Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 8 — 14. januar 1992 >Nú er ballið búið!<, siga kroystir íslendingar islandskvotan er fyri hottum Íslendski fiskimálaráðharr- in sendi herfyri embætis- fólk síni at tosa við áhuga- feløgini innan fiskivinn- una. »Hvat er til råda taka?<, ljóðaði tann breiði spurningurin til ta kreppu- raktu vinnuna. - Allar kvotur, sum út- lendingar hava í íslendsk- um sjógvi, skulu takast av, svaraðu bæði reiðarafel- agið og útróðrarfelagið. Stjórnin undir trýsti Keldur, ið sita høgliga, siga, at feløgini eru so av- gjørd í hesum, at íslendska stjórnin er undir sera hørd- um trýsti í hesum spurn- ingi. Ein av orsøkunum fyri, at íslendskir fiski- veiðumenn eru so avgjørd- ir í síni stødutakan ímóti útlendingum er, at ís- lendsku kvoturnar eru skerdar tvær ferðir í 1991. Føroyska kvotan i ís- lendskum sjógvi var 1620 tons av toski og 7380 tons av gðrum botnfiski í fjør; samtalt eru hetta 9000 LOns. Kunnu ikki bara fáa Føroyingar eru høgt í metum og fáa eisini góðar sømdiri Íslandi, meta ís- lendingar. Tí fara íslend- ingar valla at lata føroy- ingar missa alla kvotuna. - Men føroyingar mugu eisini lata nakað aftur fyri tað, teir fáa, siga íslendsk- ar keldur. Hóast føroyingar av íslendingum verða settir í serstødu millum útlend- ingar, og hóast føroyingar ikki kunnu lata íslendsku fiskivinnuni nakað muna- gott afturímóti, so kunnu føroyingar ikki rokna við at sleppa snikkaleysir. Missa minst 2000 t Íslendski landbúnaðurin hevur krøkt seg uppí og krevur, at føroyingar lata kjøu úr Íslandi serligar sømdir. Gera føroyingar tað, so missa føroyingar helst bert 2000 tons; ís- lendskar keldur siga fyri vist, at fáa íslendingar ikki sømdir á hesum øki, verð- ur niðurskurðurin í íslands- kvotuni uppaftur stórri. Hittast í Stokhólmi Síðst í hesum mánaðinum verður norðurlendskur ráð- harrafundur í Stokhólmi, og har fara føroyingar og íslendingar at skifta orð um vidurskiftini landanna millum. Bådir partar eru i eini vidbreknari stødu, og farnu viku hava fleiri enn ein telefon-samrøda verið millum Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóra, og lags- Síða 3 bróðir hansara í íslendska fiskimálaráðnum. Íslendingar hava skotið upp, at samráðst verður á hvørjum ári samstundis um handilspolitiska og fiskivinnupolitiska sam- skiftið (Islandskvotuna) landanna millum. ówh Í farnu viku hava Kjartan Hoydal, fiski- vinnustjóri í Tinganesi og lagsbróður hansara í íslendskum fiski- vinnumálum ligið í telefonini fyri at tosa um íslandskvotuna. Nógv bendir á, at kjøt- handilin Føroyar og Island imillum kann fåa avgerandi åvirkan á hesa kvotu framyvir Íslendski landbúnaðurin setur krøv til F øroya Burtur vid øllum tollinum á kjøti Íslendingar ætla nú at gera bart! Teir vilja sleppa at útflyta kjøt til Føroya uttan at nakað sum helst verður lagt omaná av avgjøldum. Fyri landskassan kann tað gera tað sama, um avgjóld Við ødrum orðum: tað er ikki nóg mikið, at GATT- tollurin verður tíkin burtur; hann tekur við 1. februar og verður 10 prosent fyri skulu gjaldast av íslendsku kjøti ella ikki: hann fær einki kjøt úr Íslandi. Kvotan er jarnbrot Einki er til hindurs fyri, at føroyingar kunnu gera eina avtalu við Ísland um, at hesin tollur dettur burtur. Íslendingar vilja eisini hava, at innflutningsgjald- ið uppá 33 prosent fellur burtur. Jarnbrotið hjá íslending- um í hesum handilspol- itiska framtaki er fiski- veidukvotan, sum føroysk fiskiskip hava i islendskum sjógvi. Stjórnin er við Politiskir eygleidarar i Íslandi siga, at Íslendska stjórnin er ógvuliga sinna at ganga íslendsku land- búnaðaráhugamálunum á møl. - Stjórnin hevur tikið studningin ul kjøtfram- leidsluna av frå 1. januar, og tað hevur gingið land- búnaðinum nær. Tí fer stjórnin ikki at ganga teim- um ímóti eina ferð aftrat, Sigur ein eygleiðari. Kunnu ikki bara fáa Íslendingar vísa á, meðan føroyingar fáa 9000 tons av fiski ókeypis, so verða tung avgjøld løgd á ís- lendskar vørur, ið koma til Føroya. Islendingar hava gjørt føroyingum støduna greiða, og rokna við, at føroyingar koma við ein- um útspæli til fiskivinnu- og handilspolitiska sam- skifti millum londini í hes- um árinum. Ikki keypandi Islendska kjøud er mun- andi dýrkað eftir at fram- leiðslustudningurin varð tikin av. Verða 43, 33 ella bara 10 prosent løgd om- aná, verður roknað fyri vist, at tað verður so dýrt, at einki fer at verða selt í Føroyum. - Føroyingar hava alt at vinna, sigur ein islendsk kelda og sipar til islands- kvotuna. Fáa einki kortini - Og føroyski landskassin missir hvørki meira ella minni, um øll avgjøld vera tikin av islendska kjøtin- um: Verda avgjøld tikin av, fær landskassin einki, verða tey ikki tíkin av, fær landskassin heldur einki, ti tað verður ikki keypandi, leggur íslendska keldan aftrat. I 1990 fluttu vit inn um- leið 775 tons av íslendsk- um kjøti; virði av hesum var góðar 14 milliónir krónur. Meginparturin vóru frystir lambskroppar, - 609 tons fyri slakar 12 milliónir krónur. BH- og Expl.-dømi: 2", 2 felgubremsur og 6 gear. a HØVUDSVINNINGUR: Dreingja-/Gentusukkia Black Hawk — Explorer ella onnur, ið hóska vinnandi gentuni/dreinginum. JOHN W. THOMSEN 5 Box 10 - 700 Klaksvík - Tlf. 55858 & 55 256 Eydnast íslendska land- búnaðinum at fáa før- oysku myndugleikarnar at taka øll avgjøld á ís- lendskum innflutningi av, verður talan bert um ein menningarskáa í eitt lítið ár. 1. januar komandi fell- ur innflutningsgjaldid burtur og meirvirðisgjald (momsur) verður settur í staðin. Og hesum gjaldi sleppur eingin vøra und- an. ówh