týsdagur 21. januar 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
er
Toppdysturin,
ið hvarv
Sunnukvøldid vard lagt upp til toppdyst å Hålsi
millum fremsta og triðfremsta liðið í 1. deild hjá
monnum, Kyndil og VIF. Men toppdysturin var
eitt lítið sindur spennandi í fyrra hálvleiki, so
var einki eftir. Spælið var harðligt, uttan tó á
nakran hátt at verða revsad av dómarunum
Kyndil-VIF, 1. deild menn,
14-9 (6-4)
Kyndil: Dia Midjord 5, Hall
ur Stórá 3, Jónlé if Se Ísker 2
Birgir Hansen 2, Bárður Jo
hannesen I
Petur Petersen I
VÍF: Ingi Olsen 3, Bent J
Hansen 3, Jóan P. Olsen 2
Rågvi Nielsen I
Ávaringar: Kyndil 3, VIF 4
Utvisingar: Kyndil 1, VIF 1
Blødini og útvarpið høvdu
øll undan dysunum sunnu-
kveldið fortalt um topp
dyst á Hálsi millum
Kyndil og VÍF, so ti
høvdu liðini bæði ikki sørt
at liva upp til.
At tað so ikki eydnaðist
serliga væl, er
tíverri einki
minni enn sannleikin um
henda sokallaða toppdyst.
Tað mest positiva, ið
sigast kann um dystin, er
at hann savnadi nógv fólk.
Ikki færri enn 700 áskoð-
arar vóru komnir at hyggja
— Oivad teir flestu við teirri
vón, at nú vestmenningar
kanska fóru at fylgja koll-
firðingum á baki og vinna
á Kyndli.
Ein »dyrur drongur<
At vestmenningar hava
hugsað tað sama, sást m.a
á, at teir ul hendan dystin
høvdu fingið ein spælara
úr Danmark ul Føroya
Hjalmar Klein Olsen, 10
annars spælir við einum av
fremstu liðunum í vestaru
2. deild í Danmark, var
komin upp at spæla við
VIF, men teir pengarnir
kundu óivað verið farnir
betri, tí hann ikki so frægt
sum skjeyt nakað mál, hó-
ast hann taldist millum teir
vestmenningarnar, ið
spældu frægast.
Vantandi avbjóðing
At Kyndil ikki spælir
eins væl í ár, og teir eitt nú
gjørdu í fjør og hava gjørt
hesi seinnu árini, er eingin
loyna. Ein orsøk kann vera
vantandi avbjóðingar her á
landi, har Kyndil liggur á
einum væl hægri stødi enn
hini liðini. At teir so verða
lúrdir av onkuntíð, har
okkurt av hinum liðunum
Nr. 13 — 21. januar 1992
við stórari konsentratión
og øllum hugsandi snild-
um megnar at taka eitt ella
- sum KÍF — bæði tvev
stigini frå Kyndli, er
nakað, ið altíð kann henda.
Vestmenningar megn-
aðu ikki at skapa sensa-
tiønina sunnukvøldid. Teir
satsaðu ikki uppá ein góð-
an og sterkan liðinnsats,
men at hvør spælari sjålv-
ur skuldi strida seg til sitt
og so royna at fåa
sumfrægast burturúr.
Lótu ikki verjuna upp
At spælið hjá vestmenn-
ingum gekk úr einari síðu í
aðra, sást næstan ikki, og
tað vóru stórt sæð bert
Ingi Olsen og Bent Jákup
Hansen, ið royndu seg
sum skjúttar, men tað var
uttan hjálp frá nøkrum
gðrum. Tað kom sostatt
næstan ikki fyri, at VIF
hevði eina kvalifiseraða
roynd at lata Kyndla-
verjuna upp fyri at sleppa
onkrun igjøgnum.
Og er Kyndla-verjan
ring at koma igjøgnum hjá
teimum, ið megna at gera
hol í, so er hon ikki lættari
Ingi Olsen sendir
bóltin móti málinum.
Mynd: Hilmar Jan
at hava við at gera, tá júst
»tta ikki verður roynt.
Verjan var nevniliga
størsta styrkin hjá Kyndli.
Serliga væl gekk hjá eitt
nú Petur Petersen at dekka
Jóan Paula Olsen hjá VIF,
sum at kalla einki fekk
burturúr. Jóan Pauli var
stórt sæð eisini tann
einasti hjá VIF, ið
onkuntíð kundi finna uppá
at strúka framvið
verjugarðinum hjá Kyndli,
og tá tóktist tað mest vera
í frustratión fyri at sleppa
sær av við uppdekkaran.
Vakrasta málið
Álopið hjá Kyndli rigg-
aði eisini væl, hóast torført
var at sleppa igjøgnum
VIF-verjuna til tíðir, men
so vidhvørt komu målini
mestsum uppå stripu. Dia
Midjord royndist sum tann
mest skorandi madurin å
Kyndla-liðnum, og taldust
millum fleiri av hansara
málum rein langskot, ið
ikki vóru nortin av
nøkrum VÍF'ara, áðrenn
tey sótu í netinum.
Besta málið í dystinum
átti Birgir Hansen í seinna
hálvleiki, tá hann ta einu
ferðina fekk fatur á knapp-
ari avlevering innum VIF-
verjuna frá Dia, ið eins
knapt hevði fingið bóltin
Dia Midjord, ið var
toppskjútti hjá Kyndli,
verður her steðgaður
av VIF-verjuni
Mynd: Hilmar Jan
frá Jónleifi. Tá Birgir fekk
fatur á bóltinum, var hann
longu lopin av strikuni, so
alt hendi í tí leysu luft.
Demingin alt ov lin
Málini í dystinum vóru
fá í tali — kanska var tað
alt ov linu dømingini fyri
at takka. Eingin varð
veruliga revsaður fyri
nakað. Tilsamans vóru
tvær uivisingar í øllum
dystinum — ein til hvort
liðið — men tað var alt ov
lítið í mun til tað harða og
til tíðir ljóta spæl,
áskoðararnir vóru vitni til.
Sama gjørdi, hvat hendi,
so varð alt við tað gula
kortið — og tað var alt ov
lítið!
Nei, tann stóri dysturin
gjørdist >toppuppgerðin<
millum Kyndil og VIF
ongantíð. Ti gjørdist års-
ins størsta åskodarafjøld
eisini ein svikin áskoðara-
fjøld. Tey, ið hildu við
Kyndli, vóru sjálvsagt
glað fyri stigini, men dyst-
in gera tey best í at
gloyma sum skjótast.
hj.
Í
2
|
5
£
|