týsdagur 21. januar 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A a
Nr. 13 — 21. januar 1992 |
Innbrot í
Skálavík
Einaferð í seinastu viku
millum sunnudagin og
mikudagin, politiið í
Sandoynni veit ikki
nær, er brotið inn í eini
sethús í Skálavík.
Teir óbodnu gestirnir
eru ikki farnir ríkir av-
stað aftur, tí einki er
horvið í húsunum.
Politiið sigur, at fólk
býr ikki fast í húsunum.
jústinus
Seinur
strandingur
Sunnumorgunin fór
ein bilur útav Innan
Glyvur á Strondum. A
middegin fekk politiið
fráboðan um óhappið.
Ongin persónskaði
hendi, men bilurin fór
nakað. Ferðsluóhapp
skulu boðast frá bein-
anvegin og hevur ein
koyrt við kenning
verður roknað fram til
promilluna, tá bil-
førarin koyrdi seinast.
jústinus
Breyt
nøsina
Klokkan 07:10 i
gjåramorgunin hendi
eit ferðsluóhapp á
Rókarvegnum í Salt-
nesi. Ein kvinna koyr-
di av Toftum og
inneftir. Hált var og
kvinnan misti tam-
arhaldið á bilinum.
Hon koyrdi yvir í
vinstru síðu og rendi
frontalt inní ein annan
bil. Gentan breyt ngs-
ina, annar fekk ongin
annar skaða.
jústinus
Onki
hash
Tollvaldið í Vágunum
hevur er ikki komið
fram á ferðafólk, sum
hava roynt at smugla
hash ul Føroya í ár.
Anars hevur politiið
í Vágunum havt eitt
fridaligt vikuskifti, har
hendi einki, sum
tórvaði = politisins
hjálp. Mánamorgunin
hendi eitt lítið
ferðsluóhapp i
Sandavågi. Ongin fekk
skada.
justinus
Síða 3
Saltfiskalínubátarnir hava tikið salt. Teir liggja klárir at fara til New Foundlands,
men bíða eftir at sáttmálatrætan er av. Mynd: Jan Muller
Samfelagið
blødir
Lógtingið leggur nú
uppí sáttmálatrætuna
millum yvirmannafeløgini og Reiðarafelagið
Samfelagið blødir, høv-
udsvinnan, fiskivinnan
liggur næstan still og ein
norskur trolari fyllir seg
vid upsa undir Føroyum.
Gólvini á flakavirkjunum
eru turr og telefonupp-
boðssglan slær met, aftaná
hvgrja setu hjá útróð-
rarbátunum.
Á landstýrisfundi í
gjáramorgunin avgjørdi
landstýrið at leggja eitt
lógaruppskot fyri tingið
sum gjørdi enda á
sáttmálatrætuni. Við í
uppskotinum er millum
annað ein loysn á frítið-
arlønini, sum fiskimanna-
felagið hevur tvihildid
um, skal ganga gjøgnum
teirra felag. Eisini er ein
loysn á prísískoytinum til
fisk.
Peanuts
Onøgdin við sáttmála-
trætuna gerst alt stórri
millum fiskimenn og
eisini yvirmenn.
Hildið verður, at tað eru
smápengar ósemjan snýr
seg um og tað kann flotin
ikki liggja fyri.
Atli Dam segði leygar-
dagin við útvarpið, at nú
høvdu partarnir havt
tríggjar vikur til at finna
eina loysn og einki var
hent, tí leggur landstýrið,
sum jú hevur meiriluta á
tingið uppí.
Partarnir hittust fríggja-
kvøldid og fundaðust til
leygarmorgunin, men
langt var millum
partarnar. Reiðarafelagið
kundi góðtaka
byggileikur
á tvær av teimum
stóru eskjunum á 16
m við hús-
um/havnalagi í
hverjum vinningi.
semingsuppskotið hjá
semingsmanninum, Juli-
onnu Klett, men yvir-
mannafeløgini søgdu
bums nei.
justinus
KLIKO, v/ Årna Hansen, Torshavn
Sandoyingur slapp væl:
1600 pund
omanyvir seg
Hósdagurin í seinastu viku
kundi verið ein feigdardagur
fyri ein sandoying, sum koyr-
ir ein av lastbilunum hjá
Strandferðsluni.
--Okkurt var galið
við lyftuni aftanfyri á
bilinum. Tað er hend-
an lyftan teir brúka til
at lyfta plattar og góðs
úr og í bilin. Maðurin
fór undir lyftina, hann
loysti eina oljutrýst-
slangu, men hetta var
skeiv slanga. Trykkið
fall og lyftan kom
niður yvir mannin,
sigur Jógvan E. Ósá,
sýslumaður á Sandi.
--Maðurin kláraði at
fáa yvirkroppin undan
lyftuni áðrenn hon
steðgaði. Hann var
ótrúðliga heppin
Hann fekk lyfuna nið-
ur yvir undirlívið.
Men lyftan steðgaði,
tá hon var 20 senti-
metrar yvir vegnum,
so maðurin kleimdist
ikki álvarsliga, sigur
sýslumaðurin.
Maðurin fall í óvit
og misti ondina. Fólk
kom beinanvegin á
staðið. Tey fingu
mannin leysan, hann
hevði ikki fingið
skaðað. Tó gramdi
hann seg um
høvudverk Maðurin
fór aftur ul arbeiðis í
gjár.
jústinus
Aftaná Smokie konsert
Sovnadi
meðan
hann koyrdi
Klokkan 04:30 sunnu-
morgunin var ein
persónbilur úr Eyst-
uroynni staddur Mill-
um Fjarða. Hann var
komin úr Havn.
Ferðin norðureftir
oynni hevði gingið
væl og eisini teinurin
gjøgnum Sundalagið
og gjøgnum tunnilin.
Men tá bilurin
nærkast Oyndfjarðar-
vegnum er eydnan
ikki longur við bil-
føraranum. Hann
dúrar og sekund eftir
bóltar bilurin runt
tvær reisur áðrenn
hann steðgar nakað
niðanfyri vegin.
Konurnar
fáa frið
Húsaófriður er ikki
vanligur í Eystur-
oynni. Í hvussu er
verður poluð ikki ofta
fráboðað. Síðan
Seks fólk vórðu í
bilinum, men tey
fingu ikki stórvegis
skaða. Vakthavandi
kommunulækni kom
á staðið, hann helt
ikki tað verða neyðugt
at leggja nakran inn.
Bilførarin gekk
sjálvur út í Skálabotn,
har hann fekk boðað
frá. Hann kom í
Skálabotn ein hálvan
tíma aftaná at bilurin
var farin útav. Mað-
urin er ikki
skuldsettur fyri at
hava koyrt við
kenning.
jústinus
nýggjárið hevur poli-
tid ikki fingið nakra
fráboðan um húsa-
ófrið. Men um høg-
tíðina var nakað, sigur
vakthavandi á pol
iustødini í Runavík.
jústinus