Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. januar 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3 Nr. 6 — 10. januar 1992 Steinar fyri hreyð Tess meira børn hava høvi at uppliva sýgur og ævintýr, sangir og kvæði gjógnum tað talaða orðið, tess ríkari gerast gávur teirra at skapa myndir sjálvi, tess betur duga tey livandi at ímynda sær tað, tey hugsa, hoyra ella lesa. Og burtur úr hesum mennast eginleikar, sum eru av størsta týdningi fyri lívið alt skrivar Elin Henriksen, lærari m.a. í "Sjónarmið" í dag, sum snýr seg um "Tann 4. Vísmaðurin", ein barnafilmur, sum sýndur varð í sjónvarpinum 3. januar. >Tann 4. Vismadurin« var heitið á barnafilmi í sjónvarpinum tann 3. januar. Søgan um tann 4. vis- mannin er gomul halgi- sega og er at finna í ymiskum líki víða hvar. Tann 4. vísmaðurin ætl- aði sær at fara við hin- um 3 vísmonnunum at finna Bethlehemsbarnið og geva tí dýrabærar gávur, men ferð eftir ferð fór hann at hjálpa neyðsteddum fólki og varð tískil ov seinur. Í 33 ár leitaði hann eftir nýggja Konginum, men fann hann ikki fyrr enn á vegnum út á Golgata. Tá hevði tann 4. vís- maðurin onga gávu eftir — hann hevði givið teimum minstu breðrun- um tær. Fyri nekrum árum síð- ani fortaldi eg einum 3. flokki í skúlanum hesa segu; hon vardi allan januar mánað, % tíma um dagin. Bernini vóru sera hugtikin av seguni. Tey livdu saman við 4. vísmanninum í vónun- um um tann nýggja Kongin, í spenninginum um at náa fram, í líð- ingini hjá teimum neyð- steddu, samkensluni hjá tí 4. vísmanninum, vón- brotinum, tá ið hann kom ov seint og í gleð- ini, tá ið hann at enda fann Kongin. Segan varð fortald fyri børnun- um — málað við orðum. Myndirnar skapaðu tey sjálvi inni í sær. Tey spurdu, prátaðu og tekn- aðu. Bernini fingu stundir at uppliva seg- una; ríkaðust upp av henni. Triðja dagin í nýggja árinum sat eg í stovu við tendraðum sjónvarpi og einum barni um sama aldur sum skúla- bernini tá. Barnafilmur- in kom: Teknifilmur um Tann 4. Vísmannin. Í rúkandi ferð kom tekst- urin skiftandi eftir skíggjanum, og eg las fyri barninum, so frægt sum eg kláraði at fylgja við. Við sama skundi skiftu myndirnar — ein- táttaðar, stívar, deyðar myndir. Lidnar myndir, klárar at svelgja ótugd- ar. Barnið sat og hugdi við stórum eygum. Royndi at fylgja við í gongdini; onkuntíð glapp okkurt burturúr, men ikki vóru stundir at greiða frá nøkrum. Film- urin vardi umleið 2 tíma; so varð sjónvarpið sløkt. Eftir sat barnið við hópi aV spurning- um; hvat var í grundini hent í filminum? Hví endaði hann soleiðis? Saman við mammuni royndi eg at lurta eftir tí, sum lá aftan fyri ítekiligu spurningarnar hjá barninum og at svara. Tað var eyðsæð, at barnið ikki bara var erkymlað av ógreiðum hendingum í filminum. Segan sjálv hevði eitt innihald, ið vildi meira enn vera letu-undirhald. At geva børnunum steinar fyri breyð — tað eru orðini, mær runnu í huga, tå ið vit høvdu sæð hendan teknifilmin fara hurrandi eftir sjón- varpsskíggjanum, og eg samanberi við ta upp- living, bern kunnu fáa við at hoyra eina segu fortalda av livandi mannamunni. Hjá flestum okkara, ið eru uppvaksin við ong- um sjónvarpi og fáum myndabókum, man tað kennast sjálvsagt at vera fer fyri at „gera myndir inni í sær«. At hoyra ella lesa eina søgu og ímynda sær, hvussu tað sær út. Ella ið hvussu er minnast, at | vit gjørdu tað sum børn. Hvussu sá skipið út, | sum drongurin sigldi við til kongaríkið í Báby- lon? Vit hava kanska lyndi at halda, at hesi evni at ímynda sær lutir | og hendingar afturvið orðum er nakað, sum kemur av sær sjálvum. Men hvussu er steðan hjá bernum, ið einamest eru von at hyggja at lidnum myndum? Einaferð skuldi eg siga nøkrum børnum um 6—8 åra aldur eina søgu. Tey mótmæltu: „Vit tíma ikki at hoyra segu við ongari bók og ongum myndum!< Men eg fortaldi kortini, og tá segan var liðug, læt í einum teirra: >Hatta var legið! Eg líkasum sá myndirnar inni í hevdin- um, meðan tú fortaldi!< — Nú var barnið vorðið tað klókari, at hetta bar til. Í skúlaflokkinum, sum eg eri lærari hjá, eru bernini einans von at hoyra — ævintýr, sagn- ir, landalæru, djóralæru, søgu o.s.fr. Bøkurnar tekna og skriva tey sjålvi. Tey eru von at »lurta i myndum«. I 7. flokki segåi eg frå ferå- ini hjå Magellan; og ein dagin sóu børnini eina bók við tekningum frá | | SJÓNARMIÐ | | ferðini, hampuliga góðar. Men tey legdu skjótt bókina frá sær við orðunum: >Nei, hes- um tími eg ikki at hyggja at. Hasar mynd- irnar nytta einki aftur- imoti teimum myndun- um, sum eg sjálvur geri inni í mær. Tær eru nógv betri!< Sjálvandi er ymiskt, hvussu bern eru fyri, hverjar síður mennast í teimum; men samanum- tikið kann sigast, at tess meira tey hava hevi at uppliva segur og ævintýr, sangir og kvæði gjøgnum tað talaða orðið, tess ríkari gerast gávur teirra at skapa myndir sjálvi, tess betur duga tey liv- andi at ímynda sær tað, tey hugsa, hoyra ella lesa. Og burturúr júst hesum mennast eginleik- ar, sum eru av stersta týdningi fyri lívið alt. Tann, ið sum barn dugir at skapa myndir inni í sær, dugir eisini betur at liva seg inn í viður- skifti hjá eðrum. Har er góður gróðrarbotnur fyri menning av evnunum at fata onnur menniskju, evnunum at hava sam- kenslu við eðrum. Sum kenslur, ið mennast í egnum barmi heldur enn sum úrslit av uppaling og siðalæru. | Síða 17 Elin Henriksen, lærari: -At visa søguna um 4. vis- mannin sum teknifilm í sjón- varpi virkar beint tvórturímóti hesum boðskapi Boðskapurin í seguni | um tann 4. vismannin er | samkensiu í greidur. Hann syndi verki og | tænti á tann hátt tí Konginum, sum hanr helt seg hava svikið Men at vísa seguna sum teknifilm í sjónvarpi virkar beint tvørturi- | móti hesum boðskapi Elin Henriksen