fríggjadagur 17. januar 1992síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 11 — 17. januar 1992
tíðindablaðið
Kunningaskriv
fra Tryggingar-
sambandinum
Um — årsskiftiå sendi
Tryggingarsambandid
Føroyar faldara i hvørt
hus i Føroyum. I hesum
faldara varð greitt frá,
hvussu tryggingin nú var
skipað, eftir at broytingar
vóru gjørdar innan akfars-
tryggingina.
Í sambandi við, at
broytingarnar í ávísan
mun ikki eru skiltar rætt,
og at tryggingartakarar-
nir hava nakar spurning-
ar, sum ikki eru nevndir í
faldaranum, sendir trygg-
ingin hesa frágreiðing um
broytingarnar, og um or-
søkina til broytingarnar.
Neydug broyting
Tær figgjarliga trongu tid-
irnar i samfelagnum hava
eisini sett sini spor å
tryggingarøkinum.
Tryggingargjøldini fyri
akfør minkadu i 1990 vid
kr. 3 mill., samanborið við
1989.
Henda minking helt
fram í 1991 og ektist fyri
hvenn mánað, og varð
mett út frá støduni, tá árið
var hálvrunnið, at tann
samlaða minkingin fór at
verða rættuliga umfat-
andi. Tá skaðarnir ikki
minkaðu tilsvarandi við
tryggingargjeldunum,
varð tað hildið at vera
óráðiligt bara at lata
støduna standa til, men at
okkurt måtti gerast fyri
at venda gongdini.
Høvudsorsøkirnar til
hesa
stóru minking eru
m.a.
— at eftirstødurnar øktust
— at nytekningar av bil-
um nærum steðgaðu upp
— at tryggingartakarar-
nir i størri og størri mun
lækkadu teirra skrokk-
trygging til tad lægst
møguliga
Tann samlada minking-
in i tryggingargjøldum
fyri akfarstryggingar var
fyri 1991 kr. 12 mill.
Hesar umsteður vóru
orsek til, at Tryggingar-
sambandið fór at endur-
skoða verandi akfars-
trygging. Ymsar skipanir
í grannalondum okkara
hava síðan verið kann-
aðar, við atliti til hver av
hesum skipanum er best
egna í Feroyum. Tann
skipan, sum er lýst í fyrr
nevnda faldara, er tann, ið
mett var sum tann fræg-
asta.
Broytingin
Tann gamla skipanin
kann lýsast á henda hátt:
Taka vit tveir bilar av
sama slagi og merki, har
tann eini bilurin er nýggj-
ur og hin bilurin er t.d. 3
ára gamal, so rindar tann
nýggi bilurin tryggingar
gjald eftir nývirðinum,
sum bilurin er skrokk-
tryggjaður fyri, men tann
3 ára gamli bilurin rindar
tryggingargjald eftir tí
skrokkhædd, sum trygg-
ingartakarin hevur niður-
sett tryggingarhæddina
til.
Hesir báðir bilar fáa nú
sama skaða, td. kr.
50.000,-. Fyri at umvæla
skaðan uppá tann nýggja
bilin, rindar tryggingar-
takarin í hesum feri eitt
hægri tryggingargjald
enn tann, sum hevur tann
3 ára gamla bilin.
Í Feroyum er steðan
tann, at uml. 70% av skað-
unum, sum henda, eru so-
nevndir partvísir skaðar,
t.v.s. restin — tey 30%
eru totalskaðar.
Hetta demið vísir tað
skeiva býtið, sum tann
gamla skipanin hevði við
sær. Við hesi nýggju skip-
anini er rættað uppá tað
skeiva býtið, soleiðis at
tryggingartakararnir nú
rinda tryggingargjald í
mun til teir skaðar, ið
kunnu henda, og ta skaða-
umvæling, sum stendst
av hesum.
Hevuðsbroytingin i
tryggingarskipanini er, at
akfør ikki longur eru
tryggjað við eini fastari
upphædd, so sum var í
gomlu skipanini.
Við tí nýggju skipanini
eru bilarnir bólkaðir upp í
5 bólkar.
Avgerandi fyri í hvenn
bólk bilarnir eru settir,
hevur verið stedd og ný-
virði á bilinum. Bilmerkið
hevur ongan týdning havt
í hesum sambandi.
Fyri hvenn av hesum
bólkunum er legd inn ein
vegleiðandi upphædd,
sum er nývirðið av bilin-
um + eitt åvist prosent-
tal, sum svarar fyri eini
øking av virðinum á bil-
inum, ið kann vera innan-
fyri tað fyrsta árið.
Samanborið við ta
gomlu skipanina, er ikki
longur talan um, at bilurin
er skrokktryggjaður fyri
eina ávísa upphædd, har
tryggingartakarin = setir
steddina á upphæddini,
men at bilurin við tí
nýggju skipanini er
skrokktryggjaður, og er
skyldan hjá tryggingini
við partvísan skaða, at
bilin aftur í sama
stand, sum áðrenn skaðin,
og við totalskaða, at end-
urgjalda skaðan til virðið
av akfarinum.
Fyri bilar, sum eru
yngri enn eitt ár, og har
skaði er sterri enn 50%,
veitir skipanin hesum bil-
eigarum nýggjan bil av
sama slagi og merki.
Somuleiðis ber henda
broytta skipanin eisini í
sær, at ein tryggingar-
takari ongantíð kemur í ta
steðu, at bilur hansara er
undirtryggjaður.
Leggjast kann afturat
her, at skipanin longu hev-
ur vart teir fyrstu trygg-
ingartakararnar fyri at
koma í slíka steðu, við
tað, at skaðar eru fráboð-
aðir, har bilurin eftir
gomlu skipanini vildi ver-
ið undirtryggjaður, av tí
at tryggingartakarin hev
ur lækkað skrokkhæddina
ov nógv, men við tí
nýggju skipanini, sum er
komin í gildi fyri hesar
bilar, eru hesir í tí steðu at
fáa fult endurgjald.
Í mun til skipanirnar
kring okkum, hevur
Tryggingarsambandið á-
sannað, at tað ikki er rætt,
at ein eldri bilur (sum er
eldri), skal rinda tað sama
í tryggingargjaldi sum ein
nýggjur (bilur).
Tí er innlegd ein skipan
um aldursfrádrátt av bil-
um fyri hvert ár, soleiðis
at Tryggingarsambandið
sjálvt nú niðurskrivar
virðið á bilinum, og harvið
verður tryggingargjaldið
sett í mun til niðurskriv-
ingina.
Virðið verður niður-
skrivað við ávísum pro-
senttali fyri hvert ár, og er
tann samlaða niðurskriv-
ingin, tá bilurin er eldri
enn 10 ár 57%, sett í mun
til nývirðið.
seta
Tryggingargjaldið
Tað var okkum púra
greitt, at umleggingin av
skipanini fór at hava stór-
ar hækkingar fyri summar
bólkar, og tí harmaði tað
okkum almikið, at verða
noydd at seta hesa skipan
í verk.
Sterst er hækkingin hjá
teimum, har skrokktrygg-
ingin hevur verið niður-
skrivað rættiliga nógv,
meðan hækkingin minkar
í sama mun, sum skrokk-
tryggingin ikki hevur ver-
ið niðurskrivað.
Sum demi kann nevn-
ast, at bilur frá 1983,
skrokktryggjaður fyri kr.
30.000,, eftir gomlu skip-
anini rindar kr. 466,- í
tryggingargjaldi á 11. av-
sláttarstigi.
Tryggingargjaldið fyri
henda bil, ið er í bólki 3.0
við sjálvábyrgd 0, verður
eftir tí nýggju skipanini á
11. avslåttarstigi kr. 707,-,
t.v.s. ein hækking uppá
52%.
Fyri nyggjan bil, sum
eftir gomlu skipanini var
skrokktryggjaður fyri kr.
178.000,-, hevði trygging-
argjaldið á 11. avsláttar
stigi verið kr. 1.165,-, með-
an tað eftir tí nýggju skip-
anini verður kr. 1.217,
t.v.s. ein hækking uppá
4%.
Fyri adrar tryggingar-
takarar eru tryggingar-
gjøldini lækkad, og er tad
serliga fyri bilar, at
skrokkvirðið eftir gomlu
skipanin stendur til eitt
hægri virði enn virðið fyri
tann bólk, hesir bilar
standa bólkaðir í, í nýggju
skipanini.
Hvat fæst fyri
tryggingargjaldið?
Eitt er at tosa um trygg-
ingargjald, og um tað er
hogt ella lágt. Ein annar
spurningur er, hvat er tað,
sum ein rindar trygging-
argjald fyri.
Í hesum sambandi
halda vit tað vera rætt
enn einaferð at vísa á,
hvat tryggingin bjóðar
tryggingartakarum sín-
um, og hava vit roynt at
greitt frá hesum
nevnda faldara.
í fyrr
Tryggingargjøldini
lækka i 1993
Héast fleiri tryggingar-
takarar = uppliva hesa
stóru hækking í 1992, er
vert at vísa á, at trygging-
argjaldið fyri teir trygg-
ingartakarar, sum ikki eru
komnir á 11. avslåttar-
stig, lækkar við hevuðs-
gjaldsdag í 1992, treytað
av, at eingin skaði hendir.
Tryggingarsambandið
hevur ongar ætlanir um at
broyta tryggingargjeldini
fyri 1993 og merkir hetta,
at tryggingargjaldið her-
umframt lækkar pr. 1]
januar 1993 fyri bilar
yngri enn frá 1981, í sam-
Síða 19
band við aldursfrádráttin
Fyri bilar t.d. frá 1991,
verður tryggingargjaldið í
1993 roknað eftir talvu
fyri 1990.
Eins og í 1991 kemur
Tryggingarsambandið um
miðjan desember 1992 at
rinda pening til trygging-
artakarar á 11. avsláttar-
stigi.
Rættleiðing
Tað harmar okkum at
skeivleiki er komin í á síðu
10 í faldaranum viðvíkj-
andi útrokning av trygg-
ingargjaldi fyri bilar eldri
enn 1983. Frádrátturin,
sum roknast skal út frá í
sambandi við hesar bilar,
skal vera soleiðis:
Aldursfrádráttur
Bilar frá:
1983
1982
1981
1980 og eldri
Vit vóna við
greiðing at hava svarað
tryggingartakarum okk-
ara uppá ivaspurningar,
sum kunnu standast av
broytingini.
hesi frá-
av 1988 talvuni:
Torshavn,
tann 15. januar 1992
Tryggingarsambandið
Feroyar
Bjartur Dalsgarð
Varastjóri