Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. januar 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 10 — 16. januar 1992 Nólsoyingar fram føra sjónleik: Goragangur í Nólsoy Skemtileikurin verður frum framfordur í Nólsoy leygar- dagin kl. 17.00. Nólsoyingar hava verið rættiliga virknir innan sjónleik seinastu árini, og aftur í vetur venja tey ein leik. Hetta er íslendskur skemtileikur eftir Iðunni Steinsdóttir, ið Carl Jó- han Jensen hevur týtt. Hann hevur fingið heitið Goragangur. Venjingarnar byrjaðu einaferð í september, og verður leikurin frumfram- førdur í Nólsoy leygar- dagin kl. 17. Nevnast kann, at Gora- gangur er rættiliga nýggj- ur leikur og ongantíð áður framferdur í Feroyum. Gongdin í leikinum er hon, at familja er flutt av bygd til stórbýin, og tað hóvar ikki teimum báðum børnunum væl Serliga fýlist eldra gentan á, at hon má hava kamar saman við yngra beiggjan- um. Familjan hevur keypt eina íbúð í gomlum húsum, og í loftshæddini býr eldri maður — ein drykkjumaður. Serliga bernini eru sannferd um, at fekst tann gamli út, kundu tey keypt lofts- hæddina og so var ov- mikið av plássi. Munkur upp í leikin Tá so ein munkur — eitt spekilsi — kemur inn í myndina, síggja bernini beinanvegin møguleikan í at fáa hetta at leggjast inni hjá gamla manninum í loftshæddini, tí tá ivast tey ikki í, at hann fer at ræðast og sleppa sær á ellisheim, sum annars stendur honum í boði. Men ikki gongst alt sum ætlað, og tá so ein eldri kenningur — ein rættilig skrinda — úr heimbygdini kemur á vitjan, verða bernini enn meira ónegd. Bernini gera til endans av, sjálvi at gera nakað við málið og tá tykist gongd koma á. Nú skal ikki avdúkast ov nógv, men sigast kann, at leikurin er rættiliga skemtiligur. Og hóast hetta á ongan hátt er ein barnaleikur má kortini sigast, at tað eru børnini, ið hava hevuðsleiklutir- nar. Við í leikinum eru 9 leik- arar — allir nólsoyingar. Leikstjóri er Rosa á Rógvu og tað er Torbjørn Olsen, listamaður, ið hev- ur staðið fyri scenografi- ini. Nevnast kann eisini, at leikt verður á einum snari- palli, helst fyrsta av sín- um slag i Føroyum. Leikurin verður sum nevnt framferdur á fyrsta sinni nú leygardagin kl. 17 úti í Nólsoy. TESTAMENTER IR-TESTAM EN TY LANDSFORENDVGEN aa T - sami på apr, Mi. FRAMSÝNING KS TIMBURHÚS TYPA A1 VIÐ LANDAVEGIN 106 B, TÓRSHAVN SA es … - ér Leygardagin 18. jan. kl. 10—18 og sunnudagin 19. jan. kl. 14—18 vísa vit fram nýggja KS-TIMBURHUSID, sum eru eini føroysk sniðhús, ið eru bygd upp á staðnum. Komið og síggið eini lyklaklár sethús, har dentur er lagdur á góðsku. KS TIMBURHÚS Smærugeta 16 - Tlf. 16187 - Fartlf. 86187