Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. januar 1992síða 1

allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

javnaður brødralag Nr. 11 * friggjadagur 17. januar 1992 Seinnapartin i gjår komu bodini frå danska løgmåla- ráðnum: Emil Andrei nýtist ikki fara úr Føroyum í dag. Tískil slapp rumenin frá atkeypasær ferðaseðil aftur til Rumenia. Avtalan við politiið var, at Emil Andrei skuldi møta å politistødini i Havn kl. try seinnapartin og visa teim- um, at hann hevdi keypt ferdasedil. Tann avtalan varð gjørd, áðrenn nakar tordi at vænta, at tað fór at bera til at leingja skotbráið. z Emil Andrei sleppur at vera i Føroyum Men í staðin fyri ferða- seðilin kundi Emil Andrei vísa politinum avrit av brævinum frá Jløgmåla- ráðnum. Emil Andrei sleppur at vera í Føroyum, meðan umsókn hansara um uppi- haldsloyvi verður vidgjørd. Tað eru ríkispolitiovastin og danski stovnurin Direk- toratet for Flygtningehjælp, sum í samstarvi avgreiða slíkar umsóknir. Frammanundan kann eingin vita, hvussu leingi Emil Andrei nú er tryggur í Føroyum. Tað kann taka langa tíð at viðgera slíka umsókn. T.d. gingu átta mánaðir, til svar kom upp á umsóknina frá sovjetiska sjómanninum Popv, sum fekk loyvi at búgva og arbeiða her. . At hann sleppur at vera her, meðan umsóknin hans- ara um uppihaldsloyvi verður viidgjørd er úrslit av stórarbeiði hjá vinfólk, politikarum og sakførarum seinastu dagarnar. Meira um målid å sidu 3. randi Óljuserfróðingarnir frå Maersk Drilling og Maersk Olie & Gas eru samdir um, at nú mætir oljuframleidarar sum Irak og Kuwait aftur fara at økja um framleiðsluna, eru smáir kjansir fyri at nakar satsar uppá olju í føroysku undirgrundini SIDA 9 Spillnakin á Strand- ferðsluni Fútin hevur nú fingið málið um hendi viðvíkjandi finsku kvinnuni, ið býr í tjaldi á Strondum. Hann skal avgera lagnu hennara. Í hvussu er tykist nú vera púra greitt, at á Strondum slepp- ur hon ikki at verða verandi. Millum annað verður funnist at atburði henn- ara, tá hon kemur millum fólk > SIDA 5 Eurofisk keypir skip Øll nevndarvidurskiftini i Pf. Eurofisk eru i lagi, og partafel- agið bíðar nú eins og onnur i fiskaídnaðinum eftir, at veiðu- flotin fer útaftur. Felagið er eisini í ferð við at fyrireika keyp av einum føroyskum trolara SIDA 4 Í Í