fríggjadagur 17. januar 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Fríggjadagin kl. 18.00:
21. Jump Street
»Svørt og hvíta
Nicky Messiah, ein litt 17 ára gomul
genta, sum íðkar renning, sigur fyri
drongi sínum, at tey kunnu ikki síggjast
longur. orsakað av rasuskilnaðinum á
skúlanum Burgard High
Fríggjadagin kl. 22.30:
The Rockford Files
Rockford er orsakað av bili sínum komin
til ein lítlan bý, og har kemur hann í
trupulleikar alla tíðina, man hann
nakrantíð sleppa haðani aftur?
Leygardagin kl. 21.00:
The Heroes of
Telemark
Enskur actionfilmur frá 1965, bygdur á
veruliga hending. Segan fer fram í Noreg
í 1942. Ein rulla av microfilmi, sum verð-
ur smuglað út úr Norsk Hydros tung-
vatnsfabrik í Rjukarn, gevur teimum
sameindu fyrsta prógvið um at Týskland
er meguliga komið longri enn teir við
atombumbunum. Eitt tað týdningar-
mesta evnið til hetta er »tunga vatnid«,
sum verður framleitt í stórum mongdum
í norsku verksmiðjuni. Norska mótstoðu-
rørslan ger seg til reiðar at hjálpa við ein-
um álopi, men trupult er
Richard Harris og Kirk Douglas
ammer sosial)
Leygardagin kl. 23.20:
Kojak
Kojak letst at vera evnafreðingur í síni
roynd at lumpa tjóvarnar, sum hava stol-
ið morfin fyri eina millión dollarar og
sum nú royna at selja tryggingarfelag-
num tað aftur.
Sunnudagin kl. 18.00:
Harem
Franskur filmur frá 1985 við Natasju
Kinski og Ben Kingsley í hovuðsleiklut-
unum. Prins Selim livir lívið í einum
palassi við tænarum, konum o.ø. Hann
berjist ímóti einum nýmótans lívi, hann
rænir eina unga amerikanska kvinnu,
sum við útsjónd síni kann vísa honum
tað, honum leingist eftir. Hon kemur upp
í haremið hjá honum, men atburður henn-
ara broytir alt lív hansara.
Men henda unga kvinna er ikki sert á-
huga fyri prinsinum og livihátti hansara
kortini
Sunnudagin kl. 21.00:
Dream on
Brian Beben
Martin og kona hansara, Judith, hava
verið separerað í tvey ár, men Martin vil
ikki góðtaka, at hjúnalagið er yvirstaðið.
Men nú hevur Judith hitt tann »per-
fekta« mannin og ætlar at giftast vid
honum, og Martin bidur Eddie hjålpa
sær, ti hann er ólukkuligur. Eddie, sum
er programmleiðari í einum vælumtókt-
um TV-showi, brúkar vitan sína og finn-
ur bestu ráð móti tunglyndi hjá Martini.
Nr. 11 — 17. januar 1992
Anne Bancroft og Sissy Spacek
Mánadagin kl. 18.00:
night, Mother
Am. filmur frá 1986 við Sissy Spacek og
Anne Bancroft í hevuðsleiklutunum.
Jessie Cates hevur gjørt av at gera sjálv-
morð. Hon hevur hugsað um tað leingi og
hevur nú lagt tað væl til rættis. Seinastu
tímarnar brúkar hon at skilja og rudda
minni og kenslur. Síðani er tíðin komin at
siga mammuni frá tí. Thelma, mamman,
Skilir ikki, hví dóttirin ikki vil liva long-
ur, og so byrjar bardagin hjá tveimum
kvinnum um lívið.
Mánadagin kl. 20.30:
Rockford Files
Ein fyrrverandi fangi ger alt fyri ikki at
gera nakað ólógligt aftur. Men eitt brots-
mannalið ger seg inn á matstovuvirki
hansara, og tá biður hann Rockford
hjálpa sær.
Týsdagin kl. 21.33:
Miami Vice
Í eini roynd hjá Crockett og Tubbs at
steðga einum kokainflutningi, verður ein
ósekur vaktarmaður skotin. Boliviansku
narkohandlararnir rýma og sama ger eitt
vitni, sum hevur fingið kokainið við sær.
Miami Vice-liðið kennir vitnið at vera
Jake Piersen, ein gamlan mann, sum fyrr
var Texas-sheriffur. Teir fara at leita
eftir honum. Tá ið teir standa andlit til
andlit, heldur Piersen, at Crockett er ein
narkohandlari og slær hann niður.
Mikudagin kl. 22.30:
Married with
Children
Al tekur Steve við sær, tá ið hann fer at
spæla poker. Eftir at hava hugt at í ein
tíma, biður Steve lova sær at spæla við.
Hann missir næstan beinanvegin eina
rúgvu av pengum, og Al verður keddur
— hvussu skal hann greiða Marcy frá
hesum? Men Al veit ráð
Hósdagin kl. 18.00:
Roy Holder, Lee Remick, Hywel Benn-
ett og Richard Attenborough
Enskur leikur frå 1972 við Lee Remick
og Richard Attenborough í hevuðsleik-
lutunum. Dennis og Hal eru tveir gav-
strikkar. Teir hava ikki stóra virðing fyri
nekrum og teir eru óðir eftir konufólki
eisini. Eisini royna teir altíð at vinna sær
pening skjótt. Og skjótasti máti er rán.
Bankin liggur við síðuna av jarðarferð-
skrivstovuni, har Dennis arbeiðir.
Mamma Hal liggur fyri deyðanum, so
ætlanirnar eru at leggja pengarnar í kist-
una hjá mammuni — tá ið mrs. McLeavy
doyr. McLeavy, tí hon hevur stóran
áhuga fyri pengunum hjá einkjumannin-
um. Men hon veit einki um, hvat dreing-
irnir ætla. Alt gongur sum ætlað. Tá ið
mamman liggur í kistuni, gera teir eitt
hol í veggin inn í bankan og ræna pengar.
Men so verður ikki rúm fyri bæði mamm-
un! og pengunum í kistuni
Hósdagin kl. 21.33:
Miami Vice
»Stolin børn«
Tá id Crockett og Tubbs kanna eitt við-
førisråm í einum flogfari, finna teir fimt-
an bern, smuglað úr Columbia. Maria
Escobar er saman við teimum. Hon er
komin til USA at leita eftir horvna barni
sínum. Nú tvey ára gamli sonur hennara
varð rændur fyri 16 mánaðum síðani.
Sorgarleikurin við barnahandli gerst
uppaftur sterri, tá skilst at trý bern ikki
kunnu bjargast. Tubbs setir seg í sam-
band við ein Vasquez frá columbiansku
sendistovuni og teir uppdaga okkurt løg-
ið við einum sakførara. Men so verða
Vasquez og ein kvinna frá sosialu mynd-
ugleikunum funnin deyð.