Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. januar 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 17 januar 1992 SE Framgongd // í Havn Skattainntøkan i teimum ymisku økjunum í Føroyum er seinastu árini broytt nakað sínámillum. Frá 1986 til 1990 er skattskylduga inntgkan millum gkini broytt soleiðis, at Havnan hevur havt ein lutfalsligan vøkstur úr 35,1 prosentum til 37,1 prosent. Restin av landinum hevur havt lutfalsliga afturgongd, ella hevur staðið í stað. Hetta vísir eitt yvirlit frá Líkning- aráðnum. Størsta afturgongdin í skatt- inntgku hevur Eysturoynni. Eysturoyggin hevði 1986 21,5 prosent av allari skatts- kyldugari inntgkuni í landinum. Í 1990 var prosentparturin í Eysturoynni komin skyldugari niður á 20,3. Skattskyldugu inntøkan í Suðuroy og Klaksvík er eins stór 10 prosent. Í báðum fórum er hon fallin úr 10,5 prosentum í 1986. Í meira lagi verið í i tór.- ff) Í | ; stendur uti I løtuni standa 265 milliónir av skatti úti. Hetta er i Líkningarráðnum Samlaða eftirstóðan í skatti síðani samtíðar- skattaskipanin kom í gildi í 1984, er 265 milliónir, ella 10,9 prosent av gllum skattinum. Talan er um B- skatt, írestandi skatt, rentur og partafelagsskatt. Av írestandi skatti standa góðar 100 milliónir úti. 57 milliónir í B-skatti, 56 í rentu og 50 milliónir í partafelagsskatti. Meginparturin av úti- standandi skattinum er frá teimum fýra seinastu ár- unum. Góðar 30 milliónir stava frá 1988, 60 milli- ónir frá 89, frá 1990 standa 70 milliónir úti, og frá í fjør 85 milliónir. Petur Alberg Lamhauge, stjóri á Líkningarráðnum Sigur, at útistandandi skatt- meira lagi, heldur stjórin á urin er í meira lagi, men hann sigur seg hava góðar vónir um at fáa hann inn. Nakað av skatti verður strikad ella eftirgivið, men í mun til samlaðu eftir- stóðuna er hesin partur ikki stórur. Síðani 1984 eru sjey milliónir strikaðar og eftirgivnar. tor.- Bankarnir rinda helmingin av øllum P/F-skattinum Skattskylduga inntøkan hjå øllum føroyskum partafeløgum var i 1990 166 miliónir krónur. Av hesum rindadu partafel- øgini til samans stivliga 81 milliónir í skatti Sambært einum yvirlit I fkr rrå0i5 ur gjørt, hava parta- feløgini ikki havt tad so gott seimastu árini. Sam- laða skattainntøkan var í 1988 100 milliónir hægri enn í 1990. Størstu skattgjaldarar- nir millum partafeløgini Cru bankarnir, sum rinda I a lagsskattinum men teir hava, sambært sama yvirlit, heldur ikki havt tað serliga gott í seinastuni. I 1990 rindaðu før- oysku bankarnir slakar 40 milliónir í skatti. Til sammetingar kann nevn- ast, at í 1988 rindaðu teir tað dun UUDUIKL tor.- Sida 7 — O|Gamla Havna- skrivstovan skal nú takast niður Eftir at hava hýst haynaumsjónini tollarunum í 21 ár, má gamla havnaskrivstovan nú víkja fyri stórri bryggjuplássi Fyrsta dagin verður gamla havnaskrivstovan jardløgd Mynd: Kalmar Fyrsta dagin fer byggi- felagið G. Waagstein at seta ta stóru gravimaskin- una å gomlu havnaskriv- stovuna å eystaru bryggju i Havn. Nú er ikki longur brúk fyri henni, eftir at havnaumsjónin herfyri fekk nýggj høli við síðuna av. Hon liggur eisini illa fyri tá stóru konteynararnir skulu í og úr farmaskip- unum. Tað eru tjúgu ár síðani, at gamla havnaskrivstovan varð tikin í nýtslu. Teir, sum tá arbeiddu í havna- umsjónini siga, at tað var sum at koma í himmiríkið í mun til umstødurnar, sum vóru frammanundan. A sama plássi stóð eitt líuð hús, sum í 1930 varð bygt ul endamálið. Tvinni vóru rúmini og bjálving var ókent fyribrigdi, so fólk, sum komu innar í grindum, fingu vanliga hvørt einasta orð við av ti, sum havnanevndin, sum vanliga helt fund í innara rúminum, tosaði um. Tollararnir hildu tá til í einum gomlum ljóskastara- húsi undir liðini á fyrstu havnaskrivstovuni. Eisini teir fingu munandi betri umstødur, tá teir fluttu innar í hana, vit nú kalla gomlu havnaskrivstovuna. Tollararnir hildu til í neðra, og havnaumsjónin í erva, men nú er eisini hetta søga. Casablanca, ella Hvitu Húsini, sum onkur eina- ferð hevur navngivið gomlu havnaskrivstovuna, sum Andrias Johansen vanliga nevndur Lítli bygdi fyri Tórshavnar Havn fyri stívliga tjúgu árum síðani fyri 400.000 krónur, má nú lúta fyri tíð- arinnar krøvum. tor.- Frå kongavitjanini 14 juni i 1936. Aftanfyri sæst fyrsta havnaskrivstovan, sum var bygd í 1930 Mynd: A. Joensen