Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 , Um nóg stórur áhugi er, skipar Føroya Handils- skúli fyri einum nýggjum datanomskeiði nr. 21 í reðini, sum byrjar 6. februar 1992. Skeiðið hesa ferð verður um Test og Kvalitetsstyring mótul nr. 3.6. Lærari verður Mogens Ravn Johansen, ið dagliga starvast á EDV-skúlanum í Keyp- mannahavn. Frálæran fer fram í Tórshavn. Fleiri av okkara leiðandi etv-fólkum og medarbeið- arar á sterstu etv-virkjum í landinum hava fingið partar av útbúgving síni gjøgnum henda lesturin. Fyrimunurin við hesi skipan er hann, at tann lesandi ikki fer úr vinnu, men alla tíðina fæst við tað, sum hann lærir um. Í so máta líkist hon nógv merkonomútbúgvingini. Eisini er útbúgvingin greinað so væl sundur, at góðir meguleikar eru fyri at læra júst tað, sum tú hevur brúk fyri. Hver kann taka lut? Fortreytir fyri at taka lut KRUPS Rottu maskinurnar til espresso og appuccino Bj, Koksmiðsto skjóta HØVUDSVINNINGAR: Espresso 963 Kaffimaskinur Køksmidstødin á skeiðnum eru, at tú kennir nakað til edv-skip- anir, bygnað o.s.fr. Best er um luttakarin hevur út- búgving, sum liggur á hædd við merkonom ella hægri handilsprógv ella hevur arbeitt við edv í nekur ár. Skeiðið skipað? Skeiðið verður skipað á tann hátt, at tá lærarin kemur til Feroya, verður undirvíst tveir fyrrapart- ar dag um dag, og seinna- partarnar somu dagar verður farið í holt við at reika fyri og loysa upp- gávur. Lærarin verður hjástaddur hesar dagar alla tíðina at hjálpa, so tann luttakandi er komin væl áleiðis við uppgávuni, tá lærarin fer avstað aft- ur. Stendur fast, verður framvegis møguligt at koma í samband við lærar- an. Á henda hátt skuldu flestu kunna fylgt við og farið til próvteku 22. mai 1992. Undirvísingartíðin er um 45 tímar tilsamans og einar 25 tímar at loysa uppgávur. Datanomskeið á Handilsskúlanum Tríggjar uppgávur skulu latast inn og góð- kennast, áðrenn vidkom- andi sleppur til próvteku. Endamál? Endamálið við hesum datanomskeiðnum er at læra tey luttakandi tann neyðuga ásteðiliga kunn- leika og grundfatanina av at kunna taka lut í, at leggja til rættis og fremja virksemi við atliti Gil kvalitetsstýringina, sum hevur til endamáls at menna og halda við líka skipanir, ið eru grundaðar á edv. Eisini er endamálið við skeiðnum at bera víðari vitan um tey menniskja- ligu, skipanarligu og bú- skaparligu sjónarmiðini, eisini tá talan er um at fara undir kvalitetsstýr- ing á virkjum við atliti til IS0-9000-3: >„Stevnumið fyri nýtslu av DS/ISO 9001 við menning, in- stallatión og viðlíkahaldi av forritum. Vit eru øll í arbeiði okk- ara vorðin meira og meira bundin at edv-skipanum av ymiskum slagi. Tí er tað eisini fram- vegis sera umráðandi, at tey, sum dagliga skulu nýta hesar edv-skipanir, halda, at dygdin á hesum skipanum er í lagi. Tilfar og undir- vísingarskrá Skúlin hevur skrivligt til- far tøkt um skeiðið og undirvísingarskrá. Tey, sum hava áhuga í hesum, kunnu venda sær til hand- ilsskúlan í Havn, tlf. 17177. Nevnast kann, at 33 byrjaðu á seinasta datanomskeiði, sum var í tíðarskeiðnum september- desember 1991. 29 fór til próvteku og øll stóðu royndina. Hesin nýggi hátturin at skipa skeiðið, hevur uttan iva verið við- virkandi til, at fleiri nú halda á enn fyrr og fara til próvteku, hóast lesnaður- in fyri ein part er ætlaður sum sjálvlestur. Nær? Sum áður nevnt verður 1. umfar hósdagin 6. og fríggjadagin 7. februar, 2. umfar verður hósdagin 5. og fríggjadagin 6. mars. Hildið verður fram við 3. umfari hósdagin 2. og fríggjadagin 3. apríl. 4. umfarið verður so hósdag- in 30. apríl og fríggjadag- in 1. mai. Loksins verður 5. umfar mikudagin 20. og hósdagin 21. mai, og at enda próvtekan fríggja- dagin 22. mai. Tann, ið stendur royndina, fær eina váttan (stakgreina- prógv). Roknast má við eini 4 tímum um vikuna at loysa uppgávur. . Prógv Fyri at fáa datanomprógv skalt tú fyrst standa 6 mótul. Tað eru um 40 mótul at velja ímillum. Síðan skal ein hevuðs- uppgáva um edv skrivast. Hon skal góðkennast. Tá uppgávan er góðkend, skal hon verjast til eina próvteku. Fleiri (bólkur) kunnu vera um at skriva eina uppgávu. Tey, ið fara í holt við at skriva høvudsuppgåvu, fáa ein vegleiðara, sum gevur góð ráð og stimb- rar. 7 hava hesi tvey sein- astu árini verið til enda- liga próvteku og fingið datanomprógv. Kostnaður Skeiðið kostar kr. 2500,-. Freistin at tekna seg er 20. januar, sigur Feroya Handilsskúli í kunningarskrivi. einum Nr. 8 — 14. januar 1992 Snotulig C— standi- tr lampa Bert ein av mongu úr stóra úrvalinum. MIKKELSEN ampuni GÓÐK. EL-INNLEGGJARI Bøgøta 12 - Box 321 - 110 férshavn - Tlf. 122 11 HØVUDSVINNINGAR: KLIKS byggileikur á tvær av teimum stóru eskjunum á 16 m við hús- um/havnalagi í hverjum vinningi. KLIKO, v/ Árna Hansen, Tórshavn co! HØVUDSVINNINGUR: Nýgerð ella hampa um rúmið, so er møguleiki at vinna tilfarið: 35 m? av glasvevi v/ lími og tveimum umførum av måling. Sjálvandi frá serhandlinum. Fliigger måling Tórshavn: Undir Bryggjubakka 13, tlf. 16675 Klaksvík: |ris, tlf. 56272 Leirvik: Iris, tlf. 43248 Sørvågi: Valdemar Simonsen, tlf. 32861 Kc HØVUDSVINNINGUR: TEXAS RANGER Taarnby fjallasúkkla til hálvstór børn ella vaksin, 19'—22" vid 21 gearum og øllum hugsandi hentleikum JOHN W. THOMSEN Box 10 - 700 Klaksvík - Tlf. 5858 & 55256 1 |