Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. januar 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

N jp Nr. 5 — 9. januar 1992 43.897 fólk komu til Føroya um flogvøllin í fjør Ferðafólkatalið - stendur í stað . -. JR Ferðafólkatalið um jóltíðir er als ikki so stórt so ofta verður hildið. Tað ferðast tvífalt so nógv fólk í summarmánaðunum. Og næstan 100 prosent av flogferðsluni í Fóroyum gongur til ella um Danmark Í dag er ikki vanligt at hoyra um fullsett flogfør til og úr Føroyum i dagavis. Einasta tidin å árinum, tå flogferðslan minnir um gamlar dagar, tá monopol var á rutuni millum Føroyar og Dan- mark, er dagarnir tætt uppundir jól. Men hag- tølini frå Statens Luft- fartsvæsen vísa, at fólk ferðast ikki so nógv í desember og januar. Or- søkin til tøttu ferðsluna er, at meginparturin av fólk- inum ferdast bert innan heilt fåar dagar, beint áðrenn jól og beint aftaná nýggjár. 43.897 ferðafólk komu til Føroyar loftvegis í fjør og tvey fólk fleiri fórðu avstað aftur. Hyggja vit eftir desem- ber mánað, so komu og fóru knappliga 6000 fólk. Taka vit juli-august, so var ferðafólkastreymurin tvífaldur. Tá ferðaðust millum 12-13.000 fólk um flogvøllin í Vágum. Íslandsrutan fáment Islandsrutan er næst- sta ruta ur Vagunum 2919 ferðafólk komu úr Íslandi og 2596 fóru avstaðaftur. Nakað av fólki er komið og farið úr Noregi, men her er eisini talan um, at flogfgrini hava millumlent, tí ikki er lendandi í Føroyum. Annars vísir kurvan, at fólk ferðast minst á hávetri og at ferðafólkið liggur frá 8000 og uppeftir frá marts til oktober. Tyrlurnar hjá Strand- ferðsluni fluttu 1281 fólk úr til flogvgllin í Vág- unum í fjør og 1321 setu seg í tyrlurnar, fyri at sleppa aðrastaðir innan- oyggja. Tyrlurnar hjá sjó- verjuni lættu og lendu 482 ferðir í fjør. Februar slakast Hyggja vit eftir kurvuni fyri at flogfør lenda og lætta í Vágunum síggja vit, at februar var slakast í 1990 og november í fjør. Í 1990 vóru flestu lættingar og lendingar í apríl-mei, meðan í fjør var stórsta ferðslan í juni-juli. Ferðslan um v'arið er tengd at nær påska-høg- Jólakassin 341 tons av pakkaposti kom til Føroya um flogvøllin i fjør. Her er desembermånadi klårt å odda og litil ivi er um, at jólakassin ger útslagið. 70 tons av posti varð flutt um flogvgllin í desember í fjór. 87 tons av posti vórðu flutt úr Føroyum til Danmarkar í fjør. Fraktin um flogvøllin i fjør visir stadfestir enn einaferð, at vit keypa meir enn vit selja til Danmark. Vit fluttu 155 tons av frakt til Danmarkar og 300 tons komu til Føroya. Í meðal lå fraktflutn- ingurin loftvegis til og úr Føroya um 40 tons um månadin. men månadar- skiftið mei-juni kom flutningurin heilt uppå 100 tons. Torfinn Jacobsen sigur, at orsøkin til hetta er, at tå varð flutt nógv av alifiski um flogvøllin. justinus. HH L i ML Síða 5 Nato í Føroyum 14 folk ini sendara og móttakaraútgerðin. Hendan útgerð er als ikki tíðarhóskandi longur. I dag gongur . Fy t radiosamskiftid gjøgnum fylgisvein -Tå útgerðin verður nidurtikin, verður tíverri neyðugt at siga fólki upp. Hetta er spell, tí mong av hesum fólkum hava verið í starvi seinasti 15-20 árini. Men vit hava ikki nøkur størv at bjóða teimum í Føroyum, sigur H.D. Hougesen, pressuovasti á Flyvestationen Thorshavn. Flyvestationen Thorshavn gevur teimum uppsøgdu starvsfólkunum tey bestu viðmæli, um tey skuldu fingið starv í Føroyum. Teirra tekniska vitan og útbúgving er á høgum stødi. jústinus Nú byrjar uppboðið Í ár skulu tey føroysku fiskiskipini selja ein triding av fiskinum gjøgnum telefonuppbodssøluna. Síðan telefonuppboðssglan byrjaði í fjør hevur undirtøkan verið líti. Desembermánið var eisini ógvuliga slakur. Tá vórðu seld 84.294 kilo á uppbodssøluni. Tey vórðu seld fyri 892.564 krónur og tað gevur ein miðalprís uppá 10.59 krónur. Men flotin lá eisini meginpartin av desember, tá legudagamir fóru at virka. Teir føroysku bátarnir sum hava selt uttanlanda í fjør hava eisini fingið góðan pris. Serliga hevur tað ligið væl fyri hjá bátunum, sum hava selt í Skotlandi jústinus VIÐ OKKARA GÓÐA, GAMLA AFORD | A! |pf. wenzel petersen, tif. 13873 |