Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. januar 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jóannes Eidesgaard, stýrismaður, heldur uppskotið um arbeiðsloysistrygging vera frálíkt, og tað lands- verður lagt á landsstýrisborð í dag jannes Eidesgaard, lands- stýrismaður í arbeiðaramál- um, hevur ikki í hyggju at broyta uppskotið um ar- beiðsloysistrygging. Tað uppskotið, sum ein arbeiðs- bólkur gjørdi, og sum 26 fakfeløg å fundi tysdagin høvdu nógv at finnast at. Tá Sosialurin í gjár tosaði við Jóannes Eidesgaard, hevði landsstýrismaðurin enn ikki fingið brævið, sum fakfeløgini orðaðu á fund- inum. Hann kendi tí ikki støðuna hjá fakfeløgunum útyvir, hvat fjølmiðlarnir hava greitt frá. Jóannes Eidesgaard held- ur sjálvur, at arbeiðsloysis- tryggingin átti at verið tvungin, men hann er greið- ur yvir, at tað ikki hevði fallið í góða jørð hjá summ- um fakfeløgum. Hann hev- ur enn ikki hoyrt nakra nóg góða grundgeving fyri at broyta uppskotið. Og tær skulu vera sera góðar, skal hann broyta støðu, sigur hann. Kundu lisið á jólum Uppskotið varð beint fyri jól sent fakfeløgunum til ummælis, men bara tvey ella uy hava svarað. Jó- annes Eidesgaard heldur ikki umberingina við ti stutta skotbrånum vera góða. Um jóltíðir plagar ávíst fakfelagsvirksemi at vera, og tá kundu fakfel- øgini givið sær stundir til at lisið álitið, heldur hann. Hann heldur ikki nakra orsøk vera til at draga málið meira út. Tá nevndin varð sett í mars mánaði í fjør at gera álitið, miðaðu tey eftir at fáa skipanina at virka 1. januar í ár. Tað eydnaðist ikki, og nú miða tey efur 1. februar. Verður ikki skunda undir, dregur bara meira út, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur aftrat, at tað er neyðugt at fáa skipanina setta í verk sum skjótast, tí játtin til forsorgarlógarút- gjaldini á fíggjarlógini í ár er treytað av, at henda skip- anin verður sett í gildi. Landsstýrismaðurin aft- urvísir ikki, at skipanin sambært uppskotinum gev- ur timaløntum á fiskavirkj- unum størstu fyrimunirnar. - Tað eru jú tey, sum hava størstu trupulleikarnar við arbeidsloysi. Eg haldi nógv gott vera i hesum uppskoti, m.a. at fiskavirkifólk fáa fastlønarskipan, sum tryggjar teimum inntøku 32 tímar um vikuna, sigur Jóannes Eidesgaard. Nóg nógv Hann ber ongan ótta fyri, at fleiri løntakarar ikki fara at tekna sjálvbodnu arbeiðs- loysistryggingina. Føroya Arbeiðarafelag hevur boð- að frá, at tað fer at tekna trygging fyri allar sínar 8.000 limir, Føroya Fiski- mannafelag við 3.000 lim- um er ikki beinleiðis ímóti, og Starvsmannafelagið við 1300 limum avvísir heldur ikki fullkomiliga. Um tað so bara vera 11-12.000 av samlaðu arbeiðsmegini, ið telur 21.000, sum tekna ” trygging, fer tað at bera til, tí 80-90 mió. krónur koma í hvussu er inn í arbeiðsgev- aragjaldi, sigur Jóannes Eidesgaard. Uppskotið verður lagt fyri landsstýrið í dag, og ætlanin er at fáa tað í løg- tingid týsdagin. randi Nr. 6 — 10. januar 1992 Jóannes Eidesgaard, landsstýrsmaður = tekur undir við uppskotinum frá = arbeiðsbólkinum. Myndin varð tikin, tá uppskotið varð al- mannakunngjørt. Aftan- fyri Jlandsstyrismannin situr arbeiðsbólkurin, fá vinstru: Arne Poulsen, Oddfríður | Gregersen, Petur Allberg Lam- hauge, Ingeborg Vinth- er. Hartvi Hansen og skrivarin Jákp Nielsen vantar á myndini Ov lágt gjald Hartvig Hansen, formaður í Starvsmannafelag- num, væntar ikki, at fjóldin av limunum í hansara felag sjálvboðin tekna arbeiðsloysistrygging Ein av limunum í arbeiðs- bólkinum, sum gjørdi upp- skotið um arbeiðsloysis- ygging, var Hartvig Han- sen, formadur i Starvs- mannafelagnum Hann hevur eisini skrivad undir. A fundinum millum fak- feløgini týsdagin upplýsti Hartvig Hansen, at nevndin í Starvsmannafelagnum, hevur sent landsstýrinum sínar viðmerkingar til upp- skotið, ið felagið ikki held- ur vera gott. Og hann var samdur við nevndini. Hví hevur hann so skriv- að undir? - Tað er so någv, ein noyðist at skriva undir uttan at halda tað vera heilt í lagi, er viðmerkingin hjá Hartvig Hansen, sum nevnir sátt- m dar sum dømi. Hann heiður kortini, tað heyði eitt endamál hjá at vera við í arbeiðsbólkinum, tí okkurt av hansara sjónarmiðum kom við. Gjørt viðmerkingar Starvsmannafelagið sendi beinanvegin landsstýrinum viðmerkingar til uppskotið. Har varð m.a. víst á, at útgjaldið er ov lágt. Felagið heldur tað vera skeivt at skula gjalda 2 % av løn, uttan mun til upphædd, og bert fáa 70 % av arbeið- araløn aftur, um ein missir arbeiði. Starvsmannafelag- ið ger eisini vart við, at tað erskeivt, at fólk skulu missa rættin til at fáa trygging, tá tey hava verið arbeiðsleys í 227 dagar í tvey ár. Talið átti at verið hægri. Starvs- mannafelagið heldur ikki, at tað ber til at síggja Før- oyar sum ein arbeiðsmarkn- ad uttanavmarking. Tað må vera mark yri, hvussu langt fólk kunnu flytast, og reglur fyri gjald av ferðaútreiðsl- um t.d. Hartvig Hansen heldur, at uppskotið átti at verið meira vidgjørt. Men hann er greiður yvir, at tað ætlar landsstýrið ikki. Hvat hendir, um upp- skotið ikki verður broytt, vil hann sleppa undan at siga nakað um. Men hann væntar ikki, at fjøldin av limunum teknar trygging, kanska ein partur. Tí fólk flest eru so hart fyrispent fíggjarliga, at tey noyðast at spara, har sparast kann. Hartvig Hansen heldur, at mannagongdin í málinum kundi verið ødrvisi. Ar- beiðsávísingin átti fyri langari tíð síðan verið sett á stovn. Hon kundi verið við ul at givið ábending um, hvussu stórt arbeiðsloysið er, og harvið sást hvussu nógvar pengar, arbeiðs- loysistryggingini — tørvar, sigur Hartig Hansen. randi % Hartvig Hansen, for- maður i Starvsmanna- felagnum, hevur ymist at finnast at uppskotinum, hann hevur verid vid til at gjørt. Einki løgid er i ti, ti uppskotid er lagad eftir øllum, sum våru vid, sigur hann -HEVUR FLESTAR OG BESTAR VINNINGAR ! Prentloysnir å høgum stødi og fyri kappingarføran kostnað. Eitt av serøkjum okkara er prent til skrivstovuna. — tann føroyska prentloysnin A DANMANN Brekkutún 1, 188 Hoyvík Tif. 18050, Fax. 16550