var sunnudagin 30. Mars í
høllini í Norðurlandahúsin-
um.
Aðalmálini
vóru
tvinni, annað at næmingar
fingu høvi at framføra fyri
nógvum áhoyrarum, og hitt
at skapa samband millum
næmingar og tónleikalív.
Fyrru
konserthálvu
spældu
einstaklingar
á
floytu, trompet, trombon,
cello, vciolin og klaver, og
Jóhannes Andreasen hevði
klaverfylgispæl við teim
flestu. Ólavur Jacobsen
leikti á fuitar við tveimum
floytuleikarum.
Hóast konsertin var nakað
drúgv, tóktust serliga yngru
leikararnir at njóta løtuna.
Framburðurin er eyðsýndur,
og yvirhøvur vóru hesir
ungu tónleikararnir púra
tryggir og í fleiri førum er
greitt, at evnini eru til fram-
haldandi menning aðra-
staðni. Ein teirra, trompet-
leikarin Johan Hentze, byrj-
ar longu í september á Royal
Scottish Academy of Music
í Glasgow.
Tey ið framførdu, vóru
Jona Jacobsen og Jón Festir-
stein Andreasen á violin,
Sindre Malmsten Steinkopf
og Andreas Restorff á cello,
Morid Simonsen, Maria
Tausen, Mia Káradóttir,
Ruth á Plógv, Katrin á Borg
Gaard og Marianna W. Jac-
obsen á floytu, Kristina
Dalsgarð á klaver, Dávur
Juul Magnussen á trombon
og Brandur Olsen á gittar.
Í seinna parti luttók sym-
foniorkestrið og tilsamans
vóru 40 næmingar við á
violin, viola, cello, kontra-
bass, floytu, klarinett, fag-
ott, waldhorn, trompet,
trombon, tuba, trummum,
slagverki og hørpu.
Yngru
tónleikararnir
upplivdu samanspæl í sym-
foniorkestrinum og tað
tóktist at huga teimum, ikki
minst í brotunum úr sættu
symfoniini eftir Tschaikov-
sky.
Føroya Symfoniorkestur
hevur eins og Musikk-
skúlaskipanini 20 ár á baki,
og tíðin er búgvin til at gera
eitt ungdónssymfoniorkest-
ur. Fyrireikingar eru í løt-
uni til at gera eitt stuðlafel-
ag til endamálið. Framm-
anundan er eitt barnasym-
foniorkestur
úr
øllum
musikkskúlanum í landin-
um, sum venur regluliga.
Vøkstur í dygd og mongd
C
M
Y
K
19
18