Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. januar 1992síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

H Á í i Nr. 6 — 10. januar 1992 ARRARBARR SAR AI Ég tt SS ú 4 Fi 1 tíðindablaðið , 'i i ! A * Síða 19 Jóannes Rasmussen jarðfroðingur farin Sunnudagin tann 5. januar andaðist Jóannes Rasmussen 79 ára gamal og varð borin til gravar hósdagin tann 9. januar. Hann var føddur 29.2. 1912 í Tórshavn og hevði sostatt fylt 80 ár 29. februar. Jóannes var sonur Rasmus Rasmus- sen — Rasmus á Háskúl- anum — og konu hans- ara Onnu Sofíu. Hann giftist 3. januar 1942 við Ingeborg Rasmussen, tannlækna, dóttir Jógv- an Zachariassen, amts- lækna. Ingeborg og Jóannesi eydnaðist so- statt júst at halda gull- brúdleyp. Lívssegan hjá Jóann- esi er í stuttum tann, at hann tók millumskúla- prógv í Havn 1928, var á Skipafelagnum Feroyar til 1933, tá hann fór á háskúla í Askov. Í 1937 tók hand studentsprógv sum privatistur og fór undir lægri lestur við Keypmannahavnar Uni- versitet. Hann varð mag. scient. í 1950 við jardfrødi sum hevuðs- grein og djórafreði og plantufrødi sum hjá- greinum. Jóannes plagdi at siga, at nógv mettu hetta tá at vera eina breyðleysa útbúgving, men at hann hevði havt arbeiði frá fyrsta degi. Meðan hann las arbeiddi hann sum hjálparmaður á Danmarks geologiske undersøgelse og å Mineralogisk Museum og var eisini vid å kann- ingarferðum til Gren- lands. Hann hevði tí góð- ar royndir, tá hann eftir loknan lestur fekk starv sum hjálparmaður á Danmarks geologiske undersegelser. Tað fyrsta árið arbeiddi hann í Danmark, men longu í 1951 vóru hann og starv hansara flutt til Feroya. Í 1954 varð hann deild- arleiðari, samstundis sum hann frá 1955 var fyristoðumaður á Før- oya Náttúrugripasavni. Í 1971 fekk hann heitið statsgeologur, sum bert heilt fáum er tillutað og sat hann í hesum starvi, til hann fór frá fyri aldur í 1980. Sum jarðfreðing- ur og vísindamaður var Jóannes hegt í metum og tann kenasti í fer- oyskari jarðfreði. Fyri vísindaligu avrikini veitti Keypmannahavn- ar Universitet honum í 1979 doktaraheiti — dr. scient. h.c. Jóannes var eisini lær- ari. Í tíðarskeiðinum 1956—63 var hann lær- ari í náttúrusegu á Fer- oya Læraraskúla. Hann hevur undirvíst á Fréð- skaparsetrinum. Hann var sera væl umtóktur, kønur og greiður í síni medferð sum lærari og fyrilestrahaldari. Hann hevur verið sem- ingsmaður og havt fleiri onnur almenn álitis- sterv, m.a. næstformað- ur í yvirfriðingarnevnd- ini i tíðarskeiðinum 1971 —84. Hann var mill- um teir, sum stovnaðu felagsskapin Feroya Náttúra — Feroya Skúli, og var formaður í hesum felagsskapi í tíðarskeið- inum 1952—1978. Eitt tað stersta avrik, sum Jóannes var við til at inna, var fyrst at fáa stovnað Feroya Fróð- skaparfelag og seinni Fróðskaparsetur Fer- oya. Hann hevur sjálvur sagt, at tað gongur ein bein linja frá tí, Fróð- skaparfelagið varð stovnað í 1952, til Fróð- skaparsetur Feroya varð stovnað í 1965, tó so at fyrstu kámu hugsjónir- nar um eitt vísindaligt umhvervi í Feroyum longu lótu við seg koma millum útisetar í Keyp- mannahavn í krígsárun- um 1940—45. Í eini sam- reðu hava Hans Debes Joensen og Jóannes Ras- mussen greitt frá, at tá teir og aðrir við teimum, sum vóru burturstaddir undir krígnum, komu saman, varð ofta tosað um korini hjá teimum, sum fingust við vísinda- ligt arbeiði i Føroyum og rikið varð tá altid fram- undir, at eitt samstarv átti at verið fingið í lagi millum hesar menn, so teir vistu av hverjum eðrum og ikki sótu hver í sínum lag hver í sínum heraðshorni. Hverja á- virkan hesir tankar hava havt á tað, sum hendi seinni, er ilt at siga, men fólk funnu saman. Sama ár sum Båtahøllin á Debesartreð var liðug varð eisiin Feroya Fróð- skaparfelag stovnað. Frú Petra Djurhuus læt frá byrjanini felagið fáa fast tilhaldsstað í Hans Andriasar Stovu í Báta- hellini. Hetta var ein minnisstova fyri Hans Andrias, sum vetra læt gera. Hjúni Petra og Hans Andrias Djurhuus hevdu tá leingi sýnt vís- indum og granskingarar- beiði stóran ans. Tey áttu Sloans hús, sum tey seldu fyri at lata pening- in til bygging av einum savnshúsum. Tey skuldu hýsa einum fer- oyskum båtasavni og náttúrusavni. Arbeiðs- rúm skuldi vera í húsin- um til ein fornfreðing og ein jarðfreðing. Eini hús, klár at esta upp, komu til Feroya í 1951. Í sam- bandi við ta stóru lands- framsýningina, sett upp 100-ára dagin fyri endur- reising Feroya Legtings, kostaði landsstýrið upp- setingina av húsunum í 1952. Bekur, innbúgv og annað, sum Hans Andri- as hevði átt, varð sett í hesa Hans Andriasar- stovu. Tað var í hesi stovu, at Feroya Fróð- skaparfelag og virksemi tess frá byrjanini var lovað innivist. Tað var við hesari vissu, at Jóannes Ras- mussen og Hans Debes Joensen eitt óðveðurs- kveld í desember 1952 skrivaðu uppskot til lóg- ir Feroya Fróðskaparfe- lags í embætishúsum landslæknans í Sig- mundargetu. >Tak- pláturnar flugu um høvdiå á mær hetta kveldið, tå eg gekk imill- um«, segði Jóannes eina- ferð, um veðrið tað kveldið. Frammanundan høvdu Hans Debes Joen- sen og Jóannes Rasmus- sen savnað saman rein- ir til fyrstu bók av Fróð- skaparritum, sum varð greitt til prentingar áðr- enn stovnandi aðalfund- in. Tað fekk alstóran týdning fyri virki felag- sins í komandi árum, at tað hevði eitt fast til- haldsstað, har fólk kundu hittast og ar- beiða. Seinni varð eisini loftið innrættað til ar- beiðsrúm. Burtur úr hes- um vaks nógv virksemi. Lat meg nevna Mål- stovn Feroya Fróðskap- arfelags, sum var stovn- aður í 1958. Við honum byrjaði tann orðasavn- ing og málgranskingar- beiði, sum í dag fer fram á Feroyamálsdeildini. Áðrenn Fróðskaparsetr- ið varð sett á stovn, skipaði felagið fyri ár- skeiðum fyri lærarum. Eisini varð skipað fyri undirvísing í náttúru- vísindi fyri lærarum. Jóannes Rasmussen var næstformaður í felag- num til 1974 og formað- ur frá 1974—78. Tað var eitt tak at fáa Fróðskaparsetrið sett á stovn í 1965. Setrið sigldi í nógv ár við smá- um seglum, men so við og við er virksemið vaks- ið javnt og samt. Á 25 áradegnum fekk Fróð- skaparsetur Feroya uni- versitetsheitið. Jóannes vildi, at føroysku vís- indastovnarnir skuldu samstarva, og hver fáa nyttu av eðrum í eini samstarvandi heild. Tá Fróðskaparsetur Feroya varð stovnað í 1965, varð hann valdur í set- ursráðið. Hann var set- ursráðsformaður í tíðar- skeiðinum 1965—74 og næstformaður 1974—78. Jóannes fegnaðist um tann framburð, sum er farin fram á setrinum, hóast tað var eitt og annað, sum hann, sum rímiligt er, hevði kunnað hugsað sær eðrvísi; men í síni heild var hann negdur. Jóannes Rasmussen hevur latið fleiri vísinda- verk úr hondum. Í tíðar- skeiðinum 1952—1978 var hann ein av ritstjór- unum á Fróðskaparsetr- inum, eins og hann var í ritstjórnini av 5. útgávu av Trap Danmark: Fer- oyar. Jóannes hevur skrivað fleiri greinir um føroyska jarðfreði í Fróðskaparritum og eðr- um tíðarritum. Hevuðs- verk hansara er jarð- freðiligu kortini og Be- skrivelse til Geologisk Kort over Færøerne (1969) sum eisini, nakað stytt, er útgivið á ensk- um. Í 1981 gav hann út bókina Øldir og Upphav, sum hann fekk M. A. Ja- cobsens virdislønina fyri í 1982. Í 1984 gav Fer- oya Fróðskaparfelag út bókina Crót og Grund í sambandi við at hann fylti 70. Í hesum riti er eitt úrval av greinum hansara og eisini yvirlit yvir tað, sum hann ann- ars hevur skrivað. Síðani Jóannes fór frá fyri aldur, hevur Hans Andriasarstova verið hansara fasta tilhald á Debesartreð. Hann var virkin til sína síðstu stund, og vit fara post- humt helst eisini at síggja okkurt frá hans- ara hond. Persónliga kendi eg Jóannes sum ein eldri skilagóðan und- angongumann og vin, sum tú altíð kundi leita tær ráð hjá, tá ið á stóð. Hansara fet hoyrast ikki longur. Hann verður stórliga saknaður á Debesartreð, har hann hoyrdi heima. Vegna Fróðskaparsetur Feroya takki eg Jóannesi Ras- mussen hjartaliga fyri tey tek hann tók setur- sins vegna. Friður veri við minni hansara. Jóan Pauli Joensen Rektari á Fróðskaparsetri Feroya