Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 týdningarmikið X stýringsamboð Fíggjarlógin er eitt týdningarmikið stýringsamboð hjá politik- arum og kann nýtast sum eitt samfelagsbúskaparligt amboð, ið kann ávirka eitt nú arbeiðsloysið, gongdina í teim einstoku vinnugreinunum, gjaldsjaunan og samfelagsgjaldforið. M.a. hetta sigur Búskaparráðið í síni frágreiðing til foroyska almenn- ingin. Vit prentaðu herfyri ein part av frágreiðingini hjá Bú- skaparráðnum og halda fram í dag við einum parti av umrøduni av fíggjarlógini sum samfelagsbúskaparligt amboð. Fíggjarlógin hevur týdn- ing í samfelagsbúskapin- um, bæði tí landið nektar ein part av tí tervi, borg- ararnir í samfelagnum hava, og tí at virksemið hjá landinum í stóran mun hevur týdning fyri tað pri- vata virksemið — og har- við fyri tað samlaða virksemið í samfelagnum. Hetta síðsta ger, at fíggjarlógin kann nýtast sum eitt samfelagsbú- skaparligt amboð, ið kann ávirka eitt nú arbeiðs- loysið, gongdina í teim einstøku vinnugreinun- um, gjaldsjavnan og sam- felagsgjaldferið. Har eru tó nógvar bind- ingar við, at nýta fíggjar- lógina sum amboð. Ein kann t.d. rokna við at sparingar oftast hava við sær ein bata á gjalds- javnanum, men sam- stundis eisini eina eking av arbeiðsloysinum. Somuleiðis merkja spar- ingar, at ikki allur tann tørvur, ið var nektaður av landskassanum, longur verður nektaður. Tvídráttur er sostatt millum tey mál, ið verða sett fyri búskaparpoli- tikkin, og tí er neyðugt at velja í hvussu stóran mun, tey ymsu málini skulu fremjast. Fíggjarlógin sum amboð Meguleikar eru fyri, at nýta fíggjarlógina sum amboð til at avmarka nýtsluna. Hetta er væl- kent frammanundan. Eitt nú bundin uppsparing, tollhækkingar og skatta- hækkingar hava verið nýtt við hesum fyri eyga. Treytin fyri at tiltekini virka eftir ætlan er, at inn- tekuhækkingarnar hjá landskassanum ikki fara út aftur sum hægri út- reiðslur hjá landinum. Nakað líknandi árin, sum inntekuhækkingar til landskassan hava á upp- sparing í samfelagnum, hava sparingar hjá lands- kassanum. Treytin er her, at sparingarnar ikki verða nýttar sum grund fyri at lækka inntekusíðuna. Tað er ikki meguligt hjá landsstýrinum at bera stór hall, tí tað verður ikki gjørligt at figgja hallið í longdini. Ber tað ikki til at økja inntøkurnar, fyri at fáa hallið burtur, so er tað tvingandi neyðugt at fremja sparingar. Í tílíkari steðu verður tað kanska ikki altíð meguligt at finna fram til tær rætt- astu sparingarnar. Tí hevur tað stóran týdning at fáa sett í verk heildar- metingar av utreidsluøkj- um, fyri å tann hått at finna åtav, hvat best kann verast fyri uttan og hvat ikki kann verast fyri uttan av almennum tæn- astuveitingum. Endamål- id eigur at vera, at reka tær almennu tænastuveit- ingarnar so dyggiliga og biliga sum gjørligt, og at sleppa undan at skera javnt å øllum økjum. Sparingar á fíggjarlóg- ini hava minkað um keypsorkuna, og uttan at taka steðu til hverjar sparingar eru meir ella minni skilagóðar, so eru hesar sparingar ein neyð- ugur partur av royndun- um at fáa ein positivan gjaldsjavna. Tær almennu útreiðslur- nar í Feroyum eru á nekr- um útreiðslum økjum væl sterri enn í grannalondum okkara. Hetta eigur at verða ein tilskunding til at eftirkanna um útreiðslur- nar eru á einum hóskandi steði á ymsu økjunum. Almennar inntøkur og útreiðslur í 1988, útroknaðar pr. 48.000 íbúgvar Nr. 13 — 21. januar 1992 Danmark |- Føroyar oreg | Vanligar samfelagstænastur 204 323 114 202 | | Verja og Vaktartænasta 27 149 85 68 | Løgregia, rættarverk o.t. (0) 76 (0) 243 | | Útbúgving 449 494 321 444 | | Heilsuverk 376 377 449 521 | Almannaverk 930 .570 401 1.322 | | Íbúðarmál og nærumhvørvi 34 61 61 70 | | Mentan, frítið og átrúnaður 92 - 108 145 89| | Orka -10 17 86 21| | Primervinnur 535 121 202 179 | | Sekundervinnur 105 128 18 28 | Samferåsia | 454 139 179 206 | Vinnulív annars 224 (0) 37 94 Rentur og annad 315 549 228 280 Ósundubýttar útreiðslur 27 0 73 11 Utreidslur/48.000 íbúgvar 3.762 4.112 2.399 3.779 Inntøkur/48.000 (bugvar 3.424 4.143 2.192 4.137 Fyrivarni: Av tí at útreiðslurnar ikki verða flokkaðar heilt eins í ymsu londunum, er ikki beinleiðis sambæri millum telini, men tikið sum heild siga tey nakað um útreiðslusteðið Fíggjarlógin kann ávirka ta vinnuligu gongdina. Her kunnu fleiri spurningar setast. Kann skúlaverkið t.d. út- vega sær útbúgvingar, sum tann vinnuliga menn- ingin hevur brúk fyri. Vinnustudningar ávirka ikki bara ta vinnu, ið fær studningin, men eisini aðrar vinnur og aðrar partar av búskapinum. Kunnu teir brúkast í eini heild til at lúka framtíðar krev? Eru tær almennu ílegurnar í samsvari við tær avbjóðingar, sum vit hava frammanfyri okk- um? Soleiðis kann tað verða hildið fram. Uppskot til fíggjarlóg 1992 Á UFL 1992 verða inntek- urnar ætlaðar til 2.591 mió. kr. og útreiðslurnar til 2.679 mió. kr., herav 288 mió. kr. til iløgur. Úr- slitið aftan á rakstur og ílegur verður sostatt ætl- að til eitt hall upp á 88 mió. kr. Umframt hetta hallið roknar landsstýrið við einari nettogjaldferis- frágongd, vegna avdráttir upp á lán og útlán, upp á 305 mió. kr. Væntadi samlaði bruttulántervurin í 1992 verður tískil 413 mió. kr. Við árslok verður samlaða lánskuld lands- kassans ætlað til 2.140 mio. kr. við ongum tiltaks- gjaldferi. Í mun til FL 1991 (í- roknað uppskot við eyka- fíggjarlóg) eru inntekur- nar ætlaðar 67 mió. kr. sterri, rakstrarútreiðslur- nar eru ætlaðar 288 mió. kr. minni og íleguútreiðsl- urnar 18 mió. kr. minni. Tískil verður úrslitið í 1992 ætlað til 374 mió. kr. betri enn í 1991, har tað Ísland | N Búskaparráðið er sera hent amboð hjá figgjarnevnd og fíggjarmálaráðnum í Tinganesi. Á myndini Jógvan Sundstein fíggjarmálaráðharri og Jørgen Thomsen, figgjarnevndarformadur. var ætlað til eitt hall upp á 484 mió. kr. Tað er sjálvandi sera trupult at meta um upp- skotið fyri 1992, men tað tykist heldur bjartskygt at rokna við inntekufram- gongd í mun til 1991. Ger ein ikki tað, so má tann ætlanaða upphæddin fyri skatt og toll setast niður við 5%, te. við umleið 90 mió. kr. Útreiðslusíðan tykist at vera rættiliga rímiliga ásett, tó eru effek- tiv veðhald helst undir- mett. Lántervurin viðvíkjandi 1992 er, sum omanfyri nevnt 413 mió. kr., men harumframt skulu eisini fíggjast: 106 mió. kr., sum er hallið á eykafíggjar- lógini fyri 1991, 25 mió. kr. í avdráttum viðvíkj- andi 1991 og einar 30 mió. kr. til tær seinastu út- gjaldingarnar í upphøgg- ingarstuðli, sum eru játt- aðar av grunninum til upphegging. Fíggjarlógirnar fyri 1991 og 1992 eru eðrvísi uppbygdar enn undanfar- in ár. Í staðin fyri at játta í grunnar til seinni nýtslu, verður nú arbeitt við iløguætlanum og raðfest- ing av ílegum, meðan iløg- ur í árinum verða játtaðar á fíggjarlógini. Broytingin ger, at fíggjarlógin kann brúkast sum gjaldføris- ætlan, og hetta hevur eis- ini gjørt tað meguligt at arbeiða við heimildum til heildarlánteku. Broytingarnar gera bæði fíggjarlógina og Í en ORK UR rr VE Se