leygardagur 11. januar 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
si
Harald Eirikstoft, stjóri:
Vit vinna einki
Hósdagurin var seinasti arbeiðsdagur á Stranda
Flakavirkið. Nakað av arbeiði hevur verið eftir nýggjár
við at pakka saltfisk, men nú er slætt dekk.
--Í løtuni vinna vit ikki eitt einasta oyra, og rentur og
avdrøg tey bíða ikki, sigur stjórin á virkinum. Harald
Eirikstoft.
--Í fjør tóku vit móti 500 tonsum í januar og í dag
verður so einki arbeiðtt, fyrr enn vit fáa fisk. Verkfallið
kemur illa við, sigur hann.
Stranda flakavirkið tók ímóti 5500 tonsum í fjør. Og
árið royndist væl.
--Men tað gjørdist ikki tað rokið, menn høvdu roknad
við. Fyrri parturin av árinum gekk sera gott,
marknaðurin var góður men at enda gjørdist fiskurin
ovdýrur, sigur Harald Eirkistoft.
jústinus
Profetiskur sjónleikur
Øl í verkfall
Tað tykist sum sundamenn síggja fram í tíðina. Okkara
fiskifloti liggur og sjónleikardeildin hjá Eydnuni á
Oyrabakka hevur seinastu vikurnar vant ein sjónleik,
hann hevur heitið "Øll í verkfall", um Edmund Joensen
er sponsorur til leikin sigur søgan einki um.
Talan er um ein enskan leik, sum snýr seg um
arbeiðarafjøldina í Onglandi í tríauárunum. Leikurin er
týddur úr íslendskum og er ein skemtileikur burturav,
sigur Brynjolvur Borðoy
Súsanna Tórgarð er leikstjóri og leikurin verður
frumframførdur 18 januar í Eydnuni. Í fjør var
sjónleikurin Harway leiktur á Oyrabakka. Brynjolvur
Borðoy sigur at undirtøkan til hendan leikin kundi
verið betri, man hann bar seg fíggjarliga. Hann leggur
afturat, at sami leikur hevði verið leiktur fyri 10-12
árum sidan, og tað var kanska orsøkin til vánaligu
undirtøkuna. Fólk mintust leikin.
jústinus
Kirkja seksti
Kirkjan á Norðskála fylti seksti ár í gjár. Sunnudagin
verður hátíðarguðstænasta við sóknarprestinum Emil
Olsen og dómpróvstinum, Petur Martin Rasmussen.
Petur Martin er gamal prestur í prestagjaldinum.
Í samband við at kirkjan fyllir eru nýggir stólar settir
í hana.
Aðrenn kirkja varð bygd á Norðskála gingu fólk í
kirkju á Eiði. Vanligast var at rógva norður, men eisini
varð gingið. Fólk úr kommununi vórðu grivin á Eiði
heilt til 1935, tá kirkjugarður varð gjørdur í bygdini.
jústinus
HØVUDSVINNINGUR:
Dreingja-/Gentusukkla
Black Hawk — Explorer ella onnur, ið hóska
vinnandi gentuni/dreinginum.
BH- og Expl.-dømi:
2", 2 felgubremsur
og 6 gear
JOHN W. THOMSEN 5
Box 10 - 730 Klaksvík - Tlf. 55958 & 55256
Nr. 7 — 11. januar 1992
Trolararnir eystanfyri
Kallaðir heim.
--Hendur einki í dag, so verður eisini rækjuflotin heimkallaður,
sigur Jákup Sólstein, formaður i Føroya Reiðarafelag
Føroya Reidarafelag av-
gjørdi i gjår at kalla trol-
ararnar eystanfyri heim.
Talan er um trolararnar,
Skálaberg, Enniberg og
Nónhamar.
—Vit høvdu fund við
limirnar mikudagin, har
vit greiddu teimum frá
støduni, og nevndin fekk
stuðul frá teimum til at
halda á, sigur Jákup Sól-
stein.
Hava tit nú nakað upp-
legg til samráðingar?
--Nei, tað hava vit ikki,
men vit halda fast við
okkara krgv um
broytingar í hýrunum,
sigur Jákup Sólstein.
Ongar samráðingar
Tað rgkist onki fyri at
reiðarafelagið og mann-
ingarfelggini kunnu nær-
kast hvørjum gðrunn.
Jákup Sólstein sigur, at
enn hava teir ikki fingið
fundarboð frá nøkrum av
manningarfeløgunum.
Semingsstovnurin vid
Juliannu Klett sum sem-
ingsmanni og Jénsvein
Lamhauge sum varasem-
ingsmanni hava enn ikki
ukid stig til nakað sem-
ingsuppskot.
Tað eydnadist okkum
ikki at fåa hendur å
formannin fyri Føroya
Fiskimannafelag, Ola Jac-
obsen, áðrenn blaðið fór
til prentingar í gjár.
jústinus
„John Petersen, landstýrismaður:
Vit gera einki enn
Landstýrið leggur ikki enn uppí stríðið millum manningarfeløg-
ini og Føroya Reidarafelag.
—Vit liva i einum demo-
kratiskum samfelag og nú
mugu teir samráðingar-
møguleikar sum eru royn-
ast, áðrenn landstýrið ger
nakað, sigur John Pet-
ersen. landstýrismaður í
fiskimálum.
Føroya Reiðarafelag
hevur sagt, at hendur
einki í dag, so verða
langfaraskipini boðsend
at koma heim. Hvat gerð
landstýrið so?
--Eg dugi ikki at síggja
at vit kunnu gera nakað
enn. Vit mugu lata tíðina
arbeiða fyrst. Hetta er
ringt at hava við at gera.
Og tað kemur serliga illa
at, nú skipini hava ligið so
leingi orsakað av
legubanninum. Men
verkbannið tó ikki meir
enn nakrar dagar gamalt
og tí kann landstýrið ikki
leggja uppí, sigur John
Petersen, landstýrismaður
í fiskimålum niðan
sjóvarmálan
jústinus
Fiskimálaráðharrin: »Métmælini eru dupultmoralsk«
Friðið allan kantin |
—Stendur tað upp til min, so skulu friðingarnar á Norðhavinum
verða so umfatandi sum møguligt. Tó skuldi verið møguleiki
fyri, at snellubátarnir sleppa á ávís økir, sigur hann
Okkara fiskimálaráðharri
fyri livandi fiski, John
Petersen, heftir seg við tað
ovurlitlu nøgd av toski,
sum kom á land í fjør, tå
hann sigur sína avgjørdu
stóðu um friðing av
Norðhavinum í gýting-
artíðini.
-Ikki meir enn góð 7000
tons av toski vórðu fiskaði
av Føroyagrunninum í
fjør. Varð rætt atborið, so
vórðu 30.000 tons
avreidd, og hetta sigur
somikið sum at vit mugu
gera nakað álvarsligt,
skulu vit ikki oyða
toskastovnin, sigur John
Petersen.
--Fiskivinnuráðið hevur
vidgjørt uppskot land-
stýrisins og er komið við
einum uppskotið, sum eg
kann taka fult undir við.
Tad snýr seg um at friða
allan kantin eisini. Men
vit eéru fleiri í
landstýrinum og eg vóni,
at ég fái hinar
landstýrismennirnar við
eisini, sigur John Petersen.
-Eg dugi ikki at síggja
nakran annan møguleika
enn at landstýrið má skera
igjøgnum, so álvarslig er
stødan hjå toskastovninum
i løtuni, sigur hann.
Omoralsk mótmæli
A bordinum hjå John
Petersen liggja fleiri hvøss
mótmæli móti ætlaðu
fridingini.
-Eg haldi at mótmælini
eru eitt sindur dupult-
moralsk. Menn taka undir
vid at okkurt skal gerast,
bert tað ikki gongur útyvir
teirra egnu veiðu. Tílík
mótmæli eru ikki løtt at
hava við at gera, sigur
John Petersen.
John Petersen sigur, at
tað sum snellubátarnir
fiska á Norðhavinum um
várið, eru ikki stórar
nøgdir. Tí er hann sinn-
aður at gera onkur und-
antgk á ávísum gkjum á
Norðhavinum í vár fyri
snellubátarnar. Men
grundsjónarmiðið, at fisk-
urin skal hava møguleika
at koma innå grunnin og
fåa frid at gyta. Tad skal
haldast. Tå fiskurin er
liðugur at gýta kunnu ávís
økir latast upp.
jústinus
f