týsdagur 7. januar 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 7. januar 1992
Nýggjasta skipið í flotanum
Roynir útgerðina
--Vesturbúgvin ber seg væl í sjónum, sigur
Dánjal Jacobsen, skipari
Í gjár lá nýggjasti trolarin
í flotanum, Vesturbúgvin
á Nólsoyarbankanum og
royndi útgerðina.
--Vit hava umboð fyri
spælverksmiðjuna
umnborð og eisini umboð
fyri Datronik, sum hevur
gjórt ta elektronisku
skipanina, sigur Dánjal
Jacobsen, skipari.
—Vit eru ikki farnir undir
fiskari enn. Vit bíða eftir
at ósemjan millum mann-
ingarfelggini og reid-
ararnar fer at laga seg. Vit
fara innaftur í dag, sigur
Flotin liggur
skiparin.
--Í dag er rættuliga gott
veður, men tá trolarin fór
niður at sandblásast høvdu
vit ódnarveður og trolarin
royndis væl í sjónum. Vit
høvdu eisini sjaskveður á
veg uppaftur, sigur hann.
Partrola
Vestubúgvin skal par-
trola við Gullberg, sum er
systurskip. Báðir trol-
ararnir eru bygdir á Tórs-
havnar Skipasmiðju og
teir eru skræddaraseym-
aðir til at royna á føroyska
Tungar
samráðingar
landgrunninum.
-Eg havi góðar vónir
fyri hesum skipinum.
Trolarin er væl útgjørdur,
so møguleiki skuldi verið
fyri at fingið tað at borið
til, sigur skiparin.
Sjey mans verða við
Vesturbúgvanum. Tríggjar
manningar verða til báðar
trolararnar , so ein mann-
ing altid er i landi.
jústinus
Legudagarnir hjá trolarunum eru av, men enn
liggur helmingurin av flotanum
Meginparturin av
føroyska fiskiflotanum
liggur. Í gjårkvøldid
aftaná at blaðið fór til
prentingar, hittust umboð
fyri reiðarafelagið og
manningarfelggini og av
góðum grundum kunnu vit
ikki greiða frá úrslitinum
av hesum fundinum.
Leygarkvgldið fundaðust
+ Á
eisini partarnir og tað
einasta teir samdust um
var at leingja sáttmálan til
á midnátt í gjårkvøldid.
Teir átta kubatrolararnir
vóru farnir út í gjár og
onkur annar trolari var
eisini farin út. Men teir
flestu reiðararnir eru
samdir um, at lata bátarnar
liggja til sáttmálin er
undirskrivaður.
Um sáttmálin íkki var
longdur í gjårkvøldi og
partarnir ikki nærkaðust
hvørjum ødrum, so er
talan um verkfall. Men tad
hoyra vit meir um i
komandi blaði.
jústinus
Veturin kom
— bæði so og so.
Í gjár fór aftur ein dagur,
í farnu vikuni ein vika, og
mín sann um ikki eitt ár
fór í fjør eisini. Jú, so-
leiðis fer tíðin við øllum.
Vikan, ið fór, byrjaði í
fjør, men endaði ikki
fyrrenn í ár. Og hesa
góðu viku fekk foroying-
urin loyvi at uppliva
bæði eitt og annað. Ikki
minst bar vikan eina
kenslu í sær av, at nú
skuldu øll líta aftur um
bak. Ikki serliga hugaligt
kortini, tí aftanfyri liggur
jú alt tað, ið ongantíð
kemur aftur!
Aftanfyri liggja tíðir,
har arbeiði var til allar
hendur, og har feroying-
ar ikki høvdu fyri neyðini
at hava Almu sum
reserva-mammu, tí
politikararnir hesi
mongu árini ikki hava
stýrt eftir landsins besta,
men eftir tí, ið best
gagnaði teimum sjálvum,
teirra atatkvøduhåvum
og annars vinum og
kenningum, ið vóru so
beinasamir at leggja
navn til mest sereyð-
kenda foroyska politikk-
in, tå hann er allarbestur
— vina- og kenningapoli-
tikkin!
Utvarpi royndi eftir
førimuni at spyrja annad-
hvørt menniskja, id slapp
at eini mikrofon, hvørji
útlit vóru fyri framman,
uttan at nakar tó í veru-
leikanum kann siga nak-
að um tað. Og svarað
varð eisini hareftir! Høv-
uðstíðindini í tí partinum
av vikuni, ið smoygdi
sær inn í 1992, vóru eis-
ini, at ongantíð áður ar so
nógv latið í arbeidsloysis-
stuðuli sum í farna
mánaðinum — jóla-
mánaðinum — ið er ár-
sins hevi at keypa seg
um rygg av øllum tí, ein
ikki vildi skoytt um
sjálvur, men dittar sær
at halda, hini gleðast um
á jólum.
Nakað, ið eisini so
framúr varð hildið at
vera góð mynd av 1991-
árinum, ið fór — vóru
risabroytingarnar eyst-
anfyri, ið endaliga gjørdu
av við kommunismuna
og alt tað, vit vestanfyri í
ártíggjur hava hildið ver-
ið sannan óndskap. Tað,
ið nú er komið í staðin, er
neyvan mætari, men ikki
munnu feroyingar fara at
læra av tí, heldur enn
nøkrum eðrum.
Øl] tosa jú um ringar
tíðir í Føroyum í dag, og
óivað er nakað um prátið.
Men" lítandi eystureftir,
har toftirnar av hóttandi
stórveldum daga móti
luftini, duga feroyingar
enn ikki at læra av teim-
um tíðum, her heima
hava valdað áður við ar-
beiðsloysi, vantandi mati
í munnin og eðrum av-
bera vánaligum viður-
skiftum. Hóast tey
gomlu húka á sín stav og
skaka hevur, tí so illa
stendur til og í hvussu er
er í ferð við at standa illa
til í Føroyum, tekur dag-
sins føroyingur — hann
við framtíðini fyri sær —
ikki við læru av tí, hesi
gomlu hava at siga, men
heldur seg klára enn ein
dag, enn eina viku, enn
ein mánað ella kanska
enn eitt ár í reinum
luxus. Tað er sum við
deyðanum, tá hann kem-
ur: Hann rakar ikki meg,
men hini!
Og sum ein riðil av
flongdum hundum skal
fjøldin óivað enn eina og
fleiri ferðir stuðla alla ta
fólkavaldu rúgvuna, ið
ell hesi ár hevur staðið
við valdinum og megu-
leikunum at gera nakað
munagott og vera bert
eitt lítið sindur fram-
skygd — uttan tó at rera
hond frá síðu, har tað
veruliga galt. Hava
politikarar verið mát fer-
oyinga at nullstilla van-
ligt skil eftir, verða teir
tað í hvussu er ikki minni
framyvir, tí teir eru jú
alla tíðina teir somu.
Kanska hamurin skiftir,
men nær hava vit forrest-
in seinast sæð ein mann,
ið hevur staðið við sítt
orð?
Nei, ikki minnist eg tað
heldur!
Í farnu viku hoyrdu vit
eisini løgmann gera sær
sínar metingar av fram-
tíðini. Ikki sert, at hann
er ávirkaður av blíðskort-
að“ fíggjarmálaráðharr-
anum, ið bernini enn
halda vera løgmann: Alt
verður so eviga deiligt:
Herferðin móti arbeiðs-
loysinum fer at halda
fram, og nú eru eisini út-
lit fyri, at vit í 1992 fáa
gjaldsjavnaavlop
Og mitt í ellum hesum
sigur Palleba: »I'a?« Tí
eins og eingin uttan para-
grafserfreðingarnir skilja
alt tað, iðs tendur við
smáum í teimum 678
pappírunum frá trygg-
ingini, tá húsini ikki eru
tryggjað móti vindi úr
hasara ella hasari ættini,
ella tí og tí serliga slag-
num av vatni, ið nú brád-
liga ikki ger vatnskaða,
men skaða av glopra-
regni, eins lítið skilir
Palleba, hvat ein sokall-
aður gjaldsjavni er fyri
nakað. Í hvussu er kann
hann vera vísur í, at av-
lop á einum slíkum bert
er nakað, politikararnir
og teirra góu fáa nakran
ágóða av, tí soleiðis hev-
ur tað jú altíð verið.
Tí er tað eisini soleiðis
vorðið í hesum góða
landi, at einasta vón
Palleba er, at hann
kanska arvar okkurt eftir
Almu, tá hon einaferð
leggur árarnar inn!
Fyri heilt stutt at
venda aftur til hatta við
tryggingini, so kundi
kanska verið eina roynd
vert hjá Palleba at lívs-
m tryggjað sær húsini —
Hilmar Jan
Hansen
skrivar
serliga um so er, at tey
nærkast teimum 67 árun-
um. So kanska okkurt
oyra er at heinta, og teir
klóku siga eisini, at tað er
ikki so egiliga nógv at
lesa við smáum, tá talan
er um lívstryggingar-
skjelini.
Sama man tó gera
kortini, tí feroyski tapar-
in er altíð Palleba. Og
Palleba er hver einasti
føroyingur, burtursæð
frá 66 ella 67, ið bjarga
sær og sínum við merg-
súgving av hinum. Og
Palleba kann vera vísur í,
at verður tað ikki politik-
arin ella tryggingin ið
lumpar hann, so skal tað
nokk verða onkur annar,
tí eitt er vist: Lumpaður
verður Palleba so í eilum
ferum!
Men hóast Palleba fyri
117. ferð fer inn í eitt
nýtt ár við bindi fyri eyg-
uni og vatti í oyrunum,
so hann hverki skal
hugsa ella síggja nakað
av tí, ið gongur :yri seg,
so luktar hann kortini.
Og rotroykurin er ikki so
at sleppa undan, kemur
hann fyri nasarnur.
Men eisini hóast tað,
so hevur Palleba loyvi at
vóna. Vissuliga kom vet-
urin nú av álvara í vik-
uni, ið fór — bæði so og
so. Tó siga royndirnar, at
eftir vetur kemur vár og
síðani summar, áðrenn
heystið aftur fyrireikar
enn ein nýggjan vetur.
Tað, sum Palleba tí
kann loyva sær at vóna,
meðan náttúran soleiðis
heldur sína gongd, er at
politikararnir fara at
gera síni sterstu mistek í
1992. At teir fara at gera
brelara oman á brelara, tí
tá kann land okkara ikki
vera á so heilt skeivari
leið. Í hvussu er ikki, tá
vit ferð eftir ferð hoyra
teir siga, at alt tað, sum
longu er gjert og verður
gjørt, er gjørt í bestu
meining. Tí tað kann
Palleba heldur ikki skilja.
Gera politikararnir
bara nóg mong mistek,
so man alt fara at laga
seg kortini, so Palleba
troystar sær at ynskja
ellum eitt gott nýggjár.
Og tá haldi eg, at vit
helst eisini kunnu taka
og ynskja Þonum eitt á
sama hátt!