týsdagur 14. januar 1992síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
—
Nr. 8 — 14. januar 1992
Lendi
Upp
Lendi
ikki viðhald frá
Ferðslumálaráðnum
Ferðafólkini, sum skuldu til Danmark á 6lavsøku í fjør, og sum
komu at bíða í Vágum í ikki færri enn 41 tímar, fingu ikki viðhald
í kæru síni til danska ferðslumálaráðið. Ferðslumálaráðið heldur
seg til tað Danair sigur
Ferðafólkini, sum høvdu
bilagt sær ferdasedil vid
Danair flogfarinum beint
undan seinastu ólavsgku,
komu alt annað enn sjálv-
boðin at halda Glavsøku
vesturi í Vágum.
Fráferðin var 41 tímar
seinkað. Í hesar 41 tímar-
nar var Danair yvir flog-
vøllinum tríggjar ferðir,
men kundi ikki lenda.
Hesar somu 41 tímarnar
kom og fór Atlantic sjey
ferðir.
Ei undur í, at ferðafólk-
ini vóru vénsvikin av
Danair, og mótmæltu harð-
liga. Tey kærdu til Maersk
Air, men fingu einki annað
enn ein slutur fyri ein
slatur, sum tey sjálvi taka
ul. Eisini kærdu ferða-
fólkini til danska ferðslu-
málaráðið, men heldur ikki
frá donsku myndugleiku-
num fingu tey viðhald.
Heldur seg til Danair
Í svarinum, ferðafólkini
fingu frá danska ferðslu-
málaráðnum, verður mill-
um annað sagt, at Danair
varð biðið um at koma við
einum svari til kæruna frá
ferðafólkunum. Og hetta
svarið frá Danair heldur
ferðslumálaráðið seg til.
Sagt verdur, at ferdslu-
málaráðið må halda seg til
tað Danair førir fram i
skrivi sínum. Ferðslumála-
ráðið leggur serligan dent
á eitt brot í svarskrivinum
frá Danair, har millum
annað stendur, at tá veður-
líkindini í Vágum "midler-
udigt forbedres" má havast
Upp
Ferðafólkini fingu
lendi
í huga, at tað tekur langa
tíð at savna øll ferðafólkini
í Keypmannahavn og
flúgva tey ul Føroya. Hesa
tíðina kann veðrið aftur
vera nógv broytt.
Annars verður viðmerkt,
at ferðslumálaráðið "be-
klager den uheldige op-
levelse".
Ferðafólkini ikki
nøgd
Um meira er at gera vid
málið ivast fleiri av ferða-
fólkunum í. Men nøgd eru
Flogfarið hjá Atlantic lendi fýra ferðir, og fór trýggjar
ferðir avstað teir 41 tímarnar, tey, ið skuldu við Danair,
bíðaðu á flogvøllinum
tey ikki. Hvorki við svarið
frá Danair ella frá Ferðslu-
málaráðnum.
Nøkur av ferðafólkunum
siga, at Danair veit, at
starvsfólkini í Vágum
einki tora at siga, og at tað
ti bert verður orð móti orði
millum Danair og misnøgd
ferðafólk. Ferðafólkini
halda tað eisini vera løgid,
at danskir fjølmiðlar einki
vildu gera burturúr. Sjálvt
ikki lesarabrøv frá ferða-
fókum fingu innivist í
donskum bløðum.
Eitt av ferðafólkunum
veit at siga frá, at Ekstra
Blaðið sýndi málinum
stóran áhuga, men knapp-
liga var áhugin burtur.
-Hví vita vit ikki, men
vit hava loyvi at gita.
Einasta blað, sum bakkaði
okkum upp var Sosialurin,
og tað skulu tit hava takk
fyri. Í turde hvor Ekstra
Bladet tav,- skrivar eitt av
ferðafólkunum til okkara.
tór.-
Varðveitið
bædi heimini *
Næmingaheimið við Hoyvíksvegin eigur at
halda fram, og pengar verða játtaðir, tí alt
annað er órættvíst, sigur Essemi á Regni, sum
er mamma at einum av næmingunum
-Eg havi góðar vónir um,
at næmingaheimið við
Hoyvíksvegin framhald-
andi verður opið. Alt
annað hevði verið sera 6-
rættvíst. Nú eigur Lands-
skulafyrisitingin at heita á
Fíggjarneynd og landsstýri
um at játta neyðugan pen-
ing til raksturin.
Hetta sigur Essemi á
Regi, mamma at einum
næmingi á heiminum við
Hoyvíksvegin.
Hon heldur, at viður-
skiftini viðvíkjandi heimi-
num hava verið sera ør-
kymlandi fyri millum
onnur næmingar og for-
eldur. Longu í apríl vóru
fyrireikingar gjørdar at
spara heimið burtur, og
ikki fyrr enn í september
fingu foreldur nakað at
vita. Ikki frá myndug-
leikunum, men gjøgnum
fjølmidlarnar. Síðani hevur
verið talað um at lata
heimið aftur ella fram-
haldandi at hava tað opið
verið at frætt, so eingin
veit nakað í dag.
Essemi á Regni heldur,
at tað er skeivt at hava
nógvar næmingar við sera
ymiskum sertørvi í sama
heimi, heldur enn at varð-
veita bæði heimið á Argj-
um og tað við Hoyvíks-
vegin. Fólk eru ikki ein
vanlig vøra ein bert kann
flyta meira ella minni sum
tilber, heldur hon. Essemi
heldur, at nú má endi fáast
á gllum ivamálum um
Essemi á Regni, sum
dagliga arbeiðir innan
sosiala økiød, er eisini
mamma at einum av
næmingunum á
heiminum við
Hoyvíksvegin
framtíðina hjá næminga-
heiminum og skýtur upp,
at skipað verður fyri fundi
millum allar partar í mál-
inum, har Landsskúlafyri-
siting, landsstýrið, fíggjar-
nevnd, skúlin, lærarar,
starvsfólk og næmingar og
foreldur teirra kunnu
greiða frá sínum sjónar-
koma á borðið, ivist eg
ikki i, at vilji og pengar
verða til at næmingaheim-
id vid Hoyvíksvegin fram-
haldandi kann vera opið,
sigur Essemi á Regni.
tór.-
Udsat auktion
Torsdag den 30. januar 1992 kl. 09.20
afholdes pá dommerkontoret, C. Pløy-
ensgøta 1, 100 Torshavn, udsat auktion
over matr. nr. 122 g Klaksvik, tilhørende
Bergfrid Jacobsen.
Auktionen er begæret af advokat Jógv-
an Páll Lassen pá vegne en pant- og ud-
lægshaver.
Henvendelse vedrørende ejendommen
og auktionsvilkårene kan ske til oven-
nævnte advokat.
Færøernes fogedret
10.01.92
Ole G. Olesen
dfm.