fríggjadagur 17. januar 1992síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
Nr. 11 — 17. januar 1992
Jóannes Rasmussen
29/2-1912 — 5/1-1992
Jóannes Rasmussen var
sum kletturin. Eingin
kundi renna hann um
koll. Likamliga og anda-
liga var hann sterkur
sum fáur. Men eisini
tann harðasti kletturin
máast. Hóast sterkur so
hevði Jóannesi verið eitt
sindur móður ta allar-
seinastu tíðina, men tað
var ein skelkur, at hann
sunnumorgunin 5. jan-
uar brádliga andaðist.
At Jóannes vaks upp á
Háskúlanum hevði av-
gerandi ávirkan á hans-
ara lív. Tað vóru tvey
evni, sum hevdu hans-
ara áhuga: náttúrufreðin
og føroyska málið. Faðir-
in, Rasmus, sum var
plantufreðingur, var eis-
ini sera kenur innan jarð-
freði og skrivaði fleiri
greinir um hetta evnið,
og jarðfreðin var so tað,
ið Jóannes valdi sum
yrki. Men stríðið fyri
móðurmálinum stóð
hjarta hansara eins nær
og jarðfreðin. Á háskúl-
anum gingu ungdómar
úr ellum landinum,
sjálvt frá teimum fjar-
skotnastu plássunum í
Feroyum komu ung at
ganga á háskúla. Frá
hesum ungu fólkunum
hevur Jóannes hoyrt
bygdamál úr ellum Fer-
oyum og hetta má vera
grundin til, at hann
kendi so mong sjáldsom
orð, sum als ikkk verða
nýtt longur. Tá vit
tosaðu um onkran tekst,
ið skuldi skrivast, so
kundi hann koma fram
við onkrum tílíkum orði,
eg ongantíð hevði hoyrt
áður og segði bara
„kennir tú ikki hatta, tað
er heilt vanligt orð<.
Tey 5 árini, Jóannes
arbeiddi sum skriv-
stovumadur á Skipafe-
lagnum komu honum
væl við seinni, hevur
hann sagt. Hann lærdi
alt um skrivstovuhald
og fyrisiting. Tað var
honum so avgerandi, at
alt, eisini tað formliga,
skuldi vera í ordan.
Hann gekk ein vetur á
Askov háskúla, sama há-
skúla, sum pápi hansara
hevði gingið á 1896—98
og so gekk leiðin til
Keypmannahavnar, har
hann eftir lokið stu-
dentsprógv fór at lesa
jarðfreði.
Tá hann varð liðugur,
fór hann so skjótt sum
til bar — í 1951 — heim-
aftur til Feroya. Hann
fór nú av álvara undir
stóra verk sítt: at gera
eitt nágreiniligt, jarð-
freðiligt kort yvir Feroy-
ar. Arbeiðið var so smátt
byrjað frammanundan
saman við góða vininum
Arne Noe-Nygaard, pro-
fessara, sum doyði í fjør.
Hann gjerdi sera neyvar
kanningar av tí fasta til-
farinum, sum Feroyar
eru gjørdar av. Ynski
hansara var at kunna
gera ein fullkomnan
tverskurð upp gjøgnum
alla fláaskipanina, frá tí
elsta, sum er Suðuroygg-
in upp til tað yngsta,
sum er Norðuroyggjar-
nar. Av tí at Suðuroygg-
in lá so langt burtur frá
hinum sterru oyggjun-
um, var tað ein trupul-
leiki at fáa samband
teirra millum. Jóannes
fann loysnina: hann
nýtti kolalindirnar í
Suðuroy, Mykinesi,
Tindhólmi og Vágunum
til at knýta Suðuroynna
saman við hinum oyggj-
unum og so bar til at
seta allar oyggjarnar
saman jarðfreðiliga.
Saman við Jóannesi
var næstan alla tíðina
Andrias Hejgaard, sáli,
sum tá las jarðfreði í
Keypmannahavn. Sjálv-
ur kom eg uppí í 1955,
meðan eg gekk í stu-
dentaskúla í Havn. Vit
tríggir fylgdust síðan
hvert einasta summar,
saman við skiftandi
donskum og føroyskum
lesandi. Hinir feroysku
studentarnir vóru Rolf
Guttesen, Sólbjern Ja-
cobsen og Michael
Matras. Hesi årini frå
1955 til uml. 1964
standa fyri mær sum tey
stuttligastu, mest
åhugaverdu og læruriku
í mínum lívi. Jóannes
var so vitugur, vitandi
og fullur av tonkum og
hugskotum og hann var
gávumildur, tá galt um
at geva vitan frá sær.
Arbeiðið at fylgja ávís-
um homrum oyggj úr
oyggj var drúgvt og
stundum trupult, men
hetta strævna arbeiðið
fekk ein enda og í 1969
kom so kortið út i stødd-
ini 1:50.000 saman við
tekstbindi, ið gjølliga
greiddi frá ellum viður-
skiftum Føroya jardfrødi
vidvikjandi.
Í fimti-årunum var
stórur áhugi fyri at seta
rættuliga kolavinnu á
gongd. Spurningurin
var, hvussu nógv kol var
til. Eldri tel vóru sera
ymisk, tey elstu søgdu
uml. 14 mill. tons, nekur
yngri 150 mill. tons og
uppaftur aðrar metingar
lógu um 50 tons. Jóann-
es fór undir eina ná-
greiniliga kanning av
hesum spurningi og m.a.
læt hann seg lesa niður í
bergið á fleiri stoðum
vestantil á Suðuroynni
fyri at máta tjúkdina á
kolalindunum. Hann
staðfesti, at tann at-
komiliga kolanegdin er
uml. 12 mill. tons. Hetta
var mett at vera ov lítið
til at stór kolavinna
kundi setast í gongd.
Í 1955 varð Feroya
Náttúrugripasavn sett á
stovn av einum samdum
løgtingi. Hetta var verk
Jóannesar. Grundarlag-
id undir framsyningun-
um var stora fuglasavn-
ið, sum Petur og sonurin
Niels å Botni høvdu
gjørt, plantusavnid hjå
Rasmus Rasmussen og
grót- og steinsløg, sum
Jóannes sjálvur hevði
savnað. Jóannes varð
sjálvandi leiðari av savn-
inum og hann sat einsa-
mallur vísindamaður til
1980, tá hann segði
hetta starvið frá sær.
Tá jarðfreðiliga kortið
var liðugt, fór Jóannes
undir eina aðra stóra
uppgávu. Hann vildi
kortleggja havbotnin
kring Føroyar. Fyrst
kom eitt kort yvir hav-
botnin ut å 100 metra
dýpi og i 1977 kortið, ið
vísti botnin út á 200
metra dýpi. Endamálið
var at skapa eitt grund-
arlag undir komandi
jarðfreðiligum rann-
sóknum á og undir hav-
boininum. Um tað
mundið var áhugin fyri
at kanna hesi viðurskifti
enn á byrjunarstigi.
Danmarks geologiske
Undersegelse setti ein
mann burturav at gera
seismiskar kanningar og
seinni hevur hetta vund-
ið upp á seg. Jóannes
fekk eisini savnað eina
rúgvu av leysum stein-
um upp av botninum.
Steinarnir vórðu kann-
aðir og greinir skrivaðar
um, hvat teir kundu siga
um ísgongd og tílíkt,
sum eg ikki skal fara út í
æsir við her.
Viðurskiftini undir
seinastu ístíð uppi á
landi hevði eisini áhuga
Jóannesar og saman við
Gunni Jørgensen ferðað-
ist hann kring oyggjar-
nar fyri at kanna istidar-
fyribrigdi og i Fróð-
skaparriti løgdu tey
bædi fram eitt kort, id
sýndi, hvussu ísurin
hevði gingið á teimum
ymsu steðunum í Feroy-
um.
Í 1980 og 81 var
Jóannes aftur í gongd
við stórum tiltaki. Hesa
ferð við dýpdarboring-
unum í Vestmanna í
1980 og í Lopra í 1981. Í
Vestmanna komu teir
660 m niður og m.a.
funnu teir har kolalind-
ina úr Suðuroy aftur,
hóast hon var sera tunn
á tí staðnum. Boringin í
Lopra gekk nógv longur
niður. Jóannes vónaði at
koma niður um basalt-
fláirnar, so greiði kundi
fáast á, hvat okkara
undirlendi er. Teir komu
meira enn 2 km niður,
2178 m, men tilfarið var
alla tíðina basalt, so
spurningurin, hvat er
undir basaltinum er enn
ósvaraður. Úr boriholin-
um kom nakað av gassi
upp og gav sostatt eina
ábending um, at gass og
olja var við Feroyar.
Sum altíð, tá Jóannes
hevði gjørt eina rann-
sókn, syrgdi hann fyri,
at arbeiðið varð gjert
liðugt og eitt arbeiði var
ikki liðugt fyrr enn frá-
greiðing var skrivað og
almannakunngjred.
Hann og Arne Noe-Ny-
gaard útgóvu eina bók
um hesar boringar har
ymiskir serfreðingar
skrivaðu hver um sítt
evni. Jóannes plagdi
altíð at siga, at um ein
granskari ikki skrivar og
greiðir frá sínum arbeiði,
er tað einki vert. Sjálvur
skrivaði hann nógv,
fleiri bøkur og ein hóp av
greinum.
Um Jóannesar leiklut,
tá Fróðskaparfelagið og
seinni Fróðskaparsetrið
vórðu stovnað hevur
Jóan Pauli Joensen
greitt væl frá í minning-
argrein og skal eg tí ikki
nema við tað.
Verja av feroysku
náttúruni var eitt hjarta-
mál hjá Jóannesi. Hann
sat leingi í Yvirfriðingar-
nevndini, frá tí, hon var
stovnað í 1971 til hann
legði frá sær vegna ald-
ur. Hetta var og er eitt
rættuliga ótakksamt ar-
beiði, tí friðngarmynd-
ugleikarnir verða av
mongum roknaðir sum
ein kleppur, ið bert forð-
ar fyri vinnuligum fram-
burði her á landi. At
náttúrufriðing er arbeiði
fyri framtíðina og fyri
eftirkomarar okkara, eru
tað tó alsamt fleiri sum
duga at skilja.
Politiskt vildi Jóannes
ikki setast í bás og
hverjum flokki ella
flokkum hann atkveddi
fyri, veit eg ikki, men
stevnumiðið frá jóla-
fundinum í 1888 »at før-
oyingar skulu ganga
fram í øllum lutum«
gjørdi hann til sitt mål
og hann virkaði so
dyggiliga fyri hesum,
sum fáur annar.
Sum nevnt stovnaði
Jóannes Føroya Nát-
túrugripasavn í 1955 og
hann var til tað seinasta
virkin á stovninum.
Hann var til arbeiðis
hvenn einasta dag og
fylgdi við í ollum, ið fyri-
fórst á savninum og
hann segði til, um okk-
urt var, honum ikki
dámdi. Men fyrst og
fremst var hann ráðgev-
in, ein altíð kundi fara til
og leita sær góð ráð frá,
umframt mangt prátið
um jarðfreðilig ella onn-
ur evni. Hann giftist í
1942 við Ingeborg og
tey fingu 5 bern.
Persónliga havi eg ó-
metaliga nógv at takka
Jóannesi fyri: vegleið-
ing, góð ráð og dyggan
stuðul, tá á stóð og
mangar hugnaligar og
skemtiligar letur. Eg og
vit ell á Náttúrugripa-
savninum fara at sakna
Jóannes, henda sjåld-
sama mannin, sum var
so gávuríkur. Hann gróv
ikki talentirnar niður,
men læt tær arbeiða.
Hann verður mintur
við virðing og takksemi.
Jóannes Jóhansen
AKA ———
—— EH—
A —— —