Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i Í Nr. 3 — 7. januar 1992 Síða 17 < 2 <? Tak ein annan penn upp, Palli Dalsgaard Lat meg siga beinanvegin, at øll hava vit loyvi at skriva okkara meining. Men hugaligari er at lesa brev, har skrivarin roynir at síggja ljóst upp á til- veruna, heldur enn bara at tjøra. Tú hevur nú verið i blød- unum við nøkrum hugleið- ingum um steðuna í bygd- ini. At tað er ein depur mynd hjá bygdar- og av- bygdarfólki at lesa, kann ikki sigast annað. Er tað endamålid, so er tað ljótt. Ellisheimið: Í einum brævi biður tú um at steðga byggingini av ellisheiminum her og lata holið standa sum eitt minni um eina farna tíð. Skopuningar kunnu nýta sítt hús til eitt annað endamál. Tú veitst væl, at upprunin til ellisheimini av nýggjum byrjaði her, nettupp við tí fyri eyga at fáa bílig heim í fleiri stød- um, so eitt nú skálvíking- ar kundu vera her sum longst. Eisini á Sandi og í Skopun vóru tílík hús tek. Hetta mál vann ongan frama, í hesum líki, bleiv avlívað norðuri í Havn, hóast hugskotið var nýtt. Krøvini, skal tað almenna vera við, at tað tá skal kosta fleiri milliónir. Málið um ellisheimini bleiv síðani politiskt og stendur so her í dag. Palli, hugskotið var gott. Endamálið er gott og skálvíkingar skulu ikki verða offur fyri at land- sins lógir eru gjørdar á ein slíkan hátt, at 4—5 gomul fólk ikki kunnu búgva í einum vanligum sethús- um fyri 1—2 mill. Húsini, ið nú verða bygd, kosta nógv meira, men munurin millum uppruna málið og ta endaligu loysnina er nærri, enn at lata eitt hol standa inni í Gerðiskróki. Skálavíkar havn Stutt undan jólum kom tú aftur við einum brævi, skrivað sum hugleiðing. Tú heitur á bygdarráðið um at lata havnajáttanina til eitt alment alibrúk, tí tú er ímóti eini havnar- bygging her. Metir landsstýrið, at Skálavík liggur væl fyri tekniskt til eitt slíkt brúk, skulu teir vera vælkomnir og tað skal ikki stranda uppá bygdarráðið. Harfrá og so at lata havnajáttan- ina, er eitt langt lop. Fyri tað fyrsta hevur tú mis- skilt okkurt, hetta er heilt hver sítt mál, ið onki hev- ur við hvert annað at gera, ein almenn alisteð og løg- tingsins havnajáttan yvir 8 ár. Ein útbygging av sjó- síðuni í Skálavík er og hevur verið nú í nógv ár eitt hjartamál hjá flestu skálvíkingum. Tá ið tosað verður um arbeiðspláss á landi og koyrast skal til arbeiðis, hevur tað ikki tann stóra týdningin, um koyrt verð- ur 4 ella 10 km, ella hann er eystan ella vestan. Verður tosað hinvegin um sjósíðuna, so eru heilt aðr- ir spurningar, ið stinga seg upp. Veðurlagið í Fer- oyum er soleiis skapað, at minst 70 prosent av veðr- inum er millum landsynn- ing og útsynning. Vit kenna jú allir tær mest vanligu veðurvánirnar. Hann veksur vindin av landsynningi, gongur í sunnan og stekkur vestur um til útsynning og klárar í. Slíkt veður kann liggja í langa tíð. So skulu vit gera okkum nakrar tankar um at varð- veita eitt gott útróðrar- og sjófólk í bygdini, so má og skal sjósíðan gerast. Fe- lags fyri útróðurin her er, at vit altíð hava róð eystureftir. At sita í Skálavík, tað kann standa við klettin, og meta um líkindi eru at sleppa út vestanfyri, síðani at sigla eystur um einar tveir tím- ar plus ein tíma fyrr frá húsum, alt hetta stríðið fyri at koma fýra fjórðing- ar eystur úr Skálhevda, sum kann gerast í ein hálvan tíma her frá. At menn ikki fara undir slíkt, skilji eg væl, so stuttligt er tað heldur ikki. Og eitt er heilt vist, vóru betri umsteður, vóru fleiri sterri fer her. Sandoyggin er nógv út- bygd vestanfyri. Alt gott um tað, men er ódn í vestursjógv, er tungt at taka land hjá monnum, ið fáast við sterri skip. Tá kundi verið gott, um ein havn var á eystursíðuni eisini. Tað er líka neyðugt í dag við havn, sum tað al- tíð hevur verið. Ein skila- góður fiskivinnupolitikk- ur skuldi gjørt tað møgu- ligt hjá fiskastovnunum at komið skjótt fyri seg af- tur, og framtíðar flotin verður heldur fleiri skip og smærri skip. Skip, ið krevja minni fisk til fleiri hýrur. Tað eru ikki ringar tíðir, men strævnar tíðir. Aftan á tann lítla aldudalin kem- ur aldan, ið lyftir alt upp- aftur. Tú opnar ikki út- varp ella sjónvarp, uttan tú hoyrir um fólk, ið stríð- ast við brotasjógv, so her hjá okkum er hóast alt lív og vón. Palli, tak ein nýggjan sið upp í tí nýggja árinum, legg handa pennin, ið lík- ist mest einum tjerukusti, frá tær. Tak pennin hjá John Reid Bjartalíð upp. Ein pennur, sum dregur nógvar lesarar. Linjohn Christiansen, bygdarráðsformaður Viðmerkingar til kjak um valrætt Tað er at freast yvir, at landsstýrið nú umsíðir er farið at viðgera málið um valrætt og valbæri til Før- oya Legting, fyri føroy- ingar, sum eru noyddir uttanlands at útbúgva seg. Landsstýrið hevur nú sent eitt uppskot til Kommunufelagið og Tórs- havnar Býráð til um- mælis. Av tí at tað verða kommunurnar, sum koma at umsita skipanina, er tað sjálvandi rímiligt, at tær kunnu gera viðmerk- ingar til tann reint um- sitingarliga partin av upp- skoti landsstýrisins. Men tað er ikki ein kommunalpolitiskur spurningur, um tað er rímiligt at útbúg: >ndi skulu iava uttanland: ' rå valbæri til! r- tingið. Til at avgera slík mål hava føroyingar (teir, ið hava loyvi til tess) valt eitt legting. Men um ikki annað, so er nú komið eitt alment kjak um hetta mál. Og tað er at froast yvir, tí so er meguleiki at lýsa málið so gjelliga sum meguligt. Tað er til nakr- ar av teimum próvgrund- unum ímóti valrættinum, sum eru komnar fram í blødunum, eg vil gera nakrar viðmerkingar. Fjúrtandi skrivar 12. de- sember at fíggjarnevnd Tórshavnar Býráðs er í- móti valrættinum, tí at hann bert umfatar feroy- ingar í Danmark, og at hann umfatar allar úti- setar (ikki bert útbúgv- andi). Til tað er at siga, at tað kravt, er relret: or val- sum MFS hevur bæri til allar feroyingar, sum eru undir útbúgving uttanlands. | Poul Michelsen og Katrin Dahl verða í Sosial- inum, åvikavist 13. og 21. desember endurgivin fyri at siga, at útisetar megu- liga ikki kenna nóg nógv til føroyska samfelagið. I dag er samskiftið so gott, at útisetar hava líka góðar meguleikar at fylgja við føroyskum politikki, sum føroyingar, ið búgva í Før- oyum. Flest allir útisetar hava atgongd til føroysk blød og útvarp. Tey flestu eru eisini i Føroyum tvær ferðir um árið. Tórfinn Smith verður í Sosialinum 21. desember endurgivin fyri at sakna eina allýsing av einum feroyingi. Hetta er ein trupul spurningur, sum føroyskir politikar ongan- tíð hava torað at tikið steðu til. Tað ið kemur nærmast er $ 10 í grund- lóg okkara, heimastýris- lógin: >Tann verður taldur føroyingur, sum hevur danskan ríkisborgararætt og hoyrir heima í Feroy- um. Valrættur og valbæri til stovnar, sum hoyra undir føroyska heimastyr- ið, kunnu verða treytað av, at avvarðandi er fer- oyingur«. Við at tað stendur hoyrir heima í Feroyum, og ikki búsit- andi í Feroyum, er tað greitt, at hetta eisini um- fatar foroyingar, sum eru noyddir uttanlands at út- búgva seg. Víðari stendur, at valrættur og valbæri kunnu verða treytað av, at ein er føroyingur. Men higartil hevur løgtingiA ikki nýtt henda megu- leika, men tverturímóti samtykt eina vallóg, sum gevur danskarum búsit- andi i Feroyum (m.a. her- menn í Mjerkadali og á Marinusteðini) valrætt til legtingið. Ímeðan føroy- ingar búsitandi í Dan- mark ikki hava henda meguleika. Poul Michelsen sigur við Dimmalætting 17. de- sember, at tað er trupult at vita hvussu leingi fólk eru í útbúgving. Her kann ein nýta somu avmarking sum skattalógin og lógin um útbúgvingarstuðul. Nevnliga ásettu lestrar- tíð, pluss tvey ár. Leivur Johannesen verður í Sosialinum 21. des. endurgivin fyri at hava sagt, at ynski um valrætt botnar í »heim- feðiskapi og tí er tað fikst og populert«. Hatta er á einum so lágum steði, at tað ikki er vert at gera viðmerkingar til; men sigur nakað um ein gall- beiskan og útbrendan kommunalpolitikara. Tað er eingin ivi um, at tað er meira sum talar fyri valrætti og valbæri til út- búgvandi uttanlands, enn ímóti. Vónandi fer leg- tingið at sýna málinum vælvild Í Aarosa, Tollaks- messudag 1991 Bogi Kirke