leygardagur 11. januar 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 7 — 11. januar 1992
eru nøgdir
Jan Allan Múller:
Sum heild haldi eg hatta
vera eitt Gført byti millum
heimadystir og útidystir,
men verður bæði í ár og
komandi ár kanska farið
nakað tíðliga í gongd, so
menn ikki eru komnir í
fulla venjing. Men verður
venjingaruppleggið hesa-
ferð tað sama sum í fjør,
tvist eg ikki í, at tað fer at
laga seg kortini. Gott at
dystirnir ikki eru so tættir,
sum teir vóru í vár.
Í
Stórt sæð eri eg vælnøgd-
ur við dystarskránna. Tann
fyrsti dysturin er kanska í
fyrra lagi til at dystarvenj-
ingin longu kann vera
komin í hæddina, men um
hinvegin venjing og lands-
kapping byrja fyrr, so ger
tað helst ikki so nógv.
Fyrsti dysturin í næsta ár
liggur heilt givið ov
tíðliga á árinum, men
burtursæð frá tí, eri eg
nøgdur.
Torkil Nielsen:
ES) s0Slalurin
ítróttur
Spælararnir
Lagt til rættis: éwh og hj.
Myndir: Kalmar Lindenskov, Hilmar Jan Hansen og Keld Navntoft
Allan Mørkøre:
Hesaferd liggja dystirnir
nógv betri fyri, ti at spæla
triggjar dystir eftir einum
mánaði er ov nógv. At vit
so enda við at spæla
tríggjar heimadystum, er
eisini í lagi, tí tað skuldi
givið FSF inntgkur. Sum
heild eri eg stak væl
nøgdur við, hvussu dyst-
irnir liggja hesaferð, og eg
havi avgjørt einki ímóti,
at vit leggja har út
beinanvegin.
Jens Martin Knudsen:
At vit byrja við Belgia í
okkara fyrsta heimadysti,
dámar mær bara væl, og
heldur ikki haldi eg tað er
so galið, at fyrsti utidyst-
urin er mót Rumenia. Ti
so leggja vit ovaleysa hart
út beinanvegin, og tað
kundi ikki verið betri.
Yvirhøvur haldi eg tað
vera gott, at vit fáa heima-
dystirnar um summarið,
og at tað sama er við úti-
dystunum.
FSF frálíkt úrslit eftir sjey tímar langan fund:
Seint í fyrrakvøldid vóru
tingingarnar í Bruxelles
um dystirnar i 4. HM-
bólki endiliga av, eftir at
menn høvdu sid um
borðið í ikki minni enn
samfullar sjey tímar.
Hini londini í 4. HM-
bólki eru Belgia, Tjekko-
slovakia, Rumenia, Wales
og Kypern.
Í annadkvøld kl. 19
verður ein hondbólts-
dystur spældur millum
VIF og eitt úrvalslið, ið
landsliðsvenjarin Han-
us Joensen hevur úttik-
ið til hendan dystin.
»Landsdystur«
I Vestmanna
Tað var kanska ikki við
teimum allarbjartastu vón-
unum, at føroysku umboð-
ini høvdu sett seg, men tá
teir bådir — Jens Erik Mag-
nussen og Påll Gudlaugs-
Son — reistust, høvdu teir í
grundini fingid sini tydn-
ingarmestu ynski uppfylt.
Tað, ið lå føroysku um-
bodunum mest å hjarta,
Hóast hetta ikki er
landsliðið, ið skal møta
vestmenningum, er tal-
an um eitt rættiliga gott
lið, ið má sigast at vera
eitt hálvgun landslið.
hj.
var at fáa lagt heimadyst-
irnar á Svangaskarði um
summarið.
Og tað eydnaðist!
Hini vóru ikki nøgd
Sosialurin skilir, at hin-
vegin vóru fleiri av hinum
londunum langt frá full-
nøgd við síni egnu sam-
ráðingarúrslit, so ikki
kann annað sigast, enn at
Jens Erik og Páll eiga rós
uppiborna fyri at hava
loyst kryptisku dystargá-
tuna so væl og hegnisliga,
sum yvirhøvur kundi
hugsast áðrenn.
Hesum er FSF-formað-
urin Torleif Sigurðsson
eisini samdur í:
>Vit fingu rokkið teim-
um málunum, vit høvdu
sett okkum fyri, og eg
kann ikki siga annað, enn
at hatta er á so góðari leið,
sum tað kundi vera. Okk-
ara høvudsynski var at fáa
Í hestu summartid
heimadystirnar um summ-
arið, og tað eydnaðist. Og
annars haldi eg eisini, at
útidystirnir eru lagdir væl
fyri okkara viðkomandi.
Dystir dag um dag
Men uttan trupulleikar
er dystarskráin ikki, tá tað
nýggja føroyska U21-liðið
kemur inn í myndina.
Kravið frá gllum hinum
londunum á fundinum
Bruxelles var, at U21-
dystirnir skulu spælast tys-
dag, sum HM-dystirnir
verda spældir mikudag.
Orsøkin til hetta krav er, at
londini so kunnu lata U21-
liðið og A-landslidid ferð-
ast saman, og harvid spara
fitt av pengum.
Framhald á síðu 18
1992:
1993:
HM-dystirnir
6.5 Rumenia-Føroyar
3.6 Føroyar-Belgia
17.6 Føroyar-Kypern
9.9 Wales-Føroyar
23.9
Tjekkoslovakia-Føroyar
25.4 Kypern-Feroyar
22.5 Belgia-Føroyar
6.6 Føroyar-Wales
16.6 Føroyar-Tjekkoslovakia
8.9 Føroyar-Rumenia
Síða 13
B68-formadurin:
Vit gleða
okkum
Tofta Ítróttarfela g arbeiðir við
at fáa inntókur til felagið, m.a.
við at selja lýsingar í
sambandi vid koma HM-
dystirnar
>Vit gleða okkum til, at
grasvøllurin skal nýtast til
týdningarmiklar altjóða
dysur. Vanliga hava vit
arbeitt við stuttum skot-
bráði, men tað gera vit
ikki hesaferð. Vøllurin
varð liðugur longu í heyst.
FSF skal nú syrgja fyri, at
UEFA-umboð koma og
góðkenna hann formliga.
Um tað er onkur snøkil,
sum skal gerast aftrat, so
hava vit rúma tíð at fáa
tað frá hondini.<
Tað er Niclas Davidsen,
formaður í Tofta Ítróttar-
felag, sum er í telefonini.
Hann er nøgdur við HM-
skrånna hjå Føroyum.
Skuldi nakað verið gðr-
vísi, so hevdi hann ynskt
triggjar heimadystir i år
og tveir komandi år. Fyri
Tofta ltróttarfelag hevði
hetta borið í sær, at til-
trongdur peningur fyrr
hevði komið til høldar.
Men hvat fáa tit burtur
úr dystunum?
>Vit hava gjørt ein sam-
starvssáttmála við FSF.
Teir hava fríar ræsur at
nýta vgllin úl venjing og
dystir, og teir eiga rættin
til lýsingarnar á girdingini
kring vøllin,« sigur Niclas
Davidsen. »Fyri hetta fáa
vit ávísa upphædd og i
sambandi við dystirnar
ein brotpart av áskoðara-
inntøkunum. Hvat meira
fæst burturúr, velst um,
hvat vit siga. Vit eiga
rættin til lysingastødini
uttanfyri girðingina, t.d. á
hegninum kring gkið og
benini á norður- og
eystursíðunum, sum eru
yvirav, har høvudsupptak-
arin hjá sjónvarpinum
verður.“
>Og so fara vit at selja
alt tað, sum hoyrir til, tá
slík ultøk eru,« sigur B68-
formadurin, sum ikki
stårir fyri at fåa vitjan av
stórum brotparti av
Føroya fólki.
>Tað fer uttan iva at
ganga. Vit vóna bara, at
veðrið skikkar sær eins
væl og tað gjørdi, tå EM-
dystirnir skuldu verið
leiktir á Svangaskarði
síðsta heyst.
-nn-