hósdagur 23. januar 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15 — 23. januar 1992
Á
Sosialurin hevur upprunaliga fødingarteigin
>Vælkomið, lítla barn«, Sosialurin hevur „Skriva
til Marner<, Sosialurin hevur einastu ókeypis lýs-
ingarnar í »Lysingartorginum« og Sosialurin hev-
ur...
Soleiðis kann verða hildið fram, og tað gera vit
eisini. Sosialurin er nú enn einaferð farin undir
eitt nýtt og spennandi tiltak.
EIN HJÁLPANDI HOND
Tað kallast »Arbeidsåvtsingin«, og er tiltakið
ætlað øllum lesarum okkara sum ein hjálpandi
hond, nú so mong leita eftir einum arbeiði. Í fyrsta
umfari er >Arbeiðsávísingin< í Sosialinum hvønn
mikudag og fríggjadag.
Øl! kenna vit onkran, ið gongur arbeiðsleysur,
og oll vita vit, hvussu tungt og vónleyst tað kann
kennast, einki at hava at tríva í, einki at hava at
fara til hvønn dag, einki at kunna gera fyri at
vinna sær og sínum pening til dagin og vegin.
BYRJAR LONGU MIKUDAGIN
Tí vil Sosialurin við hesum nýggja tiltakinum,
ið longu er byrjað, geva øllum arbeiðsleysum í
Føroyum møguleikan at søkja um arbeiði full-
komuliga ókeypis her í Sosialinum.
Høgrumegin á hesi síðuni er ein lepi, tit kunnu
klippa úr blaðnum og senda okkum. Á hendan lep-
an skulu setast ymiskar upplýsingar um aldur, út-
búgving, starvsroyndir og arbeiðsynski — tað vil
síga, hvat tit ynskja tykkum av arbeiði. Er líka-
mikið, hvat arbeiði tit kunnu átaka tykkum, ber
eisini til at skriva tað.
NAVNIÐ NIÐAST Á LEPAN
Fyri at gera tað lættari hjá áhugaðum og
møguliga komandi arbeiðsgevarum tykkara at
finna útav, um onkur er úr tí økinum, har arbeiði
er leyst, ber eisini til at skriva, hvar ein ynskir at
fáa arbeiði — tað veri seg bygd, býur, oyggj ella
sýsla.
Niðast á lepanum er ein regla, har navnið á tí,
ið sendir lepan inn skal standa, so vit á Sosial-
inum vita, hvor sendir inn, skuldi eitt nú okkurt
verið, ið er skeiut komið fyri, ella um okkurt annað
* Brúkið »ARBEID
tá tit framyvir skulu
eitt 1 Her kunnu lesararnir nú
ókeypis bjóða seg fram til arbeiðis!
Síða 13
Dag og dagliga hoyrast tíðindi um eitt stórt arbeiðsloysi. Nú
kunnu lesararnir saman við Sosialinum og nýggju arbeiðs-
åvisingini hjálpa fólki til arbeiðis og hjálpa virkjum, fyritøkum
og oðrum arbeiðsplássum at finna tørvandi arbeiðsmegi
SÅVISINGINA«,
finna tykkum
åvisingin
er, 10 ger neydugt, at vit mugu venda okkum til
innsendaran.
Hyggja tit at lepanum, so skilja tit lættliga
framferdarhåttin, tå tit vilja royna lukkuna i
»Arbeidsåvisingini«.
FYRI TYKKARA SKULD
Skuldi onkur av lesarum okkara havt iva-
spurningar um, hvussu nyggja »Arbeidsåvisingin«
kann verða brúkt, ber eisini til at venda sær til
Sosialin mánadag til fríggjadag frá kl. 9.00—15.30
á tlf. 11820, so geva vit tykkum alla ta upplýsing,
ið vit kunnu hjálpa tykkum við.
Vónandi taka lesarar okkara og eisini allir
hugsandi arbeiðsgevarar væl undir við hesum
nýggja tiltakinum. »Arbeidsåvisingin« er til fyri
tykkara skuld, og tí er tað upp til tykkum nú at
gera brúk av henni.
ALTIÐ EINA ROYND VERT
Takið Sosialin uppá orðið — sendið lepan til
»Arbeidsåvisingina« beinanvegin — tí í hesum døg-
um er ein og hvor roynd verd at gera, tá um arb-
eiði ræður.
Sosialurin rættir tykkum tí hesa hjálpandi
hondina og ynskir tykkum alla góða eydnu og vón-
ar, at fleiri á hendan hátt kunnu fáa eitt arbeiði!
p=-nnannnnun ann JR
J Kvinna O Maður
Aldur:
Útbúgving, skúll, læra ella annað:
Starvsroyndir:
Her vil eg helst arbelda
(bygd, býur, oyggj ella sýsla):
H
Í
I
Hl
H
i
í
I
i
!
I
I
i
i
I
i
í
i
i
. — Eg vil gera alt fyrifallandi arbelði
Í Eg vil helst hava arbeiði sum:
H
I
Í
I
I
t
H
I
|
I
I
]
í
|
Í
I
I
I
1
=
Telefonnummar:
Aðrar upplýsingar:
Innsendari:
Navn:
Adressa:
Telefonnr.:
————————————
At seta uttaná brævbjálvan:
Soslalurin, -ARBEIÐSÁVÍSINGIN-,
Postboks 76, 110 Tórshavn
+ | AR ÓU > ro 05