mikudagur 8. januar 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 4 — 8. januar 1992
Tað almenna
eigur at Stuðla
umlegging í
fiskivinnuni
Spurningurin er, um landid sum heild ikki
hevur so nógv upp á spæl, at landsstýrið áttið
at tikið stig til eitt samstarv millum teir ymsu
áhugabólkarnar, sum eru knýttir at
fiskivinnuni. Felagsuppgávan skuldi verið ein
greining av framtíðar fiskavórumarknaðinum í
Europa, USA, Japan og Suðureysturasia
skrivar Henning Holten, búskaparfróðingur í
"Sjónarmið" í dag.
Í búskaparligu menningini
í Føroyum hevur størstur
dentur verið lagdur á iløg-
ur í fast fæ; hetta hevur
gjørt seg galdandi innan
bæði almenna og privata
parun av búskapinum.
Grundleggjandi sam-
skiftiskervi í føroyska
samfelagnum er í dag á
einum høgum stødi, - bæði
innan alment og privat.
Flutningskervi, orkuveit-
ing og telesamskifti er væl
útbygt. Tað vil sjálvsagt
ikki siga, at, at tað ikki
framhaldandi skulu gerast
íløgur fyri at varðveita
hetta stødi og fyri at
tryggja kappingarførar
prísir.
Einstáttaður búskapur
Føroyski búskapurin er
ógvuliga einstáttaður sam-
anborin við onnur lond í
vesturheiminum, ti útflutn-
ingurin er bara fiskur og
fiskavørur.
Heimamarknadarvinnur
nar lata kortini ikast i tann
mun, tað er við til at av-
marka innflutningin. Tað
er kortini ein sannroynd, at
ett stórt tala av verum ikki
kunnu framleiðast í Føroy-
um, men skulu flytast inn.
Kunnu nýggir vinnu-
møguleikar gera sitt til at
gera búskapin minni eins-
táttaðan, er tað ein fyri-
munur. Sum nú er kann
innnflutningur einans
gjaldast við inntgkum, ið
stava frá útflutningi av
fiskavgrum.
Eingi alternativ í
bræði
Nýggj vinnugki, oljuvinna
og utgerdarvinna í sam-
bandi við oljuvinnu og
altjóða fíggjarvinna fer
allarhelst ikki næstu tíggju
árini at broyta hetta nakað
munandi. Tað vil kortini
ikki siga, at hesir møgu-
leikar ikki skulu kannast
og møguliga betrast; tað er
eisini neyðugt við eini
ætlan, ið hyggur langt
fram í tíðina.
Høvudsdenturin eigur at
verða lagdur á tað, ið
longu finst, nevniliga
fiskavgrur.
Føroyskur útflutningur
Ísaður fiskur
[sa fløk
Frystur fiskur
Fryst fløk
Saltfiskur
Rækjur og skeljadjór
Ísaður laksur og síl
Frystur laksur
Vidgjørdar vørur
Fiskamjøl og ídnaðarfiskur 81
Aðrar vørur
Samtalt
1990
1990 1991
SJÓNARMIÐ
Sum yvirlitið vísir, so er
mesti parturin av útflutn-
inginum skiftir sundur á
fýra bólkar (tølini eru tey
fyri fyrra hálvár 1991):
Fryst fløk 39%, saltfiskur
15%, rækjur og skeljadjór
14%, og ísaður laksur og
síl 14%. Hesir bólkar um-
boða samtalt 82 prosent av
samtalda útflutningsvirð-
inum.
Eingin ivi kann vera um,
at umleggingin til eina
aðra samanseting í útflutn-
inginum krevur stórar i-
løgur í bæði bygningar og
maskinur. Tað fer eisini at
hava við sær iløgur í vøru-
menning, marknadarføring
og útbúgving.
Verður minni smiðligt
Núverandi samsetingin í
útflutninginum hevur í sær
eina ávísa smiðleika, ið
ger atð møguligt at skifta
millum feskan, heilan fisk
og flak, frystan fisk og
saltfisk. Verður samanset-
1991
1. hålvår 1. hålvår
143
47
69
751
353
388
352
97
29
6%
2%
3%
32%
15%
17%
15%
4%
1%
4%
3 0%
2314
S1 5%
23 2%
36 4%
366 39%
147 15%
132 14%
14%
2%
1%
3%
0%
ingin broytt, fara iløgurnar
at hava við sær minni
smiðleika, skulu tær geva
nóg gott fíggjarlig úrslit.
Skal sleppast undan
skeivur iløgum, so er
neyðugt at hava gjølligan
kunnleika til marknadirnar
fyri nýggju vørunum.
Hverjir eru brúkararnir og
hvussu nógv vilja teir
gjalda. Hvgrji lond er talan
um? Er rættast at leggja
seg eftir smásglu av liðn-
um vørum? Er rættast at
leggja seg eftir verum,
sum tað er ómaksleyst hjá
brúkarunum sjálvum at
gera borðklárar við bara at
gera sós aftrat og grøn-
meti? Er rættast at leggja
seg eftir sonevnda cater-
ing-marknaðinum við
nýggjum vørum?
Nógvir spurningar eru
ósvaraðir. Kanska er svar-
ið bara, at privata vinnu-
lívið eigur at spæla út?
Almennt stig
So nógv fiskavirki eru í
landinum, at eg haldi ikki
at tað ber til at fáa tær
neyðugu upplýsingarnar
við tí yvirliti, sum krevst;
heldur ikki um so verður,
at Føroya Fiskasøla var
stigtakari.
$purningurin er, um
landið sum heild íkki
hevur so nógv upp á spæl,
at landsstýrið átti at tikið
stig til eitt samstarv mill-
um áhugabólkarnar í hes-
um máli: fiskavirkini, Før-
oya Fiskasølu, Føroya
Fiskimannafelag, Føroya
Arbeidarafelag, Føroya
Reidarafelag, bankar og
onnur. felagsuppgåvan hjå
hesum bólki skuldi verið
ein greining av framtíðar
Henning Holten,
biskaparfrødingur: -
Skal sleppast undan
skeivum iløgum, so er
neyðugt at hava
gjølligan kunnleika til
marknaðirnar fyri
nýggju vørunum
Europa, USA, Japan og
Suðureysturasia.
Almennur stuðul
Skal tað almenna stuðla
eini umlegging av fiski-
vinnuni, so má tað veita
stuðul á fleiri økjum:
Gransking
- veidutøkni
- framleidslu-tøkni
- nyggir pakkihåttir (eitt nå
gassfylt pakkitilfar)
- haldgóðska (eitt nú vitan
um enzymir)
- marknadarføring
- vørumenning
Tøknistova fyri fiskiidn-
aðin
- stuðul til vørumenning
- royndir av nýggjum vør
um
- royndir av nýggjum
„ framleiðsluháttum
Utbugving
Eftirútbúgving
Menning av
marknaðum
nýggjum
Má fylgja við
Tað almenna hevur harvið
ein beinleiðis áhuga í at
hava eina greining av
marknaðunum, eftirsum
menningarstuðulin frá tí
almenna fer at hava avger-
andi tydning fyri, at fiski-
vinnan kann menna seg úl
at nøkta tørvin hjá við-
skiftafólkunum i tidini,
sum kemur.
Henning Holten
fiskavørumarknadinum í