Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A— SE KDE Nr. 15 — 23. januar 199 =E fø SE Eiga at ansa eftir al VIt íkki kvalast I rentuutreidslum Rentuútreiðslurnar eru ein stórliga vaksandi partur og eru nú 8% av heildarútreiðslunum. Hetta er sjálvandi ein fylgja av lántóku landskassans. Men skulu vit ikki kvalast í rentuút- reiðslum, er tað greitt, at tað er neyðugt at fáa javnvág á fíggjarlógina og helst avlop sigur Búskaparráðið í kunning- PÅ arfrágreiðing til almenningin. Ráðið leggur aftrat, at stórri skuldin er, meira skal sparast ella krevjast inn, fyri at viga upp ímóti rentukostnaðinum. Vit prenta í dag seinna partin av frágreiðingini, ið snýr seg um fíggjarlóg og landskassans útreiðslur. Ein annar máti at lýsa fíggjarlógina er við tí real- búskaparliga býtinum av útreiðslum, t.e. at ein sær hvussu stórur partur er al- menn nýtsla, almennar í- løgur, veitingar til fólk og vinnur og hvussu nógv er til rentur. Í calvuni niðanfyri er ein roynd at lýsa útreiðslur landskassans eftir hesum realbúskaparliga bytin- um. Í hesum ferinum er býtið gjørt fyri fíggjarlóg- ina í 1991 og fíggjarlógar- uppskotið fyri 1992. Tað verður eisini arbeitt við at Landskassaroknskapurin 1988—1990, figgjarlogaruppskotid 1991—1992. Mió. kr. | 1988 1989 1990 1991 1992 | | Inntøkur Inntøkuskattir 1183 1331 1101 1050 1090 | | Avgjøld 1011 949 801 736 798 | Aðrar inntøkur 226 158 115 130 117 Gjøld frå danska statinum 683 730 752 785 789 | Inntøkur tilsamans 3103 3168 2769 2701 2794 Útreiðslur Vanligar samfelagstænastur 132 146 152 150 134 Verja og vaktartænasta 18 18 18 17 17 | Útbúgving 373 425 388 395 399 Heilsuverk 367 417 360 357 376 | Almannaverk 765 859 834 802 797 í Íbúðarmál og nærumhvervi 37 48 38 5 14 Mentan, frítið og átrúnaður 79 102 44 91 79 | Orka 1 (0) -9 1 1 | Primervinnur 479 653 559 548 351 Sekundervinnur 37 10 9 25 58 Samferðsla 538 496 372 377 330 Vinnulív annars 270 330 207 198 108 | Rentur og annað 48 79 153 199 223 | Ósundurbýttar útreiðslur 20 14 | Útreiðslur tilsamans 3144 3583 3125 3185 2901| | Nettoútreiðslur 41 415 356 484 107 1 Utlån, nyutlån - avdråttir 202 183 34 -12 -23 | Lán, avdráttir 31 328 | Lántervur 244 598 390 503 413 | Viðmerking: fáa hetta býtið framt í roknskaparuppgerðini. Tá fer eisini at síggjast, hvussu stórur partur av útreiðslunum er løn og hvussu stórur partur keyp av tilfari og tænastum. 1) Fíggjarlógin 1991 og uppskotið fyri 1992 eru eðrvísi enn undanfarin ár, tí at landskassagrunnarnir eru avtiknir. Uppgerðin fyri 1988, 89 og 90 er lagað til fyri at verða sambærlig við 91 og 92. 2) Telini fyri 1991 fevna um fíggjarlógina og uppskotið til eykafíggjar- lóg. 3) Avlopið hjá Telefonverkinum, Útvarpinum og Postverkinum eru ikki við í talvu. Hon lýsir sostatt gjaldingarnar, sum fara um issan. Vid hesum ambodi fæst ein meira fjølbroytt og heinrakin mynd av lands- kassans beinleiðis og óbeinleiðis ávirkanum á búskapin sum heild. Nýtsla og nýtslutilskot fevnir um raksturin av al- mennum stovnum á lands- kassans ymisku virkisekj- um. Hesar útreiðslur eru stívliga 40% av heildarút- reiðslunum. Gitast kann, at einir 3/4 av hesum rakstrarútreiðslum eru til løn. Heri síggjast eisini avmarkingarnar fyri at spara uttan at siga fólk úr starvi. Hinvegin sæst eis- ini, hvenn týdning lenar- lagið hevur fyri at varð- veita tænastustødid í eini tíð, tá ið fáir meguleikar eru uttan at spara. Rentuútreiðslurnar eru ein stórliga vaksandi part- ur og eru nú um 8% av heildarútreiðslunum. Hetta er sjálvandi ein fylgja av lánteku lands- kassans. Skulu vit ikki kvalast í rentuútreiðslum, er tað greitt, at tað er neyðugt at fáa javnvág á fíggjarlógina og helst av- lop. Sterri skuldin er, meira skal sparast ella krevjast inn, fyri at viga upp ímóti rentukostnadin- um. Vinnustudningar fevna um studning beinleiðis til raksturin hjá privatum og almennum fyritøkum. Hetta er ein stórur postur upp á 15—16% av lands- kassaútreiðslunum. 2/3 av hesum útreiðslum í 1992 eru studningur til fiski- vinnuna, meðan aðrir týð- andi partar eru til strand- ferðslu, bygdaleiðir og postverk (1/6) og til skipa- smíð (1/10). Tað eigur at verða um- rett í stersta álvara hvussu hesar útreiðslur kunnu skerjast. Tað er stórur meguleiki fyri at fiskivinnan kann spara meira í rakstrarútreiðsl- um enn hon missir í studn- ingi, um kapasitetur verð- ur niðurlagdur. Eisini má tað spyrjast, um tað kann vera rætt at tænastu- og kostnaðarsteðið í sam- feråslufyritøkunum skal kosta landskassanum so nógv. Veitingar til húsarhald fevna um almannaveiting- ar (stívliga níggju tíggj- undapartar) og veitingar til lesandi, og samanlagt eru veitingarnar 18% av ætlaðu heildarútreiðslun- um. Sum tíðirnar eru, verða hesar veitingarnar ein týðandi útreiðsla hjá landskassanum. Nýmet- ing av trygdarnetinum fyri fólk fer fram hesi árini við nýggjum eftirlønar- skipanum og arbeiðs- loysistrygd. Ein heild má fáast í hesar skipanir, tí at lítil ivi er um, at afturvirk- an verður á tað búskapar- liga háttalagið, (m.a. ávirkar trygdarneti upp- sparingartervin). Veitingar annars eru 2% av heildarútreiðslun- um og fevna um stuðul til ymiskar stovnar og fe- lagsskapir, sum reka áhugamál hjá fólki ella vælgerðarvirksemi. 2/3 av upphæddini eru innanfyri heilsu- og almannaverk, herí sjúkrakassar og and- veikravernd fyri føroying- ar í Danmark. Nyiløgur fevna um bein- leidis iløgur hjå landsstyr- inum og tilskot til iløgur, sum kommunur standa fyri, og verða i 1992 9% av heildarútreiðslum lands- kassans. 2/3 av iløgunum eru innanfyri samferðslu- ekið, meginparturin í virkiseki landsverkfreð- ingsins. Sum partur av tí um- legdu fíggjarlógarskipan- ini, verður nú arbeitt við ílegulofti og raðfesting av einstøkum ílegum. Ein stórur veikleiki higartil hevur verið, at tað ikki eru gjørdar útrokningar um nettoavlopið til samfelag- id, iroknad eftirfylgjandi rakstrarkostnad av teim- um einstøku iløgunum. Ti- likar metingar høvdu helst gjørt radfestingina av ílegunum bæði lættari og tryggari, serstakliga um útrokningar vórðu gjørdar út frá iløguætl- anini, áðrenn ílegan varð samtykt, og aftaná, tá kostnaðurin er endaliga kendur. Kommunurnar skulu fíggja ein part av ílegun- um, soleiðis at tey saml- aðu almennu iløgutølini eiga at vera nakað sterri enn tað, sum stendur á fíggjarlógini, men nógvar av kommununum eru so illa fyri, at tað er ivasamt um allar ílegurnar verða settar í verk. Tær almennu ílegurnar verða neyvan meira enn 5% av bruttotjóðarúrtek- uni í 1992, og tær privatu, sethúsabygging ítald, verða helst niðanfyri 10% av BTÚ. Við samlaðum ílegum niðanfyri 15% av BTU, eiga vit at síggja ávaringarnar. Verður tað neyðugt at spara meira uppá almennar ílegur, er tað ivasamt, um tað verður meguligt at varð- veita bara ein part av byggivinnuni. Við so smáum iløgum eigur tað at verða stílað eftir yvirskoti á gjalds- javnanum uppá eini 5% av BTÚ, ella einar 3—400 mió. kr. tí at tað eru ikki fortreytir fyri varandi nýtslu á okkara verandi steði, um javnvág við út- lond einans fæst við niður- skurði í iløgum. Í tann mun, at húsarhald og fyri- tekur ikki megna at fremja ta uppsparing, ið skal til, eigur landskass- inat supplera uppsparing- ina við yvirskoti á gjald- ferisroknskapinum. Hetta er tað sama, sum at siga, at privat og almenn nýtsla skulu minkast við teimum amboðum, sum egna seg til tað. Íleguveiting til vinnur og íleguveiting annars verða tilsamans um 1% av heildarútreiðslunum. Fiskaaling, landbúnaður, útvarp og mentanar- og ítróttarfelagsskapir fáa ílegutilskot í hesum báð- um bólkum. Kapitalveiting til vinnu fevnir um útgjalding fyri effektiv veðhald, upp- høgging av fiskiskipum, studul til eginpeningin hjå Húsalánsgrunninum og Menningargrunninum. Stuðulin minkar úr 9% í 1991 niður í 4% í 1992, tí at upphøggingarstudulin heldur uppat, og ti at mett verður, at veðhaldsútleg z- ini minka. —— ———ii— Haldið. sosialin ——