Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. januar 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ti skulu vit hava monopol -Tað er ikki monopolinum sum so nakað er galið við. Monopolið er einasta borganin fyri føroyskum sjálvsavgerðarrætti á tryggingarøki- num. Men tað, sum er galið, er mátin soleiðis sum Tryggingarsambandið Føroyar verður rikið, innanfyri karmarnar av monopolinum skrivar Jóanes N. Dalsgaard m.a. í Sjónarmið í dag Seinastu árini hevur við jøvnum millumbilum verið at sæð og hoyrt ónegd í sambandi við trygging í Føroyum. Henda ónegd hevur fyri tað mesta snúð seg um tryggingargjeld, men eisini, og serliga í sein- astuni, um framferðar- hátt í sambandi við set- húsatrygging. Um tryggingargjeldini hevur verið fort fram at tey hava verið ov heg, og serliga tá talan hevur verið um biltryggingar. Um sethúsatryggingar- nar hevur verið sagt, at tryggingarhátturin er lumpin og at fólk — tá teimum veruliga terva endurgjald fyri skaða av einumhverjum slag — ikki kunnu fáa eitt oyra, tí at tey ikki hava tryggjað ímóti tí ávísa skaðavoldaranum, tað verið seg vindi, regni, toru ella eðrum. »Dekan monopoli tað tila Sum loysn á trupulleik- anum hevur ofta verið fort fram, at tryggingin i Føroyum skal avmono- poliserast. Og hver veit, kanska hava tryggingar- vidurskiftini i Føroyum verid vidvirkandi til, at >monopol< i dag er eitt illavorðið orð i føroysk- um. Nú er tað soleiðis, at kjakið um monopol ella ikki ofta endar í politiskt litaðum brigsli, men eitt er vist, og tað SJÓNARMIÐ | er at trygging hava vit oll tørv á so ella so. Ti átti, áðrenn farið varð at klandrast um hegra ella vinstra, at verið hugt at hvat tryggingartakaran- um tervar. Trygging er samanhald Tryggja okkum gera vit fyri at vit, um ólukkan hendir okkum, ikki skulu standa eftir á ber- um. At vit ikki gera hetta hver sær, men saman í felag hevur við sær, at samlaða upp- hæddin at standa ímóti við verður sterri, og tí- skil lættari kann fíggja miss hjá tí einstaka. Hetta er sostatt ein soli- darisk — ella samhalds- fost (eisini eitt ljótt orð) — skipan, sum hevur til endamáls at verja tann einstaka. Ein skipan, har øll gjalda sin part fyri i felag at studla ti, sum er fyri 6happi, og ein skipan, har tann, sum er fyri 6happi, verður stuðlaður av øll- um hinum. Nú er tað ju tíbetur so, at vit minni enn so øll nakrantíð fáa brúk fyri at fáa útgoldið trygging, men kortini standa vit saman, tí vit vita, at tað kann henda oll. Frí kapping — verri sømdir Hetta endamálið ljóðar jú so ljósareytt og hevði eisini verið tað, um ikki vanliga ræðslan fyri at koma illa fyri gjørdist ein handilsvera sum hon nú er. Tryggingarfeløg og handilsfyritøkur, sum hava til endamáls at selja fólki fíggjarliga trygd. Men eins og allar aðrar handilsfyritøkur skal tryggingin geva vinning, ikki einans til at standa ímóti við, men eisini til eigararnar at býta. Nú er eyðsæð, at eigararnir vilja hava sum mest burturúr, t.e. so stóran vinning sum gjørligt, og tí er umráð- andi at útreiðslurnar t.e. endurgjeldini — eru so lágar sum gjørligt. Tískil fer tryggingarfyri- tøkan at leggia seg eftir ikki at tryggja tað, sum stórur vandi er fyri at missa pening uppá, t.d. bilar og seyð. Og júst hetta er vandin, tá vit fara at tosa um fría kapping á tryggingar- marknaðinum. Tá stjór- in í Fossbankanum í sjónvarpinum var spurd- ur um teirra ætlanir við- víkjandi tryggingarvirk- semi, segði hann, at tað sum teir ætlaðu at leggja seg eftir var júst lágrisiko tryggingar. Prinsippið er gott Sum steðan er í Fer- oyum í dag, so kann tryggingin ikki nokta at tryggja t.d. bilar og seyð. Heldur ikki kann hon nokta at tryggja fyri fólk, sum kanska hava verið tryggingini dýr. Um hetta var eitt dømi í Danmark fyri nekrum fáum árum síð- ani, tá eini hjún ikki fingu tryggjað hús síni, tí at tvær ferðir innan- fyri eitt áramál vóru hús teirra brend í grund. Hesi hjúnini vóu trygg- ingarfeløgunum ov dyr, úrslitið varð at tey — orsakað av føabodanar- avtalu tryggingarfelag- anna millum — onga- staðni sluppu at tryggja, hetta sjálvsagt tí at tey vóru ein hóttan ímóti profittinum. Tískil vórðu tey koyrd út í kuldan. Sama kundu vit hugsað okkum hendi í Feroyum, um frí kapp- ing var her. Fólk í Sumba hevdu kanska ikki sloppið at tryggjað síni hús eftir ódnarveðr- ini, sum verið hava, tí at Sumba er so veðurhart pláss. Neyvan er tað slíka skipan, vit ynskja okkum. Trygging til oll Í Føroyum hevur Trygg- ingarsambandið Feroyar monopol uppá trygging- ar. Men hetta merkir samstundis, at Trygg- ingarsambandið Feroyar ikki kann nokta nekrum at tryggja á jevnum feti við ein annan. Trygging- in hevur ikki loyvi til at gera mun á fólki, alt eftir um tað loysir seg at tryggja fyri tey ella ikki kapping, so ræður hver Er talan um fría tryggingarfyritøka sjálv fyri hvenn og hvat hon vil tryggja Politikarin vaskar sær um hendurnar Hetta átti at víst, at tað ikki er monopolinum sum so nakað er galið við. Monopolið er ein- asta borganin fyri fer- oyskum sjálvsavgerðar- rætti á tryggingarekin- um. Men tað sum er galið, er mátin soleiðis sum Tryggingarsam- bandið Feroyar verður rikið, innanfyri karmar- nar av monopolinum. Monopol er ikki tað sama sum einaræði, men tað sama sum einkar- rættur. Tað liggur tí ein stór ábyrgd á teimum politisku myndugleikun- um, sum geva hendan einkarrætt at síggja til, at einkarrætturin ikki verður misnýttur og misrektur av teimum, sum hava hann. Men tann neyðugi politiski viljin sýnist ikki at vera til staðar her heidur enn aðrastaðni — ólukkutíð. Undirgraving Eitt mugu vit feroying- ar gera okkum greitt, og tað er at vit vera ikki betur fyri, um einkar- rætturin til trygging verður avtikin í Feroy- um. Tann, sum kanska Síða 17 Jóanes N Dalsgaard: eiga at hyggja nærri at, hvat Vit 55 2 2 veruliga verður feitari, er Trygg ingarsambandið Feroy ar. Ikki kann sigast annað enn at irygging- arpolitikkurin, sum ferd- ur hevur verið seinastu árini, í stóran mun hev- ur borið á brá av at royna at undirgrava álit føroyinga á monopolið Eitt nú er framvegis ikki meguligt at tryggja hús síni ímóti ellum, uttan at tú krossar av hverjum tú vilt tryggja ímóti. Náttúrligari mátti verið um ein krossaði av tað sum hann ikki vildi tryggja ímóti. Men kanska er undirgraving- in tilætlað. Í sjónvarpin- um fyri ikki so langari tíð síðani segði stjórin í Tryggingarsambandi Feroya, at hann persón- liga var fyri fríari kapp- ing á tryggingarmarkn- aðinum, av tí at hetta gav meii pengar til tryggingarstovnin. Aðurnevndi stjóri er so- statt leiðari av einum stovni hvers bygnað honum ikki dámar. Við at bróta einkarrættin kann hetta enntá skapa stjóranum nýggjar og fyri hann meira lenandi fyritreytir at virka und- ir. Meira enn so at eg hómi revin sita so huga- góðan og goyma at gæsnum. 16.1.92 Jóanes N. Dalsgaard